hósdagur 21. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 21. januar 2010
23
S
um greitt frá í seinasta
parti kom Jens Evensen
saman við beiggjanum
Sofus at halda á við virkin
um hjá pápanum Joen Peter
Evensen. Hetta var í 1910.
Sofus doyði tó í 1911.
Ein beiggi Jens, Christ
ian, fór til Hull í Bretlandi,
har hann rak trolarar. Stund
um vóru hesir trolarar
útgjørdir úr Føroyum. Tá
teir vóru undir donskum
flaggi høvdu teir møgu
leika at fiska sild undir
Íslandi. Nógvir føroyingar
vóru við hesum skipum.
Í 1918 var Jens Evensen
reiðari á sjey skipum. Hann
hevði ymisk álitisstørv sum
at samráðast um sáttmála
við arbeiðsmenn í Havn.
Í Miðvikuni í gjár høvdu
vit frásøgn um, tá ið Jens
Evensen hjálpti sváginum
Jens Mohr at fáa Poul
Müller, kolonistjóra í
Grønlandi at fíggja skipið
Galway.
Jens var við til at velja
semingsmann fyrstu ferð
eftir teirri lóg um seming
frá 1928, sum enn er nær
um óbroytt í gildi. Semings
maður gjørdist Hans Olaf
Hansen, stjóri á Vanlukku
tryggingini. Varamaður
gjørdist landbúnaðarráð
gevin M. Winther Lützen.
Í mong ár var Jens
nevndarlimur og skrivari í
Føroya Keypmannafelag.
Jens var eisini eitt skifti
formaður í Føroya Reiðara
felag. Tað var hann í hvussu
er í 1929, tá ið sáttmálasam
ráðingar vóru. Fiskimenn
vildu hava meira í sín part.
Tað høvdu reiðararnir ikki
ráð til. Hetta endaði kortini
við semju. Eisini var togan
við Skipara og Navigatør
felagið um lønina hjá
skiparum. Tað endaði við,
at teir kvinkaði eitt sindur
niðureftir.
Virkið hjá Evensen toldi
ikki tær skiftandi tíðirnar í
20unum og 30unum, og
teir lótu aftur í 1936..
Gjørdi sítt til at menna
føroyska samfelagið
Tá ið Jens doyði hevði
Dimmalætting hesi
minningarorð um hann:
Efter et kort sygeleje døde
i Lørdags Konsul Jens
Evensen paa Dronning
Alexandrines Hospital, 68
Aar gammel.
Som ganske ung gik Jens
Evensen ind i praktisk
Forretningsvirksomhed hos
sin Fader J.P. Evensen, og
for sin Generation staar
han som den, der i Op
gangstiderne kom til at
føre denne Virksomed op i
det store plan med Dygtig
hed og Indsigt. Tro mod de
Traditioner han overtog var
han i streng Forstand For
retningsmanden der levede
og virkede først og fremm
est i sin egentlige gerning.
Og han var en af de For
retningsmænd, der ikke
kunde forlige sig med den
Tanke, at en Købmand blot
skulde købe ind og sælge.
Grundlaget for en For
retningsvirksomhed maatte
være, at man samtidigt
med Købmandsvirksom
heden kunde skabe et so
lidt Bindemiddel mellem
sin Handel og sine Kunder
gennem Arbejde, og den
efter vore forhold betyde
lige Rederivirksomhed,
som han efterhaanden op
arbejdede, har været med
til at præge Udviklingen i
Thorshavn.
Da Verdenskrisen satte
ind, var Jens Evensen en af
dem, der led det Knæk, der
blev afgørende for ham
som Forretningsmand og
Menneske. Udadtil ufor
anderlig, munter og fore
kommende, følte han sig i
de sidste Aar som en slag
en Mand, og der gik hurtigt
tilbage med Helbredet.
I offentligt Arbejde del
tog Jens Evensen kun uger
ne. Hans Position som
Forretningsmand og hans
alsidige Forretningsmæs
sige Interesser førte ham
dog til en række Tillids
poster. Han var saaledes en
Overgang Formand for
Færøernes Rederiforening.
I en Aarerække medlem af
raadet for Føroya Banki
(19211931), i Bestyrelsen
for Færøernes Gensidige
Forsikrinfsforening og en
Række andre Selskaber. I
en periode var han desuden
Medlem af Thorshavn
Byraad (19251928.)
