hósdagur 21. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2010
apa balladuna í Bretlandi
bretar skulu boykotta okk
ara fiskavørur og í hesum
førinum serliga hýsuúrdrátt
ir úr veiði undan Føroyum,
samstundis sum fiskiveiði
skipanin í ES hevur spælt
fallit.
Hann heldur, at okkara
høvuðsboðskapur
sum
fiskivinnutjóð eigur at vera,
at við okkara fiskiveiðiskip
an kemur alt til sættis – og
at veiðan, soleiðis sum vit
skipa hana, hvílir á burðar
dyggum grundarlagi.
Her er eingin útblaking
av smáum fiski, ið vit so
mangan hava sæð í øðrum
fiskiveiðiskipanum,
sum
annars verða sagdar at vera
burðardyggar.
Kári P. Højgaard vísir á,
at stóru handilsketurnar í
Bretlandi hava sínar egnu
ráðgevarar, og í hesum føri
er talan um felagsskapir, ið
spesialisera seg innan hetta
øki.
Hetta hevur við sær, at
tað helst verður torført frá
politiskari síðu at fáa okkara
fiskiveiði góðkenda sum
burðardygga, tí politiskt
verður tað trupult at ávirka
hesar felagsskapir. Einasti
møguleiki er tí helst, at tað
verður vinnulívið, sum ger
neyðuga upplýsingararbeiði
til
frama
fyri
okkara
fiskavørur, sigur hann.
Ballada í Bretlandi
Men hvar finna vit so ICES,
Havstovuna og tær tilráðing
ar um fiskiveiði í øllum hes
um, spurdu vit Kára P. Høj
gaard?
Tað er eingin loyna, at
høvuðstrupulleikin liggur í
teimum tilráðingum, sum
havgranskingarstovnurin
ICES hevur viðvíkjandi
veiði undir Føroyum. Tað
eru hesar tilráðingar, sum
skapa alla balladuna, sum
løgtingsmaðurin tekur til.
Hann vísir á, at skuldu
Føroyar fylgt tilráðingunum
hjá ICES, hevði veiðan eftir
ávísum fiskasløgum verið
steðgað.
Vit hava afturvendandi
sæð slíkar tilráðingar síðan
einaferð tíðliga í nítiárunum,
men tíðin hevur víst, at tað
hevði verið ein vanlukka
fyri Føroyar, um hesar til
ráðingar vórðu fylgdar.
Flotin minkaður
Eg fekk staðfest í svarinum
hjá landsstýrismanninum,
at okkara fiskiveiða hvílir á
burðardyggum grundarlagi.
Okkara fiskifloti er nógv
minkaður seinastu árini, og
nógv færri fólk eru bæði í
fiskivinnuni á sjógvi og
landi.
Kári P. Højgaard heldur
eins og landsstýrimaðurin,
at kanska er okkara línufloti
vorðin nakað stórur, meðan
fiskiskipaflotin annars er
nógv minkaður.
Eg haldi slett ikki, at
sjálvt veiðitrýstið er størsti
trupulleikin í okkara skipan,
tí her liggja nógvir óbrúktir
fiskidagar, eins og vit hava
nógvar tekniskar forðingar,
sum eru við til at verja okk
ara fiskastovnar.
Høvuðstrupulleikin
er,
heldur løgtingsmaðurin, at
fleiri av teimum, sum í dag
virka í vinnuni, noyðast at
bera tungar byrðar, tí aðrir,
sum eru farnir úr vinnuni,
havt selt loyvir og dagar
fyri okursprísir.
Soleiðis hava vit eisini
fingið ein óneyðuga skuld
artyngdan fiskiflota, sigur
Kári P. Højgaard, løgtings
maður.
Kári P. Højgaard heldur,
at tað serliga eru negativu
tilráðingarnar hjá
fiskifrøðiligu ráðgevingini,
sum skapa balladuna í
Bretlandi, sum hann tekur til
Mynd: Vilmund Jacobsen
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður, heldur upp
á, at føroyska fiskiveiðan er
burðardygg
Ábøtur ganga sum ætlað
Landsverk sigur, at ábøturnar, ið arbeitt verður við í løtuni, ganga sum ætlað. Í Streymnesi verður arbeitt við at gera eina vinstrasnar
ingarbreyt og nýggjan busslumma. Hetta arbeiðið er um at verða liðugt. Alt eftir veðri verður sum skjótast farið undir at gera upp
merkingar, ið er tað seinasta, sum eftir er at gera. Í Hósvík verður arbeitt við at breiðka vegin við sjálva íbindingina. Eitt ferðslutrygd
arátak, ið kann samanberast við tað, sum er gjørt við innkoyringina til Sandvíkarhjalla. Arbeiðið í Hósvík verður liðugt um hálvan
februar. Eisini eru ábøtur gjørdar ið skulu økja um trygdina í Hvalbiartunlinum. Ein vinningur við hesum er, at fríhæddin á tunlinum
nú er hækkað úr 3,20 metrum upp í 3,50 metrar. Norðari portalur í Hovstunlinum er ov stuttur, og hevur seinastu tíðina verið arbeitt
við at leingja hann við 15 metrum. Hetta arbeiðið verður liðugt 1. apríl. Eftir at gera er at fuktbjálva portalin, fylla upp við mold og
øðrum tilfari oman á honum, seta ljós upp og at skera av øðrum portalfótinum, sum er ov høgur. Í næstum verður farið undir at betra
um trygdina í ávikavist Kunoyartunlinum og Leynatunlinum. Ferðsluábøturnar í teimum føroysku tunlunum verða gjørdar eftir einum
tilmæli frá einum svenskum serfrøðingi frá stóru norðurlendsku ráðgevarafyritøkuni, Rambøll. Á Oyrareingjum verður eitt strekki upp
á einar 100 metrar móti nýggju havnini á Signabø breiðkað í løtuni. Hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt um ein mánað.