Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2010 Á løgtingsfundinum í gjár svaraði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, einum fyri­ spurningi frá Sjúrða Skaale um føroyskan limaskap í IOC IOC-LIMASKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Spurningurin um føroyskan limaskap í IOC, Altjóða Olympisku Nevndini, hevur verið uppi og vent nakrar ferðir. Søguliga søkti ÍSF um limaskap í Olympisku Nevnd­ ini, men síðani hevur málið meira ella minni stilt. Nú er tað so komi upp aftur. ­ Tað, sum vit hava avrátt nú, eftir at eg havi havt ein fund við ÍSF­forsetan í síðstu viku, er, at vit skulu leggja eina strategi um, hvussu vit kunnu nærkast teimum, sum hava nakað at siga innan fyri felagsskapin. Tað er eisini ein breið semja í Løgtinginum, at vit sulu stuðla har vit kunnu, og tað havi eg so átikið mær, eisini sum verji fyri ítróttin, sigur Kaj Leo Johannesen, løg­ maður. Hann hevur tí fingið greiði á, heilt ítøkiligt hvat tað er, ið ÍSF vil hava lands­ stýrið at gera í hesum máli. ­ Eg havi kanna eftir, hvat tað er, ÍSF vil hava okkum at gera, so vit kunnu fáa staðfest um tað letur seg gera, at fáa umsóknina, sum liggur hjá IOC, uppaftur tikna, sigur løgmaður. Støðan er nevniliga hon, at nøkur ár eftir, at Føroyar høvdu søkt um limaskap í Altjóða Olympisku Nevnd­ inil, broytti IOC reglarnar fyri, hvørji lond kundu ger­ ast limir, og ein avgerandi broyting var kravið um, at londini skuldu vera sjálv­ støðug. Albert Prinsur Samstundis vóru tað lond við somu ríkisrættaligu støðu sum vit, ið søktu um limaskap um sama mundi og fingu hann. ­ Vit fara tí at stuðla ÍSF í at fáa ta umsóknina uppaftur tikna, og har havi eg so havt samband við onkran av lim­ unum í IOC. Eg havi havt samband við og sent tilfar til Albert Prins av Monaco, sum hevur sitið í Olympisku Nevndini leingi, sigur Kaj Leo Johannesen. Albert Prinsur er ein av tungu dreingjunum í IOC, og nú bíðar løgmaður so eftir, at ÍSF­forsetin kemur aftur, so hann, saman við øðrum kunnu seta ein strategibólk niður fyri at finna best gongdu leiðina. ­ Mín meting er, at teir ambassadørar vit hava innan ítróttina, eitt nú Pál Joensen, eru góðar grundgevingar fyri, at vit kunnu nærkast IOC. Hartil eru vit í teirri støðu, at vit eru í einum rík­ isfelagsskapi, har fyrrver­ andi danski forsætismála­ ráðharrin hevur skrivað eitt bræv til IOC, har hann vegna donsku stjórnina stuðl­ ar upp undir og mælir til, at vit fáa limaskap í IOC, sigur Kaj Leo Johannesen. Løgmaður vil í IOC STJÓRASTARV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í svari upp á munniligan fyrispurning í Løgtinginum í gjár frá Torbjørn Jacobsen um stjórasetan á Havstovuni, kundi Jacob Vestergaard upplýsa, at tað verður ein setanarnevnd, sum fer at innstilla nýggja stjóran. ­ Tað eru komnar seks umsóknir um at gerast stjóri á Havstovuni, nú umsóknar­ freistin er úti, og nú er tað upp til setanarbólkin at inn­ stilla best skikkaða umsøkj­ aran til starvið, sigur Jacob Vestergaard. Almenni setanarpolitikk­ urin sigur, at tað er ein set­ anarnevnd, sum skal føra setanarsamrøður og síðani innstilla til landsstýrisfólkið, hvør, ið setast skal í starv. Í setanarbólkinum er aðal­ stjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, Heri Joensen og Jákup Mørkøre frá Fiski­ málaráðnum og Bogi Han­ sen og Dagunn H. J. Clem­ entsen frá Havstovuni. Torbjørn Jacobsen gav fiskimálaráðharranum tey góðu ráð við á vegnum, ikki at brúka gamla setanar­ politikkin, har politiski lit­ urin var týdningarmesta kvalifikationin, men har kundi Jacob Vestergaard sissa spyrjaran. ­ Eg havi verið við til at sett fleiri fólk í starv í mín­ um politiska lívi, og tað hava altíð verið fakligar kvalifikatiónir, ið hugt hev­ ur verið eftir, og tað verður tað eisini hesaferð, sigur Jacob Vestergaard. Umsóknarfreistin er sum nevnt farin, so tað verða hes­ ar seks umsóknirnar, ið setan­ arnevndin skal gera eina inn­ stilling útfrá. Men tað er einki dato sett á, nær ein nýggjur stjóri skal sita í stjóra­ sessinum á Havstovuni. ­ Nei, nú bíði eg inntil setanarnevndin hevur gjørt sítt arbeiði, og skal so meta um førleikar hjá umsøkjar­ unum og tá nevndin er liðug við sítt arbeiði taka vit tað harfrá, sigur Jacob Vester­ gaard, fiskimálaráðharri. Seks vilja stjórna Havstovuni Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, bíðar nú eftir einari innstilling frá setanarnevndini, áðrenn nýggju stjóri verður settur á Havstovuni Nú umsóknarfreistin til stjórastarvið á Havstovuni er úti, eru seks umsóknir innkomnar. Tað verður nú ein setanarbólkur, ið skal innstilla nýggja stjóran Úr Haiti til Guantanamo Amerikonsku myndugleikarnir hava ætlanir um at flyta umleið 1.000 fólk úr Haiti til Guantanamo­herstøðina í Kuba. Thomas Copeman, sum er talsmaður fyri herstøðina, sigurt við AP, at tey eru farin undir at seta upp 100 tjøld, sum skulu hýsa teimum 1.000 Haiti­búgvunum, sum væntandi koma hagar fyrsta dagin. USA hevur frammanundan 198 yvirgangsfangar í Guantanamo, men Thomas Copeman sigur, at teir koma ikki í samband við tey, sum koma úr Haiti. Tíðindafólk, sum eru í Haiti, siga, at nógv fólk vilja sleppa at flyta haðani, og at fleiri eru komin oman í havnina í Port­au­Prince at biðja um fart. Berlusconi ikki í rættin Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, sleppur undan at møta í rættinum í tveimum málum um svik og valdsmisnýtslu. Tað er støðan, eftir at ein meiriluti í Senatinum hevur samtykt eina lóg, sum steðgar báðum málunum. Við 166 atkvøðum fyri og 130 ímóti samtykti Senatið tað, sum stjórnin kallar eina nýskipan á rættarøkinum, men sum sambært andstøðuni bara hevur til endamáls at bjarga teimum persónligu áhugamálunum hjá forsætisráðharranum. Lógin hevur afturvirkandi gildi, og tað ger, at ákæruvaldið sleppa teimum báðum málunum um svik, skrivar AFP úr Rom. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er eisini verji hjá ítróttinum, og skal nú royna at gera sítt til, at vit fáa limaskap í IOC