hósdagur 21. januar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2010
Enn einaferð hótta
kanadiumenn við at
steingja kanadiskar
havnir fyri føroyskum
skipum, men Jørgen
Niclasen, uttanríkis
ráðharri, fer heldur
at velja kvotur enn
havnir
KVOTUÓSEMJA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Málið snýr seg um sonevnda
3L-økinum, har føroyingar
fiska rækjur.
- Tað er Grand Bank økið
í altjóða sjógvi uttan fyri
kanadisku strondina, har vit
ongantíð hava góðtikið tað
býtið, sum NAFO-londini
hava gjørt, og tí hava áset
okkum eina kvotu á 3.000
tons, sigur Jørgen Niclasen.
Hetta verður bygt á søgu-
ligan fiskiskap, men Kanada
hevur ta fatan, at teir eiga
alla veiði, bæði innanfyri og
uttanfyri 200 fjórðingar.
- Men hetta er jú ikki
rætt. Og tað sum hendi
fyrradagin heldur óvæntað
var, at Kanada sendi okkum
eitt skriv, har teir boðaðu
frá, at um vit ikki góðtóku
at fiska 300 tons í staðin
fyri 3.000, stongdu teir allar
kanadiskar
havnir
fyri
føroyskum
fiskiskipum,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hetta er
bæði óskiljandi og óvanligt,
at arbeitt verður á henda
hátt, tí talan er um ein
spurning fyri NAFO og ikki
fyri Kanada.
- Spurningurin er tí, um
vit skulu góðtaka, at kvotan
verður sett niður í 300 tons
og so er alt gott, ella um vit
skulu halda fast. Og fyri
okkum at síggja, skulu vit
velja millum kvotur ella
havnir, og har velja vit heilt
klárt kvotur, sigur Jørgen
Niclasen.
Ikki í neyðstøðu
Hann heldur tað nytta lítið
at sleppa inn í kanadiskar
havnir, um skipini sigla
tóm.
- Hinvegin merkir tað so,
at rækjuskipini mugu sigla
til Íslands ella Føroya at
leggja veiðina upp, og tað
er nógv mist fiskitíð og
nógv sigling í tí. Men hartil
er tó at siga, at tað er
rættiliga dýrt at frakta
veiðina heim úr Kanada, og
oljan er eisini rættiliga dýr
har yviri, sigur Jørgen
Niclasen.
Eisini er stórur kostnaður
tengdur at at flúgva mann-
ingarnar millum Føroyar og
Kanada, so tá roknað verður
saman heldur hann ikki, at
kostnaðurin fyri føroyingar
er so stórur.
- Hetta er ein støða, sum
vit hava roynt áður, og vit
vita, at koma føroysk skip í
neyð, sleppa tey inn í
kanadiska havn, so bannið
er bert galdandi fyri vanligu
avgreiðsluna, so sum at
taka olju, vatn og proviant,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at føroyingar
sjálvandi fara at royna at
fáa semju í lag, men at teir
altso ikki ætla at boyggja
seg, serliga tí tað eru ikki
kanadiumenn, sum eiga
rættindini, men NAFO.
- Og eg rokni við, at før-
oysku reiðaríini halda tað
sama sum vit, sigur Jørgen
Niclasen, uttanríkisráðharri.
Kvotur heldur enn havnir
Havborg er eitt av teimum trimum eftirverandi føroysku rækjuskipunum, og teir hava stórliga
brúk fyri kvotuni á Grand Bank
Í gjár samtykti
Løgtingið at Helena
Dam á Neystabø
skal svara einum
skrivligum fyrispurn
ingi viðvíkjandi undir
vísing í kynssjúkum
og kynslívi
KYNSLÍV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er Bjørt Samuelsen,
løgtingskvinna fyri Tjóð-
veldi, sum setur spurningin
fram.
- Orsøkin til at eg seti
hendan spurningin er, at vit
hava ógvuliga høg tøl fyri
kynssjúkuni
klamydia
í
Føroyum, og tí havi eg spurt
landsstýriskvinnuna í skúla-
málum um sexualundir-
vísingina í skúlunum, sigur
Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at tað er
nakað, ið bendir á, at nýtsl-
an av hít er minkað rættiliga
nógv.