Til sin Dødsdag var Jens
Evensen hollandsk Vicekon
sul og expeditør for det Berg
enske Dampskibsselskab.
Karen Evensen var
tónleikaáhugað
Tá ið Karen, kona Jens
Evensen doyði, hevði
Jógvan Waagstein hesi
minningarorð um hana í
Dimmalætting:
18. December døde pludse
lig Fru Karen Evensen, kun
58 Aar gammel. Fru Even
sen var datter af Købmand
Peter Mortensen, Tveraa og
gift med Købmand Jens
Evensen her i Byen.
Med Fru Evensen har
vor By mistet en Kvinde,
der overalt var afholdt for
sit stille og venlige Væsen
og var kendt som en meget
musikalsk Kvinde, som
ikke alene skabte et Kulti
veret Hjem med sin Musik,
men vil huskes af mange
for sin betydelige Indsats i
Thorshavns Musikliv. Hun
var altid villig til at støtte
Musikunderholdningerne.
Mange vil huske hendes
Messosopran. Om ikke
nogen stor Stemme, saa
ejede fru Evensen Evnen
til at synge naturligt og
med Varme. Hun ydede
dog særlig Støtte i Kor
sangen. Ikke alene ved
almindelige Koncerter,
men ogsaa ved Kirke
koncerter ydede hun en
betydelig Støtte.
Fru Evensen udtalte tit
sin Glæde over de gamle
færøske Salmetraditioner
og at disse kom til Værdig
hed ved at synges til Guds
tjenester og Kirkekoncerter.
Som Menneske var Fru
Karen Evensen trofast og
hengiven mod alle dem
hun kendte.
Æret være hendes Minde
Denna hjá Kjartan Mohr
kendi væl Karen. Børn
hennara siga, at Denna
segði Karen at vera eitt
sera gott fólk. Høgni og
Margretha hava eisini
annars givið sítt íkast til
hesa grein. Ein systir
Karen var Sanna, kona
Poul Kjelnæs.
Børnini
Karen og Jens fingu tvey
børn. Tey vóru Peter
Eyvind f. 14.9 1905 og
Anna f. 5. 10 1907.
Peter Eyvind doyði í
1951 bert 46 ára gamal.
Hann gjørdist formaður í
HB í 1932 og sat í fimm
ár. Sagt verður, at hann var
altíð við tí góða orðinum.
Hann var eisini HB ein
góður maður og var sera
íðin fyri fótbóltssamstarvi
við Hetland. Eyvind
arbeiddi hjá pápanum.
Hann avgreiddi norsku
ferðamannaskipini og
hevði eitt skifti avgreiðsl
una av Smiril undir hond.
Eyvind var giftur við
Borghild ættað av Lava.
Anna, kallað Didde,
giftist niðri. Maðurin, átti
Dyhre, fekk stutt eftir
sklerosu og var meira ella
minni óhjálpin. Tey fingu
ein son. Men tá ið hann var
vaksin, misti ættin sam
bandið við hann. So eingin
veit um aðrar eftirkomarar
hjá Karen og Jens.
Jens og Karen doyðu ár
um ár, bæði í góðum árum.
Í komandi Miðvikum
verður annars greitt meira
frá Evensenættini, sum
eigur eina áhugaverda søgu.
Rætting til seinasta part:
Else Susanne Pedersdatter,
gift við Johan Christian
Evensen, sýslumanni, var
fødd um 1802.
Jens Evensen:
Kláraði ikki heimskreppuna
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Evensen var eitt kent handilsnavn í Havn í síni tíð. Hesa ferð umrøða vit Jens Evensen, sum saman
við konuni Karen er jarðað í gamla kirkjugarði. Tey liggju lið um lið við foreldrum hansara, Sofusi,
beiggjanum og systrini Margrethu, sum er jarða saman við manninum Jens Mohr
Komandi partur
verður um Christoffer Michael Olsen, sum var giftur við
Elsebeth Christine, systir Joen Peter og Jens Christian Evensen
Karen og Jens Evensen
Børn teirra Eyvind og Anna
Evensens pakkhús á
Müllersbrúgv
Handilshúsini hjá Evensen,
Kristnastova, bygd í 1902.
Mynd: Fornminnissavnið
5237/F121
KAREN M. EVENSEN
F. 26.11 1879
D. 18.12 1937
JENS EVENSEN
F. 13.2 1868
D. 14.3. 1936