hósdagur 21. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2010
Eg kundi hugsað mært at komið her tvær
ferðir um vikuna, sigur Jensa Heinesen
Eldrarøkt
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Sum ein annar royndur fimleikari rennur Jensa Heinesen
skjótt yvir um gólvið, vendir og so aftur. Tað kundi sæð út
sum, at hon alt sítt lív hevur verið ítróttarfólk.
Nei, eg var 65 ár, tá ið eg byrjaði, sigur hon.
Jensa Heinsen var 65 ára gomul, tá ið hon fekk
hjartatrupulleikar og noyddist at gevast við at arbeiða.
Hon fór at ganga til fimleik hjá Hjartafelagnum, har hon
nú er forkvinna, og hon fíór at ganga til fimleik í
Tilhaldinum í Havn. Jensa Heinesen fekk eisini tilboð um
at koma til venjingar á Tjarnargarði, og hon heldur, at tað
var orsøkin til, at henni var bjóðað at koma við til
venjingarnar í Badmintonhøllini.
Ja, tað ger stóran mun. Eg kenni meg betur og orki alt
nógv betur. Haraftrat hava vit tað so hugnaligt saman, sigur
Jensa Heinesen.
Hon er kvik til beins, men tað er eingin treyt fyri at
luttaka. Tey, sum ikki orka at renna, tey ganga, og eingin
sigur, hvussu skjótt tey skulu flyta seg eftir gólvinum.
Her er eingin kapping.
- Mær dámar eisini væl, at Badmintonhøllin verður brúkt
teir tímarnar, tá ið einki annað er her. Tey í Frítíðarskúlanum
eru blíð og bjóða okkum kaffi, tá i vit koma og aftur,
áðrenn vit fara. Eg vil mæla øllum pensionistum til at
koma til hetta góða tiltakið hjá kommununi, sigur Jensa
Heinesen.
Tað ger
stóran mun
Jensa Heinesen kundi hugsað sær, at venjingarnar í
Badmindtonhøllini vóru tvær ferðir um vikuna
Myndir: Álvur Haraldsen
Gongubrúgv um Streymin
Í næstum fer Landsverk undir at seta eina gongubrúgv uttan á Brúnna um Streymin. Hetta verður gjørt í samband við
brúgvaumvælingina, sum í løtuni verður gjørd á brúnna. Tann smæla gongubreytin, sum var á sjálvari brúnni, er tikin
burtur, og tí ber til at breiðka vegin um brúnna við einum metri í hvørjum borði. - Ferðslutrygdin á brúnni um
Streymin verður munandi bøtt, tá umvælingin av brúnni er endaliga liðug móti sumri. Ein gongubrúgv upp á hálvan
annan metur verður sett upp uttan á verandi brúgv á norðursíðuni. Umframt at tryggja tey ferðandi til gongu, hevur
hendan ferðsluábótin tann fyrimunin, at samlaða vegbreiddin á brúnni fer úr tilsamans seks metrum upp í átta metrar.
Tað merkir, at ein vegøksl upp á ein metur kemur afturat hvørji koyribreyt, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini
á Landsverki. Stoypiarbeiðið á brúnni er um at vera liðugt, men betongið skal hava tíð til at styrkna í einar 20 dagar,
áðrenn koyrast má eftir tí. Um hálvan februar verður aftur opið í báðum síðum á brúnni, og tá verða ferðsluljósini tikin
niður. Tó verður ferðslan til tíðir nakað tarnað í sambandi víð liðugtgerð av brúnni. Millum annað skal brúgvin
fuktbjálvast, asfalterast og síðani merkjast upp. Alt arbeiðið á Brúnni um Streymin verður liðugt í seinasta lagi 1. juni.