Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 21. januar 2010 – Nr. 14 Tríggir serbar til Sandoynna B71 hevur gjørt avtalu við tríggjar serbar, um at hesir skulu hjálpa felag­ num at lívbjarga sær í Vodafonedeildini. Sambært kringvarp.fo er talan um ein áleypara, ein miðvallarleikara og ein verjuleikara og teir eita Danilo Kovacevic, Marko Stanic og Bojan Zivic. Serbarnir koma ikki til landið fyrr enn 28. januar, men venjarin B71, Piotr Krakowski, hevur boðað frá, at restin av hópi hansara byrjar at venja fríggjadagin. Við teimum trimum ser bu­ num aftrat hevur B71 nú fýra serbar í hópinum, tí málverjin Predrag Marko­ vic er eisini frá Serbia. Hinvegin er ikki ein einasti brasiliumaður í hópinum. B71 hevur annars havt fleiri brasiliu menn knýttar at felagnum í nógv ár, men tann seinasti, Clayton Soares, sum spældi við í fjør, kemur ikki aftur. Gav Tevez fingurin Gary Neville hevur enn einaferð sett seg sjálvan í fokus fyri gerðir, sum kanska eru væl dámdar á Old Trafford, men sum onnur fótbóltsfólk í Onglandi eru alt annað enn fegin. Tá Manchester­derby varð spælt fyrrakvøldið, rann Tevez yvir til beinkin hjá Manchester United, tá hann hevði skorað til 2­1. Her nýtti hann millum annað høvið til at siga Neville frá, at hann skuldi tiga við sínum útsagnum um fyrrverandi liðfelagan. Sjálvur helt Neville lítið um hetta, og aftursvarið til keipurnar hjá Tevez var ein fingur. Væntast kann, at báðir spælararnir nú skulu til hoyring fyri hendingina. Dirk Kuyt skoraði bæði málini, tá Liverpool í gjár vann 2-0 á Tottenham. Liverpool hevði fleiri møguleikar at avgera dystin, men ikki fyrr enn í seinastu løtu eydnaðist tað at fáa mál nummar tvey. Sosialurin var á Anfield, sum fleiri ferðir vísti sín stuðul til venjarin Rafael Bentiez. Mitt í seinna hálvleiki hevði Liver­ pool tveir stórar møguleikar at økja um leiðsluna, men báðu ferðirnar brendu teir. Frammanfyri sat ein garvaður Liverpool viðhaldsmaður, sum tók seg til høvdið og ýldi: “This is so typical!” Liverpool hevur hetta kappingar­ árið fleiri ferðir mist á stokkinum. Seinast var leygardagin, tá Stoke javnaði í evstu løtu. Teir flestu áskoð arnir á søguliga partinum av Anfield, sum eitur The Kop, royndu at stuðla liðnum, men fleiri brúktu eisini tíðina uppá at bíta negl og halda fyri høvdið. Á The Kop vóru áskoðarnir eisini í øðini inn á dómarin, tá hann kom fram til at tað skuldu spælast fimm minuttir av eykatíð. Ikki tí tað var so órættvíst, men heldur tí at teir vildu hava hann at bríksla fyri seinastu ferð. Heldur ikki tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Liverpool, vildu áskoðarnir taka nakað fyri givið. Stríðsmaðurin úr Hollandi, Dirk Kuyt var tryggur úr 11.metrum, men pínan bleiv enn eina ferð útsett, tí brotssparkið skuldi takast umaftur. Ikki fyrr enn tað brots­ spark ið endandi í málinum, vóru áskoð arnir vísir í at sigurin var heima. Stuðla Benitez Fleiri miðlar vildu verða við, at um Liverpool tapti fyri Tottenham, so høvdu teir ongan møguleika at røkka 4. plássinum, sum gevur atgongd til Champions league. Tað var eisini