hósdagur 21. januar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 14 - 21. januar 2010
Soleiðis síggja leivdirnar av supernovuni
hjá Kepler út nú á døgum.
Soleiðis sá SN 1987 út, tá ið rúmdar-
kikarin Hubble tók mynd av henni
19. mai í 1994.
Mynd av LMC áðrenn SN 1987 brast (vinstrumegin) og stutt eftir spreingingina
(høgrumegin).
Stjørnur í miðdeplinum í okkara Vetrarbreyt avmyndaðar við infrareyðum
ljósi. Drúgvar kanningar av rørslunum hjá hesum stjørnum vísa, at tær flyta
seg, sum dregur ein ósjónligur himmalknøttur við ógvuliga stórari nøgd í tær.
ESO.
Myndin vísir, hvussu ein teknari ímyndar sær umhvørvið um eitt svart hol.
NASA.
Kjarnarnir í tyngstu stjørnunum verða til svørt hol
Altjóða
stjørnu-
frøðiár 29
Pól Jespersen
Kjarnin í teimum heilt tungu
stjørnunum er ov tungur at gerast
nevtronstjørna. Kjarnarnir í hesum
stjørnum verða í staðin til svørt hol,
tá ið stjørnurnar ganga til grundar.
Svørt hol síggjast ikki og eru tí trupul
at ávísa, men nú á døgum munnu
fáir granskarar ivast í, at svørt hol
veruliga eru til
Granskarar kunnu javnan eygleiða
supernovur í øðrum stjørnubreytum
í kikara, men í okkara breyt er sum
longu nevnt langt ímillum supernovur.
Ta seinastu, sum vit vita um, sá Kepler
8. oktober í 1604. Men so, 23. februar
í 1987 frættust stórtíðindi. Boðini fóru
sum rótasúpan um allan vísindaheim,
at ein nýggj bjørt supernova (SN 1987A)
var at síggja á sunnaru hálvu.
Eitt sindur ørkymlandi var at frætta,
at frástøðan skuldi vera knøpp 170.000
ljósár, tí Vetrarbreytin er bara um leið
100.000 ljósár í tvørmál. Frágreiðingin
er, at okkara stjørnubreyt hevur fleiri
smáar grannabreytir, harímillum LMC
(Large Magellan Cloud) og SMC (Small
Magellan Cloud), sum við tyngdini
er knýttar at okkara breyt. Tað var
í LMC, at granskararnir Ian Shelton
og Oscar Duhalde á Las Campanas
observatorinum í Kili høvdu sæð nýggju
stjørnuna. Talan var so statt um eina
hending, sum fór fram fyri næstan
170.000 árum síðan, og at boðini nústani
vóru komin vegin fram til okkara.
Nógvir stjørnufrøðingar norðanfyri
tveittu frá sær annað arbeiði og fóru
suður um ekvator at vera við til at
granska hesa kærkomnu hending. SN
1987 hevur síðan verið granskað væl
og leingi, og nógv nýggj vitan er komin
til høldar.
Óførir roknimeistarar
Enski stjørnufrøðingurin (Sir) Arthur
Stanley Eddington, 1882-1944, var
ein sannur meistari at rokna fyrimyndir
av stjørnum. Eddington var í fremstu
røð, tá ið ráddi um at skilja tað, sum
fór fram í stjørnunum. Harumframt
var hann serfrøðingur í relativitetsástøð-
inum hjá Einstein.
Í 1928 fer ein gávuríkur indari
Subrahmanyan Chandrasekhar, 1910-
1995, til Onglands at lesa hjá Eddington.
Hann hevur serligan áhuga fyri tí, sum
hendir í stjørnunum, tá ið brennievnið
fer at ganga undan. Á longu sjóferðini
brúkar tann bara 18 ára gamli Chandr-
asekhar relativitetsástøðið og kvantu-
læruna at vísa, at mark er fyri, hvussu
stórari tyngdarkraft, elektronirnar orka
at standa ímóti í stjørnum. Soleiðis
verður greitt, at stjørnur við nøgd minni
enn um leið 1,4 sólnøgdir (Chandra-
sekharmarkið) ikki kunnu draga seg
saman meiri enn eitt vist. Tær enda
sínar dagar sum ”hvítir dvørgar”, har
ið elektronir ígjøgnum kvantueffektir
halda tørn við tyngdina.
Meðan Chandrasekhar fæst við
hvítu dvørgarnar, fær hann eisini ta
hugsan, at ein doyggjandi stjørna kanska
kann gera eitt punkt við so sterkari
tyngdarkraft, at tað kann fanga ljós,
so tað ikki sleppur burtur. Hvørki
Eddington ella Einstein dámdu slíkar
hugsanir.
Russiski alisfrøðingurin og rokni-
meistarin Lev Davidovich Landau,
1908-1968, vísir seinni á, at ein annar
møguleiki er - og eitt annað mark -
har ið nevtronir kunnu halda tørn við
tyngdina. Hetta er í nevtronstjørnunum.
Sum longu nevnt vita vit bæði um
hvítar dvørgar og nevtronstjørnur.
Spurningurin var nú, hvat mundi
henda við supernovukjarnum, sum
vóru tyngri enn hetta og tí ikki kundu
gerast nevtronstjørnur. Hvat hendir,
tá ið hvørki elektronir ella nevtronir
orka at standa ímóti tyngdini? Skulu
vit kanska vænta, at tilfarið í hesum
stjørnukjarnum bara søkkur saman
til eitt punkt - ein singularitet?
