hósdagur 21. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 14 - 21. januar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Anna Samuelsen í Kollafirði andaðist týsdagin á
Eldrasambýlinum í Kollafirði, 97 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Zion í Kollafirði fríggjadagin
kl. 13.
Kistan við Ivu Salomu Hansen, Norðskála, fer úr
kapellinum á Landssjúkrahúsinum hósdagin kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Norðskála kirkju fríggjadagin
kl. 13. Tey, ið vilja minnast Ivu, kunnu lata Norð
skála kirkju eina peningagávu, konta í Eik.
Hjalti Joensen, Hvannasund, andaðist mánadagin,
74 ára gamal.
Johannes Dahl Hovgaard, vanliga nevndur
Johannes hjá Hassa, ættaður úr Vági, búsitandi í
Haderslev, andaðist hósdagin, 62 ára gamal. Jarðar
ferðin verður úr Åstrup Kirke, Åstrup Allé 21 í
Haderslev fríggjadagin kl. 11.
Andlát og jarðarferðir
Merkisdagar
Dagurin
21. januar. Agnes, deyð umleið ár 300. Halgisøgan um Sanktu Agnes er ein av teimum elstu frásøgnunum um
blóðvitni í fornkirkjuni. Hon vildi giftast heidnum fríggjara og varð tikin av døgum. Grikst navn ið merkir: hin
óspilta.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Mánadagin 18. januar tóku lesandi á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar.
Fremra rað f.v.: Elin Maria Jóannesardóttir av Reyni, Tórshavn, Elsebeth Sofía Danielsen, Árnarfjørður, Ketty Danielsen, Klaksvík, Fríðhild Kristina Højgaard, Saltnes, Jenny
Hansen, Syðrugøta, Heidi Joensen, Tórshavn, Vanja Johansen, Saltangará, Mirjam Doreta á Lakjuni, Leirvík, Valborg H. Laksáfoss, Hoyvík,
Aftara rað f.v.: Margith Olsen Latupeirissa, Klaksvík, Rakul Olsen, Tórshavn, Joan Poulsen, Funningur, Judith Schwartson, Tórshavn, Rini Sivertsen, Hoyvík, Gunnhild Thomsen,
Hvalba, Tórvør Østerø Vang, Hoyvík, Lisbeth Vang, Argir og Christa Niclasen, Argir, (bachelor í sjúkrarøktarfrøði).
åMynd: Jens Kristian Vang
Nýggir sjúkrarøktarfrøðingar
60 ára føðingardagur
Leygardagin 23. jan. fyllir Tummas Lauritsen seksti. Dagurin
verður hildin við hús á Tvørgarði 31 í Miðvági frá kl. 18.
Vælkomin.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 24. jan. verður Kjartan Stakksund, Eiði, 80 ár.
Dagurin verður hildin við altargangsgudstænastu í Eiðis
kirkju kl. 17. Síðani verður døguri í Ítróttarhøllini har øll eru
hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
1. feb. verður Hans Poulsen, Hans av Eiði, 80 ár. Dagurin
verður hildin 6. feb. hjá dótturini í Kristiansgøtu 37, Hoyvík, frá
kl. 17.
Diamantbrúdleyp
28. jan. kunnu hjúnini Diana og Alfred Klein, Fuglafirði, halda
diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í
Leirvík leygardagin 30. jan., kl. 16, har øll eru vælkomin. Fólk
verða biðin um at siga frá í seinasta lagi 23. jan. á tlf. 444092.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 26. feb. hava hjúnini Heinina og Sigurd Gaard
Hansen diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin
tann 27. feb. kl. 17 í Royndarhúsinum í Nólsoy. Tey, sum vilja
gleðast saman við okkum, verða biðin um at siga frá á tlf.
327145 ella 527145 innan 7. feb.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 2. feb. hava Jóhan Petur S. og Lis Olsen
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í kafeteria í Kelduni
í Skálafirði týskvøldið 2. feb. frá kl.18. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Prógv
Tann 20. jan. 2009 var Jóanes Reinert, Tórshavn, útlærdur sum
hotelkokkur. Læruplássið var Restaurant Salt á Admiral Hotel í
København.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæra kona,
mamma, omma og langomma okkara
Petrina (Dinna) Ziskasen
Klaksvík
fór heim til Harran og varð jarðað.
Tøkk til Norðoya Røktarheim fyri alla umsorgan og
hjálp, tit sýndu henni øll árini, tit vóru um hana.
Tøkk til talarar, berarar, spælarar, tykkum, sum
hjálptu til við ervinum, og øll, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Og tøkk, øll tit, ið mintust hana við at senda
peningagávur til Zarepta.
Vegna familjuna
Mikkjal
Jórun, Lis og Jan