Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 32 nr. 13 • 20. jan. 2010 Kvett at eiga fiskiskip Jens Olsen hevur eisini eitt sindur meira av fiskivinnusøgu í nevndu brævi, har hann skrivar: Din Broder Rasmus, der nu er Husejer i København, hvor han bor i sin egen Villa, har kjøbt en Kutter gennem Søren, og en af Oyggjafelagis Skippere, der vilde arbejde for sig selv, er Fører af den, og skal være Eier af den halve Skude, saa snart han kan betale sig Andel. Det er kun et Aar denne Skude har arbejdet. Den kostede 7.800 kr. men din Broder Rasmus har allerede indkasseret et Par Tusinde Kroner, som sin Andel af Gevinsten. Skipperen er ganske vist ogsaa den bedste af vore Fiskere, nemlig Johannes Hansen í Funningsstovu. Dersom en anden af vores Skippere skulde finde paa at arbejde for sig selv og hertil blive tilbudt Assistance fra anden Side, hvilket slet ikke er usandsynligt, saa vil jeg anbefale dig at gaa sammen med en saadan Skipper paa lignende Maade som Rasmus. Jeg skal i saa fald med fornøjelse varetage dine og Skibets Interesser. Men den første betingelse for et heldigt Resultat af en saadan Forretning er, at man har en Mand til Skipper, som er fuldtud kvalificeret. Tænk over dette Spørgsmaal. Jeg vilde sætte stor Pris paa at kunde hjælpe en af vore flinke Skippere til noget bedre, fremfor at han skal tages fra os ved lignende Tilbud fra anden Side. Poul stóð við síni tilsøgn Men Poul lat seg ikki vika, hóast støðuna hjá Jens Olsen. Hann hevði givið Jens Mohr sína tilsøgn, og hon stóð við. Tann 7. mars 1901 skrivar Rasmus Müller til Poul frá sínum bústaði Dr. Olgasvej 17 í Keypmannahavn. Tað er týðuligt at Müllermennir eiga pening. Teir hava helst forvunnið nógv í Grønlandi, og teir hava eisini arvað heilt fitt. Tað er so mikið nógv, at tað er ikki sørt av tvídrátti. Rasmus heldur, at tað er ein góð íløga at keypa hús í Keypmannahavn, og hetta er uttan iva rætt. Rasmus kemur eisini inn á lánið til Jens Mohr. Her snýr tað seg um at tryggja lánið best møguligt. Men Rasmus kemur eisini inn á lønsemið í at eiga skip, og hann skrivar: “Jens Olsen har vist skrevet til dig at anbringe Penge i et Fiskeskib, hvis du har lyst dertil. Det kan være en god Forretning. Et Skib, (W.G. Marshall), som Søren og jeg er sammen med Johannes í Funningsstovu gav sidste Aar 66 2/3%, uagtet det var første Aar, hvor der altid er flest Udgifter. De to Skibe vi købte af Thomsens Bo, gave derimod intet nævneværdigt Udbytte (hvor meget ved jeg endnu ej), da vi havde to sløie Kaptajner. I disse dage har jeg kjøbt det 4. Skib, som vi have sammen med en af de dygtigste Kaptajner, som jeg har kapret fra O. Finsen, hvorover denne rimeligvis er rasende. Et Skib Søren alene har sammen med denne Mands Broder gav i 1899 og 1900 godt og vel 120%. Nu Lev vel. Mange hilsener fra Anna og Din hengivne Broder. R. Müller." Anna er kona Rasmus. Tey vóru barnleys. Tann umrøddi Jóhannes í Funningsstovu var ein rættur sjómaður. Hann fór 14 ára gamal at sigla í uttanríkisfarti. 22 ára gamal fór hann á stýrimansskúla í Danmark. Hann byrjaði at føra skip í 1885, og var hann skipari til 70 ára aldur. Tað gekk væl hjá honum við fiskarínum. Hann greiddi eisini frá í eini blaðsamrøðu, at hann ongantíð misti mann ella hevði óhapp sum at sigla á land. Hetta var væl sloppið tá í tíðini. Tann umrøddi Finsen var Olaf Finsen (1859-1937.) Hann var sonur landfútan og seinna amtmannin Hannes Finsen. Olaf hevði apotek, timburhandil og annað virksemi. Hann var beiggi kenda læknan Niels Finsen. Olaf Finsen var eisini løgtings- maður. Hann fór úr Føroyum í 1913. Jens Mohr takkar Tann 22. apríl 1901 skrivar Jens Mohr til Poul Müller: Kjære Hr. Müller, Først af alt maa jeg meget takke Dem for, at De saa velvilligt imødekom mit Ønske at laane mig Penge for at kjøbe Skib. Jeg er ankommen i Fredags med et dejligt Skib fra England, kun 9 Aar gammelt. Notefast og udrustet paa det bedste og med Dam i, som nu fordres, eftersom vi som regel seile til Grimsby med Saltfisk om Efteraaret, og man til den Tid kan faa levende Fisk godt betalt. Jeg var i København og traf Brødr. Trier (meklarar), som er Folk, jeg synes godt om. Jeg