hósdagur 21. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. januar 2010 – Nr. 14
Rutinan, saman við virð
ing ini fyri mótstøðuni, var
størs ti munurin á liðunum
í gjárkvøldið, tá Dráttur
í hálvfinaluni sópaði
Fleyr av vøllinum. Liðini
vóru jøvn í løtum, men í
av gerandi løtunum átti
Drátt ur avgerandi munin
og vann fult uppiborið
Dráttur vann seg í gjárkvøldið í
steypa finalu na hjá kvinnum fyri fim
tu ferð. Ikki kann sigast annað, enn
at tað var gjørt við manér, tí hálv
finalan ímóti Fleyr, sum var spæld á
Eiði, endaði við 30 sigri. Í hvørjum
ein støkum setti var munurin hag
talsliga kanska ikki so stórur, men
kort ini var hann tað inni á vøllinum.
Hvussu nógv tað hevði at siga, at
vin na henda dystin, sást ikki minst
aftaná, tá spælararnir hjá Drátti lupu
í ein stóran trunka, meðan teir hjá
Fleyr við tárum í eygnakrókunum
fóru yvir í ein krók í ítróttarhøllini
fyri at vera fyri seg sjálvar, tá slagið
var tapt.
Fleyr kom annars til Eiðis við ein
um vælmannaðum liði, ið eitt nú
taldi fimm landsliðsspælarar. Birita
Joen sen og Anja Danielsen vóru
framman undan, Karina Debes var
komin aftur og nú vóru so eisini
Hjørd is Johannessen og Guðrið
Syder bø við. Tá so var, kravdist sjálv
andi ein ávís virðing frá mót støðu
lið num, og ta virðingina hevði
Drátt ur!
Hinvegin skal heldur ikki for
smáast, at Dráttur á sínum liði hevði
tríggjar fyrrverandi lands liðs spælar
ar í Helgu Nordendal, Herborg á
Mýr ini og Gerdu Nattestad, men
tann spælarin, ið skaraði mest fram
úr og uttan síðustykki var »woman
of the match«, var hevarin, Maja
Popo vic. Hon stýrdi spælinum til ful
n ar, og tá mest stóð á, evnaði hon at
taka sakina í egnar hendur í tøkum
tíma.
Dráttur drúgvari
Fyrsta settið byrjaði eitt sindur ner
vøst og liðini skuldu líka vinna sær
fóta festi og finna útav, hvat hitt
æt laði. Tey fylgdust hálvan veg, men
so tók Dráttur seg framum og kom á
odda 1913. Fleyr, sum spældi hel d
ur meira nervøst, fekk tó minkað
væl um munin, men tá Dráttur kom
á odda 2422 og hevði settbólt, setti
Maja eina av sínum góðu fintum inn
og avgjørdi settið.
Fleyr sá tó út til at taka annað
skinn um bak í øðrum setti, tá liðið
kom á odda við sjey stigum, 125 og
136, men so servaðu Herborg og
Elspa Suffía Joensen vágaliðið inn
aftur í dystin, so bara eitt stig var á
muni, áðrenn Maja tók yvir og serv
aði Fleyr frá 1515 upp á 1915. Fleyr
vildi tó ikki sleppa takinum og kom
framum so seint sum 2221, áðrenn
SÍ tók tríggjar teir síðstu bóltarnar
og vann.
Aftur í triðja setti gjørdi Fleyr ein
vørr og var á odda allan vegin upp
eftir, onkuntíð við fýra stigum, til
Drátt ur fyrstu ferð kom framum,
1615. Dráttur økti leiðsluna til
1815, men so kom Fleyr afturíaftur
og javnaði. Liðini fylgdust upp til
2424, men so var tað fyrst Maja,
sum fintaði eitt stig til 2524, áðrenn
Elspa Suffía við einum reinum
servu essi avgjørdi fyrsta sett og
mat sj bóltin og sendi Drátt í steypa
finaluna.
Sostatt gjørdist Dráttur drúgvari í
dystinum og vann uppiborið. Sum
nevnt, var Maja Popovic spælarin, ið
yvir strálaði allar aðrar, men sam
stundis var talan um eitt gott lið
avrik hjá Drátti, ið fylgdi upp leggi
num neyvt. Fleyr hevði ongantíð
neyðu ga dirvi til at halda fast, men
sletti ov nógvar bleytar bóltar yvir
um netið, og tá rutinan hinumegin
er størri, kann tað bara ganga ein
veg.
Eitt stórt
vónbrot
– Fyri okkum er tað eitt stórt
vónbrot, at vit ikki komu í
steypafinaluna, tí vit vóru har í
fjør og vildu sjálvandi fegin
verið har aftur í ár. Vit royna at
byggja eitt nýtt lið upp, og enn
restar eitt sindur í, áðrenn ungu
spælararnir ordiliga sláa til. Tí
mugu vit bara arbeiða víðari við,
staðfesti venjarin hjá Fleyr, Hans
Mikkelsen, sum ikki var bangin
fyri at rósa mótstøðuliðnum.
