hósdagur 21. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 21. januar 2010
17
Í kvøld eru júst 50 ár liðin
síðan brandlúðrarnir í
Havn ýldu, tí eldur var
í Gamla Kommunuskúl
anum hóskvøldið 21.
januar 1960
Tað var umleið kl. 23 at fólk varn
aðust, at eldur var í bygninginum.
Tað var oysregn og stilli hetta
kvøldið. Roykurin lá tættur niðan
gjøgnum býin, og tað vardi ikki
leingi, fyrr enn nógv fólk komu
oman í býin at hyggja eftir hvat
var áfatt. Ljósur logi stóð tá upp
gjøgnum takið og út gjøgnum
vindeyguni í vestara enda á
bygninginum.
Brandmenninir
vóru skjótir á staðið, men tað tók
nakrar tímar, til eldurin varð
sløktur.
Eftir at nýggi kommunuskúlin
varð bygdur í Havn, var gamli
skúlin nýttur til nógv ymisk
endamál.
Tekniska deild hjá býráðnum
helt til har, læraraskúlin hevði
eina stovu, eins og Havnar Horn
orkestur og GHM hildu eisini til í
skúlanum. Eisini helt Føroya
Sparikassi til í skúlanum, meðan
ein umbygging av sparikassabygn
inginum fór fram.
Skaðin var sera umfatandi.
Havnar Hornorkestur misti alla
sína útgerð, meðan GHM fekk
bjargað tí mesta av sínari útgerð. Í
eini stovu, har arbeitt var við býar
planinum yvir Havnina, kolaðist
alt upp. Skúlin var tryggjaður fyri
120.000 krónur, meðan útgerðin
hjá Havnar Hornorkestri als ikki
var tryggjað.
Grundarsteinurin til Kommunu
skúlan varð lagdur mánadagin 18.
desember 1893, og sunnudagin 4.
august 1895 var skúlin vígdur.
Tað var Jákup Andreas Arge, van
liga nevndur Jampan, sum stóð
fyri grótlaðingini, og Dione Isak
sen teknaði skúlan, sum samanlagt
kostaði 38.000 túsund krónur at
byggja.
Í dag er Gamli Kommunuskúlin
ráðhús hjá Tórshavnar kommunu.
- mg
Keldur: Sosialurin og Dimmalætting
leygardagin 23. januar 1960 / Havnin – fólk
og yrki 1900-1939
Fyri 50 árum síðan:
Býarplanurin upp í royk
nøvn
Brandmenninir vóru skjótir á staðið, men tað tók nakrar
tímar, til eldurin varð sløktur
Í dag er Gamli Kommunuskúlin ráðhús hjá Tórshavnar kommunu