haaber, at De bliver tilfreds med Sikkerheds- og Betalings- vilkaar, som de selvfølgelig faar Underretning om fra d’hrr Trier. Skibet kostede £ 625, som jo er mange Penge, men det har ogsaa meget at sige at have et Skib, som i flere Aar kan gaa foruden nogen Reparation. Jeg fik af Hr. Trier £ 420, altsaa der bliver fuld sikkerhed ved et at der kun gaar ¼ fra for at blive optaget i den gensidige Assurance her. Ingen af Skibene have fisket noget endnu paa grund af det meget daarlige Vejr, vi har haft hele April maaned, saa jeg har ingenting forsømt endnu. Her er en sørgelig Ulykke sket ved det, at Suduroy har sejlet et Skib fra Vestmanna til Bunds og 3 Mand døde. Min hustru beder hilse mange Gange. Haabende paa, at disse Linier træffe Dem ved godt helbred forbliver jeg deres Forbundne Jens Mohr Galway, skúlaskip hjá Bartal Kass Tað áhugaverda er eisini, at tað við teimum samskiftismøgu- leikum, sum vóru tá, bar til at greiða eina slíka fígging av einum skipakeypi frá einum ári til annað. Tá var eingin banki í Føroyum. Nógvir reiðarar keyptu skip við reiðum peningi, men lat hetta seg ikki gera, mátti lænast so ella so, og hetta gjørdi Jens á hendan hátt. Men Poul Müller fekk ikki møgu- leika fyri øðrum tiltøkum. Hann doyði nevniliga longu sama ár, nevniliga í 1901. Skipið, sum Jens Mohr fekk fíggjað hjá Poul Müller var TN 22 Galway. Jens var skipari á henni fram til 1907, og hann seldi hana í 1909, til J.J. Johannesen og J.H. Hansen, skiparar, sum áttu helvt um helvt. Reiðari var Jens Evensen. Í 1917 verður hon seld til Sandavágs. Galway var bygd í 1891, og hon var 83,11 tons. Manningin var 14. Ein av teimum, sum var við Galway, var Grækaris Madsen úr Kvívík. Hann greiddi millum annað frá í Føroya Siglingarsøgu: “Fyrstu 7 árini var eg við Galway við Jens Mohr. Har var einki borð í lugarinum. Bakkin við toskarhøvdum, ella hvat ið kundi vera til døgurða, stóð á dúrkinum. Vit sótu og ótu, meðan bakkin slongdist higar og hagar, tá ið tað ikki var gott í sjónum. Men hýrurin var góður, og mong skemtan var um hesa borðreiðing og stundum var okkurt ørindi yrkt.” Ein av teimum, sum hevði Galway sum skúlaskip í 1913 var Bartal í Kass á Strondum, sum seinni gjørdist ein kendur skipari. Galway var á ymiskum hondum aftaná Jens Mohr. Ludda Kristian keypti hana aftur til Havnar. Men Niels Juel Mortensen á Tvøroyri keypti hana 12. mai 1930, men nú var hon bert brúkt sum hulkur. Henda íløgan hjá Poul Müller kom tískil at vera føroyska sam- felagnum til nyttu í nærum 30 ár. Um Jens Mohr Jens Mohr (1855-1931) var skip- ari, reiðari og sjómansskúlalær- ari, og verður í nýggju Havnar- søguni lýstur sum slóðbrótari á fiskivinnuøkinum. Jens átti saman við bróður sínum Vilhelm sluppina Vega, sum hann eisini førdi fyrst í 1880-unum. Í 1884 gjørdist Jens partaeigari í felagnum, sum átti sluppina Margretha, uppkallað eftir konu hansara. Jens var skipari, til skipið varð selt til Íslands í 1889. Í 1896 er tað, at hann keypir Lalla Rookh saman við sváginum Jens Evensen. Hetta skip førdi hann fram til 1901, tá ið hann fór úr felagnum. Lalla Rookh var serliga kend, tí Hans Andreas Djurhuus var við har. Tá er tað, at hann keypir Galway. Frá 1908 til 1913 førir Jens Mohr farmaskipið Føringur hjá Mortensen monnunum á Tvør- oyri. Hann sigldi millum Føroyar, Danmark og Ongland. Eisini sigldi hann á hvørjum ári til Spania við klippfiski og kom aftur við Ibizasalti. Eftir hetta sigldi hann onkuntíð sum avloysari fyri stýrimannin á Smiril, sum Mortensenmenninir eisini áttu tá. Jens Olsen, svágur Poul, mælti frá at stuðla Jens Mohr. Millum annað av teirri orsøk, at Jens Mohr og Jens Evensen høvdu arbeitt ímóti pápa Poul H. C. Müller við løgtingsvalið í 1892 Jens Evensen stuðlaði sváginum Jens Mohr Úrslitið gjørdist keypið av Galway. Tað er ikki funnin nøkur mynd av henni, men hon kann hava líkst hesi tekning hjá Jacob Olsen, Zahle, í Havn, sum Hjalmar Jacobsens Bókahandil gav út sum postkort Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt frá beiggja Poul, Hans Christian, sum fór til Amerika. Eisini verður greitt frá Johan Evensen, og tá ið hann fær vitjan av kenda polargranskaranum Ludvig Mylius Erichsen