hósdagur 21. januar 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Nr. 14 - 21. januar 2010
Hereftir skulu nýggj
sjúkrahús í Danmark
byggjast eftir teirri
meginreglu, at tær
fysisku umstøðurnar
skulu hava týdning
fyri lekingina
SjúkrahúS
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Danmark:
Burtur
við
neon ljósunum. Burtur við
stov um har fleiri sengur eru
inni.
Burtur
við
teirri
hvítmálaðu gongini.
Men – inn við dagsljósi,
frískari luft, náttúrumyndum
á veggunum og tónleiki á
ljóðteppi.
Nú danir skulu byggja
fimm super-sjúkrahús fyri
40 mia krónur tey komandi
mongu árini, verða tey bygd
eftir einum lekjandi arkitek-
turi.
Soleiðis ljóða boðini frá
einum bólki av fram stand-
andi arkitektum og læknum,
sum hava brúkt eitt ár at
koma við einum umfatandi
tjakuppleggi um, hvussu
sjúkrahús skulu síggja út í
framtíðini.
– Tað er ikki longur bert
neyðugt at taka hensyn til
funksjónir,
reinføri
og
flutn ingsmøguleikar. Estet-
iskt umhvørvi hava eisini
stóra ávirkan á heilsuna hjá
tí sjúka og vælveruna hjá
starvsfólkunum, sigur Lars
Heslet, professari og dr.
med., sum er ein av monn-
unum handan verkætlan-
ina.
Ikki stress
Í dag er støðan hon, at
“lekjandi arkitekturur” er
eitt hugtak sum er vorðið
alt meiri og meiri útbreitt
seinastu 10 árini.
Haraftrat vísa kanningar
hjá vísindafólkum í m.a.
USA, at tað er samband
mill um
innrætning
av
sjúkra húsum og møguleik-
arnar hjá sjúklingunum at
koma fyri seg aftur.
Granskingin vísir, at ein
innrætting við friði, frískari
luft, dagsljósi og góðum
plássi ger sítt til at sjúkra-
dagarnir
fækka,
minni
vandi fyri at geva skeivan
heilivág og færri óhapp av
fólki sum detta.
Samstundis
við
hetta
bøtir innrættingin um ar -
beiðs umhvørvið og gevur
størri nøgdsemi millum
brúkarar og starvsfólk.
– Tá tú kemur inn í for-
høllina á einum sjúkrahúsi í
dag, fært tú beinanvegin
eitt negativt huglag. Arki-
tektururin gevur tær bein-
anvegin eina kenslu av
stressi og ógleði. Vánaligar
sjúkrahúsbyggingar
økja
talið av infeksjónum, sjúk-
lingarnir liggja longur, teir
gerast dapurtskygdir og
illsintir, og har er eitt vána-
ligt arbeiðsumhvørvi. Skal
tann
negativi
spiralurin
broyt ast, mugu vit sleppa
und an
tí
teknologiska
sjúkra húsinum og ístaðin
byggja sansalig sjúkrahús,
sigur Lars Heslet.
Vinna tað aftur
Politikkararnir hava tikið
væl ímóti nýggju hugsanini
um sjúkrahúsini.
Ein teirra er Ulla Astman,
ið er forkvinna í Danske
Regioners Sundhedsudvalg.
Í Kristeligt Dagblad heilsar
hon nýggju ætlanini væl-
komnari:
– Hetta er ein týðandi
partur í planleggingini fyri
tey nýggju sjúkrahúsini, tí
vit vita, at ljós, luft, útsýni
og litaval hava stóran týdn-
ing fyri innleggingina og
væl veruna hjá tí sjúka –
eisini fyri starvsfólkið.
– Fíggjarstøðan skapar
sjálvandi sínar avmarkingar,
men vit vilja fara so langt
sum tilber, tí vit vita, at ein
kann forvinna tað aftur við
færri
seingjardøgum
og
færri
sjúkradøgum
hjá
starvs fólkunum.
Byggingin
av
nýggja
universitetssjúkrahúsinum í
Århus er longu byrjað, og
her hevur ein roynt at fylgja
teirri nýggjastu granskingini
innan arkitektur og inn-
rætting. Ein byggir her m.a.
einastovur við dagsljósi,
góðum luftskifti, akustikki
og plássi. Og ein væntar at
hetta fer at síggjast positivt
aftur í rakstrarút reiðsl un-
um.
– Arkitekturur er í mínum
høvdi ikki bert ein spurn-
ingur
um
úttrykk
ella
útsjónd, men eisini um dis-
po nering, plasering og inn-
rætting. Og fíggjarliga er
hetta heldur ikki kostnað ar-
miklari enn vanlig bygg ing.
– Tað eru gjørdar nógvar
kanningar sum vísa, at um
ein ger skilagóðar íløgur at
byrja við, so forvinna tær
seg innaftur, sigur Claus
Thomsen,
læknastjóri
í
Århus.
P.O. Box 3051 · Nóatún 1
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tel +298 35 39 00
hav@hav.fo
www.hav.fo
Førleikakrøv
• Mininum vinnubræv sum maskinistur á 1. stigi
• Heilsuprógv
• Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð
• Roykkavari
• Góðan røkjuskap
• Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva
Setanartreytir
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Maskinmeistarafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum
skulu sendast til:
Havstovan
Nóatún 1
P.O. Box 3051
FO-110 Tórshavn
og skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 25. januar 2010.
Nærri upplýsingar um starvið kann fáast við at venda sær til Erling í Liða,
reiðara, á tlf. 35 39 00 ella e-post: erlingl@hav.fo
Havstovan søkir eftir
maskinmeistara
Søkt verður eftir einum maskinmeistara til Magnus Heinason at
byrja 1. mars 2010.
Lýsing av Magnus Heinason
R/S Magnus Heinason
Tórshavn, TN 407, OW 2252,
bygdur í Tomrefjord, Noreg í 1978
Skipaslag: Havrannsóknarskip
Klassi: DNV*1A1, ICE-C
Longd (LOA): 44,50 m
Breidd: 9,52 m
Djúpd: 7,15 m
BRT: 669
Høvuðsmotorur: 1800 HK M.A.K.
Ravmagn: 3x380/220 V AC.
2xMTU, 288 KVA, 1500 rpm.
Útgerð:
Botn- og flótitrol
Ekkolodd, EK-500
Asdic
Plankton net
CTD við rosettu, fluorometri og
ADCP
GPS og DGPS
Arpa-radara
Satelittsamband
Arkitekturur skal lekja á framtíðar
sjúkrahúsum
Ríkissjúkrahúsið í
Keypmannahavn er bygt eftir
gamlari fyrimynd. Nú verða
onnur stig tikin í nýggju
sjúkrahúsunum, sum byggjast
skulu komandi árini. Alt skal
verða til gagns fyri viðgerðina