Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. januar 2010 – Nr. 14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Pólski málverjin, Slawomir Szmal bjargaði helvtina av svensku royndunum, og tað gjørdist munurin á liðunum, tá saman um kom Tað gjørdist enn eitt tap hjá svenska manslandsliðnum í hondbólti í gjárakvøldið. Svenska liðið tapti 24-27 ímóti Póllandi í bólki C í EM-endaspælinum í Eysturríki. Pólland førdi 15-14 í steðginum. - Hetta kenst ógvuliga beiskt. Eg haldi, at vit spældu ein betri dyst enn ígjár, men vit møta eisini einum betri liði. Tíverri, so orka vit ikki at fylgja teimum allan vegin. Vit brenna ov nógvar opnar málmøguleikar, segði Tobias Karlsson við svensku sjónvarps- rásina, TV4 aftaná dystin. Byrjaðu væl Svøríki byrjaði væl, og var eitt skiftið á odda 8-4. Men so fekk Pólland gongd á spælið hjá sær, og pólendingar otaðu seg framum. Pólland byrjaði betri í seinna hálvleiki, men miðskeiðis í hálvleikinum hevði Svøríki eina góða løtu, har svenskarar arbeiddu seg frá 18-22 og upp til 22-22. Men so strammaðu pólendingar í aftur, og løtu seinni var Pólland á odda 26-22. - Tað kendist, sum vit høvdu ein møguleika allan dystin, men vit taptu ímóti einum betri liði, segði venjarin, Ola Lindgren við svenska TV4. - Vit hava nógvar málmøgu- leikar, og tað er ov vánaligt, at vit ikki gagnnýta teir. Vit spæla bóltin væl fram í álopið, men vit mugu og skulu gagnnýta so stórar málmøguleikar, staðfesti Ola Lindgren. Besti maðurin á vøllinum var pólski málverjin,Slawomir Szmal. Slawomir Szmal hevði 22 bjargingar í dystinum, og eitt bjargingarprosent uppá heili 49 prosent. HS Vatnhamar til EB/Streym Tróndur Vatnhamar hevur gjørt ein eittára sáttmála við EB/Streym. Avtalan inniber, at hann skal verja málið hjá 1. deildarliðnum hjá EB/Streymi, umframt at hann verður eykamálverji hjá Vodafoneliðnum. Hetta skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari. Tróndur Vatnhamar er uppvaksin í B36 og hevur fyri tað mesta eisini spælt har. Tó hevur eitt skifti spælt við HB, áðrenn hann vendi aftur til barndómsfelagið á sumri 2008. Nú er greitt, at 29 ára gamli havnarmaðurin eisini fer at hava EB/Streym standandi á sínum fótbólts CV. Gerrard fer ongan veg – Eg kundi gott hugsað mær at vita, hvør tað var, sum kom við slíkum søgum, tí tey mugu hava eitt ótrúliga gott hugflog, sigur Gerrard við almennu heimasíðuna hjá Liverpool, eftir at tað í nakrar dagar hevur ljóðað, at liðskiparin var á veg úr Liverpool. - Ta tíðina, Benitez hevur verið her, havi eg hvørki havt trupulleikar við honum ella hansara starvsfólkum. Enn minni í hálvleikinum í einum dysti, har eg lá og fekk viðgerð fyri ein skaða, sigur Gerrard og leggur aftrat, at allar søgurnar um, at hann er á veg úr felagnum, eru ógrundaðar. EM-endaspælið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Russland 1 1 - 0 - 0 37 33 4 3 2 Kroatia 1 1 - 0 - 0 25 23 2 3 3 Noreg 0 0 - 0 - 0 23 25 -2 0 4 Ukraina 0 0 - 0 - 0 33 37 -4 0 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Danmark 1 1 - 0 - 0 33 29 4 3 2 Serbia 1 0 - 1 - 0 29 29 0 1 3 Ísland 1 0 - 1 - 0 29 29 0 1 4 Eysturríki 1 0 - 0 - 1 29 33 -4 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Pólland 2 2 - 0 - 0 54 49 5 6 2 Slovenia 2 1 - 1 - 0 61 59 2 4 3 Týskland 2 0 - 1 - 1 59 61 -2 1 4 Svøríki 2 0 - 0 - 2 49 54 -5 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Spania 2 2 - 0 - 0 71 50 21 6 2 Frakland 2 1 - 1 - 0 50 49 1 4 3 Ungarn 2 0 - 1 - 1 54 63 -9 1 4 Kekkia 2 0 - 0 - 2 45 58 -13 0 EM-kappingin 2010 Bólkur A 19/01 Russland-Ukraina 37-33 19/01 Kroatia-Noreg 25-23 21/01 Ukraina-Kroatia 17.10 21/01 Noreg-Russland 19.10 23/01 Kroatia-Russland 17.10 23/01 Noreg-Ukraina 19.10 Bólkur B 19/01 Danmark-Eysturríki 33-29 19/01 Ísland-Serbia 29-29 21/01 Eysturríki-Ísland 17.00 21/01 Serbia-Danmark 19.15 23/01 Eysturríki-Serbia 17.00 23/01 Danmark-Ísland 19.15 Bólkur C 19/01 Týskland-Pólland 25-27 19/01 Svøríki-Slovenia 25-27 20/01 Slovenia-Týskland 34-34 20/01 Pólland-Svøríki 20/01 22/01 Týskland-Svøríki 17.15 22/01 Pólland-Slovenia 19.15 Bólkur D 19/01 Spania-Kekkia 37-25 19/01 Frakland-Ungarn 29-29 20/01 Kekkia-Frakland 20-21 20/01 Ungarn-Spania 25-34 22/01 Frakland-Spania 17.15 22/01 Ungarn-Kekkia 19.15 Fraklendingar høvdu stórar trupuleikar við Kekkia. Tað er bert málverjin, Thierry Omeyer, sum vísur heimsklassa, og tað rakk akkurát ígjár Heimsmeistarnir og olympisku meistarnir úr Fraklandi mundu aft- ur mist stig í bólki D, har Frakland er í bólki saman við Spania, Ungarn og Kekkia. Frakland vann ein lítið sannførandi 21-20 sigur yvir Kekkia, sum tapti 25-37 ímóti Spania í tí innleiðandi dystinum. Frakland var á odda 16-10 ímóti Kekkia í steðginum, og tá vísti liðið nakrar av teimum taktunum, sum hevur givið liðnum HM- og OL-gull, men franska liðið steðgaði full- komuliga upp í seinna hálvleiki. Omeyer bjargaði liðnum Ì seinna hálvleiki gekk eitt heilt korter uttan, at franska liðið fekk mál, og tað má verða óhoyrt í hesari øldini. Hetta gagnnýtti Kekkia, og kekkiska liðið javnaði til 17-17 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tíbetur fyri franska venjaran, Claude Onesta, og fyri franska liðið, so eiga fraklendingar ein av heim- sins bestu málverjum. Thierry Omeyer tók eitt hav av kekkiskum møguleikum, og tað er bara honum fyri at takka, at Frakland fekk tvey stig burtur úr dystinum ímóti Kekkia. Fyrradagin spældi Frakland eisini ein vánaligan dyst, tá teir bert fingu javnleik 29-29 ímóti Ungarn. Fríggjadagin spælir Frakland ímóti Spania, og tá skal annar og sterkari lútur til. Hjá Spania er eingin slingur í valsinum. Spaniólar vunnu ein tryggan 34-25 sigur á Ungarn, og hava spaniólar skorað 71 mál í tveimum dystum higartil, meðan bert 50 eru farin inn. Tepur og heppin franskur sigur Fraklendingar vunnu á Kekkia, men enn líkist franska liðið ikki einum komandi gullvinnara heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Enn eitt tap til Svøríki Sviar vóru vónbrotnir, tá teir høvdu rent seg í pólverska Slawomir Szmal, sum hevði eitt bjargingarprosent upp á 49