– Dráttur spældi optimalt og
satsaði 100 prosent allan vegin
ígjøgnum. Avrikið hjá teimum
var taktiskt perfekt og har vóru
heldur eingir feilir heldur,
umframt at hevarin hjá teimum
ger tað ótrúliga gott. Hóast vit
vita, at tá vit leypa á, so vinna
vit, tordu vit ikki nóg væl at gera
tað í kvøld. Tá vit spæla
optimalt, vinna vit á øllum
liðunum, men enn hava vit ikki
rutinuna til tað.
hil
Hevði ikki
sjálv trúð tí
– Eg eri stolt av, at vit eru
komnar í finaluna, og fyri okkum
er bara tað ríkiliga stórt. Og sjálv
hevði eg ikki trúð tí, at vit
skuldu koma so langt, segði
Helga Nordendal í Drátti eftir
hálvfinaluna ímóti Fleyr í
gjárkvøldið.
– Maja Popovic spældi ein
øgiligan dyst sum hevari, og
uttan hana høvdu vit ikki klárað
tað. Fleyrkvinnurnar eru
sanniliga góðar, og sjálv hevði
eg stórar trupulleikar av góða
blokkinum hjá teimum.
Helga ásannar, eins og hon
gjørdi eftir sigur í Føroya Banka
kappingini um vikuskiftið, at
finalan verður ein stórur
gloypubiti, tí hon heldur
kvinnurnar hjá SÍ vera í einum
klassa fyri seg.
– Men nú eru vit har, og so
fara vit sjálvandi at gera okkara
besta, so tað verður ein góður
dystur. Bara tað, at vit eru
komnar í finaluna, er ein
stórsigur fyri okkum.
hil
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
FleyrDráttur 03 (2225, 2225, 2426)
Dráttur fór allan vegin
Steypafinalurnar í flogbólti
verða spældar í ítróttarhøllini
á Hálsi í Havn leygardagin 20.
februar.
Kvinnufinalan: SÍ-Dráttur
SÍ er í finaluni, tí liðið var
oddalið, tá fyrsti triðingurin av
kappingini í Eikliguni hjá
kvinnum var spældur.
Dráttur er í finaluni, tí liðið
vann í hálvfinaluni á Fleyr.
Liðini vunnu hvør sína av
smærru steypakappingunum
og máttu tí spæla hálvfinalu
um plássið í steypafinaluni.
Mansfinalan: Mjølnir-SÍ
Mjølnir er í finaluni, tí liðið var
oddalið, tá fyrsti helmingur av
kappingini í Eikliguni hjá
monnum var spældur.
SÍ er í finaluni, tí liðið vann
báðar tær smærru
steypakappingarnar og kom
sostatt í finaluna, uttan at
hava fyri neyðini at spæla
hálvfinalu.
FAKTA
Steypafinalur
Kvinnur
2000
Mjølnir-Dráttur
2-0
2001
Mjølnir-Dráttur
2-1
2002
TB-Mjølnir
3-1
2003
TB-ÍF
3-1
2004
TB-Dráttur
3-1
2005
Mjølnir-TB
3-1
2006
TB-ÍF
3-1
2007
Dráttur-KÍF
3-2
2008
ÍF-SÍ
3-0
2009
SÍ-Fleyr
3-1
2010
SÍ-Dráttur
Menn
2000
Mjølnir-Fleyr
2-1
2001
ÍF-Mjølnir
3-0
2002
SÍ-ÍF
3-0
2003
ÍF-SÍ
3-2
2004
ÍF-SÍ
3-0
2005
SÍ-Mjølnir
3-0
2006
Mjølnir-Fleyr
3-0
2007
Mjølnir-ÍF
3-0
2008
SÍ-Mjølnir
3-0
2009
ÍF-SÍ
3-1
2010
Mjølnir-SÍ
Wozniacki lættliga víðari
Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, spældi seg í morgun
lættliga víðari til triðja umfar av stóru kappingini Australian Open.
Wozniacki, sum í løtuni liggur nummar fýra á heimsstyrkilistanum,
vann í fyrsta umfari móti kanadisku Aleksandru Wozniak, sum hon
annars onkuntíð hevur havt trupulleikar við. Úralitið var 64, 62. Í
morgun møtti hon so týsku Juliu Görges, ið liggur nummar 78 á
styrkislistanum, men er kend fyri eina sera góða servu. Í fyrsta dysti
sínum við Australian Open sló hon 12 servuess. Men tað gjørdist
ongantíð nakar ivi um, hvar sigurin fór. Caroline Wozniacki vann
trygt 63, 61 og skal nú í triðja umfari møta ísraelsku Shahar Peer.
Arsenal á odda
Við einum 42 sigri á Bolton spældi Arsenal seg
í gjárkvøldið upp á oddasessin í ensku Premier
League. Bolton var annars á odda 20, tá hálvur
tími var spældur, men so fekk Arsenal ferð á.
Rosicky, Cesc Fabregas, Tomas Vermaelen og
Andrei Arshavin skutu eitt mál í part. Við
sigrinum hevur Arsenal 48 stig fyri 22 dystir.
Chelsea, sum hevur verri málmun, hevur
somuleiðis 48 stig – men fyri 21 dystir.
Ei undur í, at
frøin var stór á
spælarunum hjá
Drátti, tá tað í
gjárkvøldið við
3-0 sigri á Fleyr
eydnaðist at spæla
seg í steypafinaluna
hjá kvinnum,
sum verður ímóti
grannunumí SÍ
Mynd: Álvur Haraldsen