Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2010 15 TÍN ORKA Orkutøkningur til Magn Vit sóknast eftir orkutøkningi til Magn Hitatænastuna í Suðurstreymi Um Magn Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar. Vit eru 130 starvsfólk, svarandi til 80 ársverk. Høvuðsskrivstova okkara er í Havn og deildarskrivstovur eru í klaksvík og á tvøroyri. 10 service støðir bera Magn navnið, av hesum eigur Magn tær 4. Vit hava goymslur í klaksvík og í Havn, og mált uppá sølu eru vit ein av Føroya størstu fyritøkum. Um starvið Hitatænastan hjá Magn tekur sær av árligum eftirliti og tænastuvakt til okkara sethúsa- og virkiskundar. Árliga eftirlitið umfatar millum annað reinsan av oljufýri og ketli og kannan og stillan av oljufýri. at oljufýrið er stillað rætt verður tryggjað við eftirlitsmátingum. øll úrslit og tilmæli verða skrásett í eftirlitsbók. Um hitatænastuna er annars at siga: tænastan er besta trygd fyri eini vælvirkandi oljufýrs- skipan, tvs. eingin óneyðug oljunýtsla og munandi minni vandi fyri sótskaðum við meira. tað arbeiða í alt 9 ábyrgdafullir, raskir og vællærdir orkutøkningar í Hitatænastuni hjá Magn, og hesir tryggja sethúsum og virkjum í øllum landinum hita allar 365 dagarnar um árið. um skipan óeydnutíð sløknar, er hjálpin tó skjót og nær. Uppgávur í stuttum: • Árligt reins, eftirlit og innstilling av størri og minni hitaverkum í Suðurstreymi. • tænastuvakt 4. hvørja viku • Veita kundum okkara bestu ráðgeving um orku og orkuverk teirra. • tryggja okkara høga tænastustøðið • Verða ein partur av framhaldandi menningi av Magn hitatænastuni. Vit bjóða: Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um vilt og dugir, so sleppur tú eisini. tað er avgerðandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl. av hesi orsøk fært tú góðan stuðul og alla neyðuga upplæring og útbúgving. Vit vænta: • Viðkomandi handverkaraútbúgving, so sum rørsmiðjur, maskinsmiðjur, elektrikari ella líknandi. • at tú ert tænastusinnað/ur og góð evni at samskifta og samstarva • at tú hevur áræði og dugur at arbeiða sjálvstøðug. Okkara virði eru: • kundin í fokus • Vitan og førleiki leingi livið • Skjótt er gott • gleiði gevur megi. um tú umhugsar at søkja starvið, vinarliga fær inn á www.magn.fo og hygg nærri eftir, hvussu vit á Magn arbeiða við virðum felagsins í okkara dagliga arbeiði. Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til leif Hovgaard á telefon 347443, 237443 ella á leif@magn.fo umsóknir við prógvum skulu latast inn innan 07. februar kl. 16.00. antin við at senda bræv til: Magn Vestara Bryggja 10 FO-110 Tórshavn Att.: Leif Hovgaard Ella við at senda teldupost til leif@magn.fo www.magn.fo Løgreglan í Russlandi verður løgd undir valds misnýtslu, eftir at ein blaðmaður bleiv bukaður í hel í varð haldinum í bý ­ num Tomsk. Sam bært starvs feløg unum bleiv hann eisini píndur Russland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tann 47 ára gamli russiski blaðmaðurin Konstantin Popov doyði í gjár á einum sjúkrahúsi av løstunum, sum hann fekk, tá hann bleiv bukaður, meðan hann var í varðhaldi hjá løgregl uni. Málið hevur vakt stóran ans, og fólk óttast ta harð­ rendu framferðina hjá løg­ regluni, sum er komin, eftir at fjølmiðlarnir hava av ­ dúkað fleiri gølur um svik og harðskap. Popov arbeiddi sum blað­ maður í býnum Tomsk har eysturi í Russlandi. Starvs­ felagar hansara siga, at Popov bleiv ikki bara buk­ aður, men at hann bleiv eisini píndur í varðhaldinum, og teir hava nú mælt løg­ regluopvastanum í býnum til at leggja frá sær. Ein kanningarnevnd, sum hevur hugt at tilburðinum, sigur í sínari frágreiðing, at Konstantin Popov varð flutt ur á sjúkrahús tann 4. januar, tí hann hevði fingið álvarssamar løstir innvortis, tá ein løgreglumaður hevði sligið hann í einum kliva í varðhaldinum. Sambært nevnd ini fekk hann ongan­ tíð vitið aftur, og í gjár doyði hann. Kann henda øllum Formaðurin í Tomsk­deild­ ini hjá russiska tíðinda­ manna felagnum, Aleksej Sevastianov, sigur, at siger, at Konstantin Popov bleiv illa viðfarin við einum luti, men hann vil ikki siga, hvat fyri lut talan er um. – Hann blkeiv píndur, sigur formaðurin. Nevndin, sum hevur kann að málið, sigur, at hon hevur skuldsett ein 26 ára gamlan løgreglumann fyri grovan harðskap og valds­ misnýtslu. Løgreglu mað ur­ in, sum eitur Aleksej Mitajev, hevur viðgingið, at hann sló Konstantin Popov, men sigur, at tað var strongd, sum fekk hann til at leypa framav. Hann er fyribils loystur úr starvi. Konstantin Popov átti í miðla húsinum Tema. Ábyrgd arblaðstjórin, Kon­ stan t in Karpatjiov, sigur, at tað var neyvan arbeiðið hjá Po pov, sum kostaði honum lívið. – Hatta kann henda okk­ um øllum. Hetta vísir, at yvirgangurin hjá løgregluni er vendur ímóti okkum øll­ um, sigur ábyrgdarblað­ stjórin. Russiska løg­ reglan bukaði blaðmann í hel Tann 47 ára gamli Konstantin Popov doyði í gjár eftir at hann varð illa bukaður í varðhaldinum hjá løgregluni Mynd: ITAR-TASS