Svørt hol
Í 1939 ger amerikanski alisfrøðingurin,
J. Robert Oppenheimer, 1904-1967,
eina roynd at skilja, hvussu ein himmal-
knøttur kann gerast so tættur. Saman
við studenti sínum, Hartland S. Snyder,
setur hann upp líkningar, sum vísa,
at møguleikin, at ein himmalknøttur
kann draga seg saman til ein singularitet,
eitt svart hol, skal verða tikin í álvara.
Heitið svart hol er tó yngri. Tað stavar
frá 1969, og maðurin, sum kom við
tí, var amerikanski alisfrøðingurin John
Wheeler.
Longu stutt eftir at Einstein í 1915
er liðugur við sítt almenna relativitets-
ástøði, skrivar týski alisfrøðingurin
Karl Schwartzchild eina grein, har
hann vísir á ástøðiliga møguleikan,
at tilfar kann draga seg so tætt saman,
at tað í veruleikanum onga rúmd hevur
og tí óendaligan tættleika. Hann nevnir
hetta skapið eina punktnøgd. Schwartz-
child vísir eisini á, at tað sum seinni
verður nevnt singularitetur og svart
hol hevur ein “event horizon” - eina
havsbrúgv, og hann roknar eina stødd,
sum fær navnið Schwartzchildradius:
G er atdráttarkonstanturin, M nøgdin
í himmalknøttinum og c ljósferðin.
Hetta úrslitið er at skilja soleiðis, at
s
tá ið knøtturin hevur fingið radius R ,
megnar ljósið ikki longur at sleppa
frá knøttinum, sum tí ikki sæst.
Verða tøl fyri sólina sett í líkningina
s
omanfyri, fáa vit úrslitið R 3 km.
Tað merkir, at høvdu vit trýst sólina
saman, so hon fekk radius 3 km, høvdu
vit ikki longur sæð ljósið frá henni.
Ein annar máti at siga frá hesum er,
at tá hevði eingin kraft í heiminum
longur orkað at staðið ímóti tyngdini.
Neyðugt hevði so at siga ikki verið
at trýst meiri. Sólin hevði tá av sær
sjálvari minkað burtur til eitt punkt -
ein singularitet.
Hon hevði tá horvið úr hesum heimi,
men tyngdarfeltið frá henni høvdu
vit framvegis merkt.
Eru svørt hol til?
Oppenheimer slapp ikki at halda fram
við síni gransking, tí kríggið kom
ímillum. Í 1942 var hann valdur at
standa fyri royndunum hjá teimum
sameindu, Manhattan Project, at gera
eina atombumbu.
Seinni, í sekstiárunum, vaks áhugin
fyri teimum stóru kosmologisku spurn-
ingunum aftur. Tá tóku fleiri aðrir
kendir granskarar upp aftur táttin við
teimum svørtu holunum, t.d. Stephen
Hawking (1942-) og Roger Penrose
(1931-) í Onglandi. Svørt hol síggjast
ikki. Tí mugu granskarar brúka aðrar
snildir at ávísa tey. Mong dømi eru
um stjørnur, sum flyta seg, sum mala
tær um annan himmalknøtt, sum tó
ikki sæst. Verður samstundis sterk
røntgengeisling máld frá hesum
stjørnum, kann vera talan um eitt svart
hol. Geislingin stendst av, at ósjónliga
svarta holið dregur tilfar til sín úr
stjørnuni. Tá ið hetta lødda tilfarið
verður accelererað inn ímóti svarta
holinum, kemur sterk geisling frá tí.
Leingi var ein røntgenkelda í
Svaninum, Cygnus X-1, nevnd sum
tað kendasta dømið av slíkum slag,
men seinni eru mong onnur dømi
funnin. Og ikki bara tað. Nú verður
hildið, at stjørnubreytir, eisini okkara
Vetrarbreyt, hava eitt svart hol í
miðdeplinum.
Granskarar hava í mong ár kannað
rørslurnar hjá stjørnum í miðdeplinum
í Vetrarbreytini. Her er tjúkt fyri av
dusti og gassi, so tað ber ikki til at
granska hetta økið við sjónligum ljósi,
men tað bilar einki. Infrareytt ljós kann
verða nýtt í staðin. Hesar kanningarnar
vísa, at stjørnutættleikin er nógv størri
her, enn um okkara leiðir í Vetrar-
breytini. Harafturat flyta hesar stjørnur
seg við miklari ferð um ein ósjónligan
himmalknøtt í sjálvum miðdeplinum.
Eftir ferðunum hjá stjørnunum at døma,
er nøgdin á knøttinum í miðdeplinum
einar 4 mió sólnøgdir! Granskarar
meta, at ein ósjónligur himmalknøttur
við so stórari nøgd fær illa verið annað
enn eitt svart hol. Nú á døgum munnu
vera fáir stjørnufrøðingar, sum ivast
í, at svørt hol eru til. Sum so mangan
áður mugu vit helst ásanna, at tað sum
byrjaði sum spæl við líkningum við
okkurt skriviborð, avdúkaði nakað
veruligt.
Tað var sum nevnt Oppenheimer,
sum í 1939 við støði í almenna relati-
vitetsástøði Einsteins gjørdi eina forsøgn
um svørt hol, men hann var ikki fyrstur
við slíkum hugsanum. Longu í 1795
brúkti franski støddfrøðingurin Pierre
Laplace tyngdarástøði Newtons sum
grundarlag undir hugsanum um himmal-
knøttir, sum vóru so tættir, at einki
kundi sleppa burtur frá teimum, ikki
so mikið sum ljós.
Vísindasøgan er ikki bara søgan
um vísindalig avrik, hon er eisini søgan
um menniskjuna, hennara ómettiliga
forvitni og ótrúligu intellektuellu
stremban hennara eftir sannleikanum.