frammi at hetta kundi verða seinasti dysturin hjá Rafael Bentiez sum venjara hjá Liverpool, um teir taptu. Fyri Tottenham var hetta ein møguleiki at sláa fast, at teir ætla sær Champ­ ions League fótbólt komandi ár. Liverpool, sum var uttan millum annað Steven Gerrard og Fernando Torres, stillaði upp við Dirk Kuyt einsamallum á toppinum. Tá tað gjørdist greitt fyri prátingarsama Liverpool­viðhaldsmanninum, ið sat frammanfyri segði hann stutt og greitt: “Kuyt is shit.” Viðhaldsmaðurin helt lítið um, at hollendingurin leygardagin brendi ein stóran møguleika móti Stoke, tá Liverpool spældi javnleik. Dysturin var bara seks minuttir gamal, tá Dirk Kuyt rættaði uppá feilin frá leygardegnum. Stutt uttan fyri brotssteigin smekkaði hann til og bólturin fór í málið frammanfyri The Kop. Gjøgnum allan dystin sungu áskoðarnir eyðkennislagið hjá Rafael Benitez, sum ein stuðul til spanska venjarin hjá Liverpool. Tað eru nógvar meiningar um Benitez, og nógv halda ikki at hann er rætti maðurin fyri Liverpool. Men leygardagin var ongin ivi, vanligi scousarin stuðlar honm framvegis. Venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp, fekk hinvegin at vita, at hann skal fáa skil uppá síni skatta­ viðurskifti. Fyrr í vikundi var hann til avhoyringar í einum málið um skatta svik ­ slíkt fer sjáldan stillisliga framvið teimum ensku áskoð arun­ um. The shit Eftir dystin segði sami Liverpool viðhaldsmaðurin við einum brosið: “I told you, Kuyt is THE shit,” sum gevur eina heilt aðra mynd enn tað, ið hann segði undan dystinum. Eftir dystin vóru flestu Liverpool áskoðarnir á einum málið um, at viljin er komin aftur á liðið. Við Jamie Carragher á odda, er liðið fari at stríðast meir. Harry Redknapp segði eftir dyst­ in, at Liverpool vunnu fult uppi bor­ ið, men var ikki heilt nøgdur við dømingina viðvíkjandi einum koll­ dømdum málið hjá Jermain Defoe. Rafael Benitez var eftir dystin fegin um at Liverpool nú nærkast 4. plássinum, sum er málið hjá Liver­ pool fyri hetta kappingarárið. Anfield stuðlar Benitez Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Arsenal 22 15 - 3 - 4 59 25 34 48 2 Chelsea 21 15 - 3 - 3 52 18 34 48 3 Man Utd. 22 15 - 2 - 5 49 19 30 47 4 Tottenham 22 11 - 5 - 6 42 24 18 38 5 Man City 21 10 - 8 - 3 42 30 12 38 6 Liverpool 22 11 - 4 - 7 40 26 14 37 7 Aston Villa 21 10 - 6 - 5 29 18 11 36 8 Birmingham 21 9 - 6 - 6 21 19 2 33 9 Fulham 21 7 - 6 - 8 26 24 2 27 10 Everton 21 6 - 8 - 7 30 34 -4 26 11 Stoke 21 6 - 7 - 8 19 26 -7 25 12 Blackburn 21 6 - 6 - 9 23 39 -16 24 13 Sunderland 20 6 - 5 - 9 28 31 -3 23 14 Wigan 20 6 - 4 - 10 23 44 -21 22 15 Burnley 21 5 - 5 - 11 22 43 -21 20 16 West Ham 21 4 - 7 - 10 28 37 -9 19 17 Wolves 21 5 - 4 - 12 17 38 -21 19 18 Hull 21 4 - 7 - 10 20 42 -22 19 19 Bolton 20 4 - 6 - 10 28 42 -14 18 20 Portsmouth 20 4 - 2 - 14 18 32 -14 14 Tróndur Arge argetrondur@ofir.dk Hollendski Dirk Kuyt hevur ofta staðið fyri skotum, tí hann er ikki nóg vandamikil framman fyri mótstøðumálinum. Í gjárkvøldið var hann tó stóra hetjan á Anfield, tá hann skeyt bæði málini fyri eitt annars skert Liverpool