hósdagur 21. januar 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2010
Fiskiveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mikudagin setti Kári P. Høj
gaard, løgtingsmaður, lands
stýrismanninum
í
fiski
vinnumálum, Jacobi Vester
gaard, tríggjar munnligar
fyrispurningar um fiski
vinnu og fiskivinnumál.
Í fyrsta lagi spurdi løg
tingsmaðurin, hvørji stig
politiski myndugleikin sam
an við vinnuni higartil hev
ur tikið fyri at kunna út
lendskar keyparar av før
oyskum fiskavørum, at vit
fiska burðardygt.
Í øðrum lagi spurdi hann,
um landsstýrismaðurin veit,
hví hýsa, sum er fiskað
undir Føroyum, verður boy
kottað, meðan hýsa veidd
undir Íslandi verður roknað
sum
burðardygg
veiða,
hóast hon ikki hevur góð
kenning.
Í triðja lagi spurdi Kári P.
Højgaard, hvørji stig lands
stýrismaðurin fer at taka til
tess at samskipa vitanina og
frøðina á sjógvi og landi, so
tilmælini til politisku skip
anina eru greið, og at vit
saman úteftir kunnu markn
aðarføra eina burðardygga
fiskiveiði.
Veiðan burðardygg
Í sínum svari, segði lands
stýrismaðurin, Jacob Vester
gaard, at hann hevur havt
samráðingar
við
bæði
bretskar politikarar og ES
myndugleikar um hesi við
urskifti, og tí segði hann
seg meta, at hann politiskt
hevur gjørt tað, sum gerast
kann at byrgja uppfyri boy
kotti av føroyskum fiskavør
um í Bretlandi.
Bæði Bretland og í størri
høpi eisini ES hevur víst
stóran áhuga fyri føroyskari
fiskivinnu
og
føroysku
fiskiveiðiskipanini.
Landsstýrismaðurin
segði, at føroyska fiskiveið
an er burðardygg, tá havt
verður í huga, at nógvir dag
ar í skipanini, sum myndug
leikar saman við vinnu og
fiskifrøðiligari
ráðgeving
settu út í kortið, ikki verða
brúktir.
Men hvussu ber tað tá til,
at veiðitølini eftir ávísum
fiskasløgum eru so vánalig?
Svarið er, at uppog niður
gongd altíð er í fiskiveiði,
skiftandi millum ymisku
fiskastovnarnar.
Soleiðis
hevur tað altíð verið, og so
leiðis fer tað altíð at vera.
Alt til sættis
Okkara
fiskiveiðiskipan
byggir á dagatal og ikki á
kvotur, og tí kemur alt til
sættis, sum veitt verður.
Eingin fiskur verður blakað
ur deyður í havið aftur.
Hetta kann so aftur vera ein
orsøk til, at ein partur av
veiðini er smáur fiskur,
men í øðrum londum, har
veitt verður eftir kvotuskip
an, hava teir í staðin stórar
trupulleikar við útblaking
av smáum fiski.
Landsstýrismaðurin vísti
í sínum svari á, at okkara
stovnsrøkt verður skipað
við ásettum dagatali, friðað
um økjum og leiðum, gýt
ingarfriðingum, bráðfeing
isveiðibanni, tá ov nógvur
ungfiskur er uppi í veiðini
– og við ásetingum um
meskastøddir,
sum
eru
størri, enn vit vanliga kenna
um okkara leiðir.
Haraftrat kemur, at tá
veiðan er vánalig ella, tá
fiskaprísirnir eru óvanliga
lágir, minkar veiðan eisini,
tí áhugin fyri at loysa skip
og bátar gerst minni.
Nøgdur við svar
Kári P. Højgaard sigur seg
vera rímiliga væl nøgdan
við svarið hjá landsstýris
manninum, tá havt verður í
huga, at hetta var ein munn
ligur fyrispurningur.
Tað er undrunarvert, at
Fiskifrøðiligu tilmælini ska
- Tað er eingin loyna, at høvuðstrupul-
leikin við føroyskum fiskavørum í
Bretlandi liggur í teimum tilráðingum,
sum havgranskingarstovnurin ICES
hevur viðvíkjandi veiði undir Føroyum.
Tað eru hesar tilráðingar, sum skapa
alla balladuna. Skuldu Føroyar fylgt
tilráðingunum hjá ICES, hevði veiðan
eftir ávísum fiskasløgum verið steðgað,
og tað hevði verið ein vanlukka fyri
Føroyar
Kári P. Højgaard spurdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum
um trupulleikarnar við føroyskum fiskavørum í Bretlandi
Fleiri innbrot á Vágum
Fýra innbot hava verið í Vágum í nátt. Brotið er inn í
Sandavágs Timburhandi, Effo í Sørvági og í FK og
Mylluna í Miðvági. Enn veit poliitið ikki, hvat er stolið,
men líkt er til, at leitað hevur verið eftir peningi. Politiið í
Vágum hevur fingð hjálp frá kriminaldeildini í Havn til at
kanna innbrotini, og poliitið sigur seg hava góð spor at
ganga eftir. Fleiri unnbrot hava í seinastuni verið í Vágum.
Eftirlýsa bil
Ein svartur Peugeot varð í nátt stolin í Tórugøtu í Havn.
Politiið leitar eftir bilinum, sum er stolin onkuntíð í nátt.
Bilurin er ein Peugeot við nummarplátuni PV 926. Bilurin
stóð uttan fyri bústaðin hjá eigaranum, sum hevði verið
gáloysin og latið bilin standa ólæstan við lyklunum í.