Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. januar 2010 Møguleikin at taka eitt ár afturat á hægsta støði og sannføringin um, at KÍ er væl mannað á mál verja­ sessunum vóru týð an di orsøkir hjá Jákupi Mikkel­ sen, tá hann skrivaði undir við ÍF »Hetta var ikki mátin, sum eg ætlaði at enda uppá. Nú eru vit fluttir niður, og eg ætli mær at gera mítt til, at KÍ sum skjótast kemur upp aftur í frems tu deildina.« Soleiðis segði Jákup Mikkelsen, tá tað eftir kappingarárið í fjør stóð greitt, at KÍ fyri fyrstu ferð í søgu felag sins mátti niður í 1. deild at spæla komandi kappingarár. Seint í gjárkvøldið skrivaði Jákup Mikkelsen undir sáttmála við ÍF, og við hesum er greitt, at tað verður utt an Jákup Mikkelsen, at KÍ skal royna at vinna seg uppaftur. - Tað er eingin einføld orsøk til, at eg skifti til ÍF. Teir settu seg í sam- band við meg fyri eini viku síðani ella so, men eg vildi ikki taka støðu alt fyri eitt. Støðan kring KÍ hevur verið rættiliga turbolent seinastu vikur nar, og fyrst og fremst vildi eg tryggja mær, at alt rokið kring venjara málið var av, áðrenn eg tók støðu til, hvar mín framtíð lá. - Nú er so friður á tí økinum, og so havi eg hugsað um, hvat var best at gera. Eisini fyri KÍ, sum eg haldi vera væl stillað á málverjaplássinum, nú Gunn ar á Steig er komin aftur til felag ið, og har vit eisini hava Eilir Arge sum ein framtíðar málverja. Á tann hátt er kanska meira perspektiv í, at tað er ein annar málverji enn eg, sum stendur millum stólparnar het- ta kappingarárið, sigur Jákup Mikkel sen. Og hvussu við tær sjálvum. Er hetta samstundis ein møguleiki hjá tær at taka eitt ár afturat á hægsta stigi? - Sjálvandi er tað tað. Nú havi eg spælt í somikið nógv ár í bestu deild ini. Og tí er tað avgjørt ein stór- ur motivatiónsfaktorur, at tað verður í fremstu røð, at eg skal spæla. - Enn kenni eg ikki tað heilt stóra til hópin hjá ÍF. Eg kenni sjálvandi Abra ham Løkin, sum er venjari, og Rógva Jacobsen, og teir báðir eru bæði ídnir og nærlagdir. Og í aðrar mát ar haldi eg, at hópurin hjá teim- um sær rættiliga spennandi út, so hetta er avgjørt ein avbjóðing, sum eg gleði meg til, sigur Jákup Mikkel- sen. Umframt Jákup Mikkelsen hevur ÍF eisini havt Eyðun Madsen sum mál ver ja. Sum skilst er tó ivasamt, hvus su nógv hann ger við fótbóltin í ár, men Fróði Poulsen, sum hevur ver ið til sjós, verður eisini millum mál verj ar nar. Støðan er broytt. Hóast hann fyri fáum mánaðum síðani segði, at hann vildi spæla KÍ upp aftur í fremstu røð, so sigur Jákup Mikkelsen nú, at motivatiónin við at spæla Vodafone-bólt í Fuglafirði er størri, enn hon er í Klaksvík og 1. deild KÍ hevur tað betur uttan meg Gango helst til NSÍ Andras Gango, sum júst er givin í ÍF, hevur vant við NSÍ seinastu dagar­ nar. Sannlíkt er, at sátt­ máli verður gjørdur mill um partarnar - Eftir at Meinhardt Joensen fór til Havnar, hava vit ongan mál mann. Tí kom tað væl við at Andras Gango bjóðaði seg fram. Enn er eingin avtala gjørd, men eg vænti at vit fara at gera sáttmála við hann, sig- ur Andrias Lamhauge sam- bært kringvarp.fo. Andras Gango hevur spælt við ÍF, síðani hann kom til Før- oya, umframt at hann eisini hev ur virkað sum málmans- ven j ari hjá føroyskum U-lands- liðum. Í fjør var tó ein ávísur kuril á tráð num millum málverjan og felag ið, og seinastu vikurnar hev ur verið mest sum greitt, at tað ikki var í ÍF, at framtíðin hjá mál verjanum var. Andrias Lamhauge sigur víðari, at enn er allur hópurin hjá NSÍ ikki komin upp á pláss. Eitt nú er ikki vist, at felagið fer at gera sáttmála við Potemkin, sum kemur til landið í februar. - Hann kemur aftur til Før- oya í februar og tá fer hann at ven ja við okkum. So fáa vit at sígg ja hvussu tað verður, sigur for mað ur in í NSÍ við heima- síðu na hjá Kringvarpinum. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Andras Gango venur nú við NSÍ, og helst verður tað eisini her, at hann fer at spæla fótbólt í ár5 Jákup Mikkelsen Føddur: 14. august 1970 Spælt við: -1994 KÍ 1994-2001 Herfølge (DAN) 2001-2003 Molde (NOR) 2003-2004 Partick Thistle (SKO) 2004 KÍ 2005-2007 B36 2008-2009 KÍ 2010-? ÍF Hartil 67 landsdystir fyri Føroyar Vunnið FM: 1991 (KÍ) 2005 (B36) Løgmanssteypið: 1994 (KÍ) 2006 (B36) DM: 2000 FAKTA