Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2010 Láturvøddarnir fáa harða venjing, nú Klaks víkar Sjón­ leikara felag fer á pall við heimskendum glantri leiki Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eitt vikuskifti á einum baði hotelli í Kirkjubø endar í eini øgiligar fløkju, tá Klaks víkar sjónleikarafelag fer á pall leygardagin við glantri leikinum »Stundum, stund um ikki«. Skemtileikur í hægsta potensi Leikurin byggir á íslendsku út gávuna av glantrileikinum »Week end in Paradise« eft­ ir kenda týska leikrita parið Arnold & Bach. Í føroysku útgávuni »Stund um, stundum ikki« eru vit í einum av føroysku aðal ráðunum, har starvs­ fólkini seta sær fyri at bøta um starvsfólkatrivnaðin. Í eini roynd at sjóva starvs­ fólka hópin saman, gongur leiðin til Kirkjubø, har æt lan in er at taka sær av løtt um eitt vikukifti á ein­ um baðihotelli. Hugnaliga sam veran endar tó, sum í øll um góðum glantrileikum, í eini fløkju av mis skilj ing­ um. Hvat hetta ger við s o­ kall aða starvsfólka trivn­ aðin, fara vit ikki at avdúka her. Fyribils kann Klaks­ vík ar Sjónleikarafelag tó vissa um, at fólk veruliga slep pa at royna sínar látur­ musklar í út við tveir tímar. ­ Hetta er ein skemtileikur í hægsta potensi ­ ein sann­ ur klassikari innan góða gamla slagi av glantri leik­ um, sigur Rudolf Joensen, for maður í Klaksvíkar Sjón leikarafelag. Hann greiðir frá, at leik­ urin hevur verður sýndur kring allan heim ­ ofta við heilt stórum komikara talent um. Í donsku útgávuni hevði Dich Passer til dømis ein av høvuðsleiklutunum. Nógv venjing Allar góðar sjónleikara­ kreftir, bæði yngri og eldri, eru eisini savnaðar í nýggja leiki num, har heili 16 leik­ lutir skulu mannast. Millum teir 14 leikararnar síggjast fleiri kend andlit sum til døm is Jan Gardar og Jógvan Elia sen, sum nú gera rætti ligt come­ back á palli. Íslendska Saga Jónsdóttir hev ur leikstjórnað, og henn ara drúgvu royndir eru veru liga komnar leikar ar­ num til góðar undir venj­ ing un um. ­ Í einum glantrileiki er tim ing in til dømis heilt av ger andi. Hetta krevur rætti liga nógv av bæði ein­ staka leikaranum og serliga samspælinum, so her liggur nógv leikstjórn og venjing aftan fyri, sigur Rudolf Joen sen. Men nú skuldi alt so ver­ ið klárt, og leygardagin fara tey so á pall í Løkshøll í Runa vík við fyrstu sýn ing­ ini. Lýst verður nærri, nær næs tu sýningarnar verða. Íblásturin úr Før oy­ um letur seg ikki fjala í málningunum hjá politistinum Regin Jørgen sen, sum í løtu­ ni sýnir fram í Leika­ lund í Klaksvík FramSýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Málarin, sum í løtuni sýnir fram í Leikalund, hevur eina heldur øðrvísi bak­ grund, enn myndamálarar flest. Sørvingurin Regin Jørgen sen er nevniliga polit is t ur og starvast hjá greinsu politinum í Tønder, har hann eisini hevur búð síðani 2007. Sum balsam fyri sálina Regin Jørgensen hevur a ltíð málað, og longu sum 17 ára gamal sýndi hann fram á fyrsta sinni. Í starvi­ num sum politistur hevur tó ikki verið so góð tíð til at mála, so í mong ár hevði hann lagt hetta frítíðar­ ítrivið til síðis. Seinnu árini hevur politistur in úr Sørvági tó tik ið pensil og lørift fram aft u r, og í dag stórtrívist hann við at mála aftur. ­ At standa og mála er sum balsam fyri sálina og tað fær meg ofta at minnast aftur á ta villu føroysku náttúru na, sigur Regin Jørgen sen. Hann málar fyri tað mesta í akryl, og mesta in spira tiónin kemur úr Før­ oyum, bæði í liti og ljósi. Umframt at mála lands­ lags málningar dámar Reg­ ini Jørgensen væl at eks­ peri mentera við ymsum mál i stílum. Regin Jørgensen hevur sýnt fram nógva staðni, og hev ur júst havt eina størri fram sýning í Tønder­ hallerne í Tønder. Framsýningin í Leika­ lund er opin fram til 15. februar Færri bretar arbeiðsleysir Í Bretlandi er tað komið óvart á serfrøðingar, at arbeiðsloysið minkaði í tíðarskeiðinum frá september til november í fjør. Hagstovan í London sigur, at 7.000 færri bretar vóru arbeiðs­ leysir í november enn í september. Broytingin er kortini ikki stór, tí í november vóru framvegis næstan 2,5 milliónir bretar arbeiðsleysir ella 7,8 prosent av teirri arbeiðstøku fjøldini. Greinarin Howard Archer á stovninum IHS Global Insight sigur við The Guardian, at hóast tann lítla batan seinasta heyst má roknast við, at arbeiðsloysið í Bretlandi fer at veksa í ár. Óvæntaður vøkstur Framburðurin í altjóða búskapinum er størri, enn Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, hevði roknað við. Aðalstjórin í grunninum, Dominique Strauss­Kahn, segði í gjár, at vøksturin í ár verður helst oman fyri tey trý prosentini, sum grunnurin higartil hevur mett. Hann gjørdi tó vart við, at tað er stórur munur á vøkstrinum í teimum ymsu heimspørtunum. Í teimum vanligu ídnaðarlondunum er vøksturin nær tengdur at almennum stuðulstiltøkum. Tann størsti vøksturin í bruttotjóðarframleiðsluni er haraftur­ ímóti í teimum sokallaðu vakstrarbúskapunum í Asia. Málandi politistur í Leikalund Klaksvíkingar við skemtileiki »Dagslys«, Regin Jørgensen, 2010 »Gjógv«, Regin Jørgensen, 2009 Sørvingurin Regin Jørgensen, sum starvast sum politistur í Tønder, hevur tikið pensil og lørift fram aftur Myndir frá nýggja skemtileikinum hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag »Stundum, stundum ikki« Myndir: eybii