- Tað er lætt at verja seg
fyri klamydia, um man
brúkar hít, og tá tølini fyri
klamydia eru so høg ber tað
boð um, at føroyskir ung-
dómar ikki longur eru so
ansnir at brúka hít, sigur
Bjørt Samuelsen.
Spurningurin
er
so,
hvussu nógv verður gjørt
við hetta í skúlunum.
- Tað er jú í stóran mun í
fólkaskúlunum og í mið-
námsskúlunum, at tað fæst
fatur á teimum ungu, sum
standa á gáttini til at byrja
eitt sexlív, sigur Bjørt
Samuelsen.
Hon setur eisini Helenu
Dam á Neystabø ein spurn-
ing um undirvísing í síni
heild.
- Tann lesiætlan, sum
verður fylgd í sexualund-
irvísing er ógvuliga gomul,
og tað er vanliga lærarar í
biologi,
ið
hava
hesa
undirvísingina. Tað merkir,
at tað eru ikki lærarar, ið
hava fingið serliga veg-
leiðing at undirvísa í sexual-
undirvísing, sigur Bjørt
Samuelsen.
Ónøgd við støðuna
Hon vísir á, at tey ungu
verða yvirfloymd av tilfari
um sex á internetinum.
Har finst ein rúgva, sum
snýr seg um sex og sexlív,
og sumt av hesum tilfarinum
er avgjørt ikki egnað at
verða grundleggjandi vitan-
in hjá teimum ungu um sex
og kynslív.
- Og tí spyrji eg lands-
stýriskvinnuna, hvat hon
ætlar at gera fyri, at undir-
vísingin um kynssjúkur og
kynslív verður dagførd í
skúlunum,
sigur
Bjørt
Samuelsen.
Tjóðveldiskvinnan vísir
til hagtøl frá landslæknanum
sum vísa, at tilburðirnir av
klamydia eru vaksnir rætti-
liga nógv.
- Tað er jú greitt tekin
um, at undirvísingin svíkur
onkunstaðni. Hartil finst
ein serkanning, sum Malan
Egholm hevur gjørt, ið
vísir, at bæði næmingar og
lærarar eru ónøgd við ta
sexualundirvísing, sum er,
sigur Bjørt Samuelsen.
Væntandi
fer
Helena
Dam á Neystabø at svara
fyrispurninginum í komandi
ella í aðru viku.
Fokus á kynslív og kynssjúkur
Bjørt Samuelsen
hevur sett Helenu
Dam á Neystabø
fyrispurning um
undirvísing í
kynssjúkum og
kynslívi
Færri doyggja av hjarta-
æðrasjúkum
Fyri fyrstu ferð vísa hagtøl í Danmark, at færri danir doyggja av
blóðtøppi og øðrum hjarta-æðrasjúkum enn av krabbameini. Talið á
fólki, sum doyggja av krabbameini, hevur verið rættiliga støðugt tey
seinastu 15 árini, men í sama tíðarskeiði er talið á teimum, sum
doyggja av hjarta-æðrasjúkum, minkað 38 prosent. Formaðurin í
danska hjartafelagnum, Peter Clemmentsen, sigur vcið DR, at hetta
kemst fyrst og fremst av betri viðgerð. Hann vísir á, at í 1995 fekk
næstan eingin dani viðgerð fyri at minka kolosterolið í blóðinum. Í
dag fáa næstan 500.000 danir hesa viðgerð, sigur hann.
Betri útlit í USA
Amerikanski forsetin, Barack Obama, vissaði í gjárkvøldið
amerikanska fólkið um, at tað gongur tann rætta vegin við
landsins búskapi. Í samrøðu við sjónvarpið ABC segði
forsetin, at hann væntar vøkstur í búskapinum í ár. Fleiri
leiðandi búskaparfrøðingar taka undir við honum. Teir
vænta, at vøksturin verður 2,8 prosent í ár samanborið við
2,5 prosent afturgongd í fjør. Men sambært Reuters eru
amerikanararnir framvegis misnøgdir, og tað er serliga
arbeiðsloysið, sum tyngir. Obama segði í gjárkvøldið, at
hann skilir væl, at fólk eru ørkymlað, og at hann fer at
legja alla orku í at útvega fleiri arbeiðspláss.