Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2010 Tær báðar sjónvarps­ sendingarnar, sum Ólavur Ras­ mussen gjørdi um Klaksvíksstriðið, verða í feburar sendar í svenska sjónvarpinum. Heri Eysturlíð hevur týtt Sjónvarp Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Gjøgnum skipanina Nord­ vision fáa norðurlendsku sjónvarpsstøðirar kunnleika til sendingarnar, ið gjørdar verða í hinum londunum. Og tá ið tey í svenska sjonvarpinum sóu sending­ arnar, sum Bergljót Hentze og Ólavur Rasmussen gjørdu um Klaksvíksstríði, hildu sviar sendingarnar vera so spennandi, at svenska fólkið skuldu sleppa at síggja tær. Svenska sjónvarpið brúkar fyritøkuna Mediatext til at týða og teksta, og gjøgnum Majken Poulsen Englund, sum býr í Álandi, fekk Heri Esturlíð í Stokkholm uppgávuna at týða tekstin í sendingunum úr føroyskum til svenskt. Ein profession­ ellur týðari lagar so týðing­ ina til sjónvarpið. Drúgt at týða Heri Eysturlíð sigur, at tað var eitt rættuiliga drúgt arbeiði at týða tekstin í teimum báðum sendingunum. Onnur sendingin er góðan hálvan tíma og hin trý korter. ­ Tað var ikki torført at týða tann upplisna tekstin, men verri var at týða tað, sum summi av fólkunum í sendingunum søgdu. Neyðugt var at greiða nærri frá, hvat Mjóvanes var, og sendu tey eisini fleiri fólk bara við fornavni, sigur Heri Eysturlíð. Hann sigur, at hansara lokali kunnleiki til Klaksvík kom honum væl við, men hendingarnar mintist hann ikki, kendi ikki øll tey umrøddu fólkini, men so bað hann ein mammubeiggja um vegleiðing. Hann veit, at ein onnur føroysk sending eisini skal í svenska sjónvarpið. Tað er sendingin, sum Eir í Ólavs­ stovu gjørdi um nakrar heimleysar menn í Havn. Klaksvíksstríðið í svenska sjónvarpið Heimaftur úr Haiti Skipað varð fyri stórfingnari móttøku á flogvøllinum í Keflavík, tá íslendska bjargingar­ og hjálparliðið, sum hevur verið í Haiti, kom aftur til Íslands um midnáttarleitið í gjárkvøldið. Íslendska bjargingar­ og hjálparliðið fekk nógva umrøðu í altjóða fjølmiðlum, tí tað var tað fyrsta hjálparliðið, sum kom til Haiti aftan á tann ógvusliga jarðskjálvtan. Ein av bjarging­ armonnunum sigur við íslendska sjónvarpið, at jarð­ skjálvtin í Haiti er tann ringasta náttúruvanlukkan, sum hann hevur sæð, og at bjargingararbeiðið var sera trupult. Børn úr Haiti Í Haiti hava myndugleikarnir gjørt av at flyta 400.000 fólk til tjaldbýir nærhendis høvuðsstaðnum Port­au­ Prince. Innanríkisráðharrin sigur, at umleið ein hálv millión fólk hava hildið til í gøtunum í býnum síðani jarðskjálvtan, og at tey mugu fáa eitt stað at vera í. Higartil eru umleið 75.000 fólk jarðað í hópgravum, men framvegis liggja lík í gøtrunum. Í gjár varð fráboðað, at 106 foreldraleys børn skulu flytast úr Haiti til Niðurlanda. Sagt verður, at talan er um børn, sum verða ættleidd, men at mál teirra vóru avgreidd fyri jarðskjálvtan. Útsølaí skálabúðini / Mótaskálanum Byrjar mánadagin 25. januar kl. 9.00 Ymiskir longri kjólar og fermingakjólar -50% Trussur 2 pør kr. 60,- -50% Sosialurin / KvR 34 18 00 Ymiskar Triumph seriur -50% Dr. Jakobsensgøta 21 Telefon 315 315 Organic Cotton Vælkomin inn á gólvið Leygardagin 23. januar eru handlarnir stongdir Fýra 13 ára gamlir dreingir á Venjingar­ skúlanum í Havn funnu sjálvir uppá at gera innsavning til fólkini í vanlukku­ rakta Haiti InnSavnIng Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Óhugnaligu myndirnar og frásagnirnar úr vanlukku­ rakta Haiti ávirka okkum øll, vaksin sum børn. Ein dagin fingu fýra dreingir, Jógvan, Sverri, Ragnar og Bogi, sum ganga í 7. A á Venjingarskúlanum í Havn hugskotið at fara at savna inn pening til Haiti. Teir skuldu gera ein kassa í træsmíð, og so funnu teir uppá at gera kassan til ein grís. Tríggjar teir seinastu dagarnar hava teir gingið runt á Venjingarskúlanum og biðið um stuðul frá lærarum, og teir vóru eisini á Læraraskúlanum. Inn komu 1629 krónur, og tað eru teir væl nøgdir við. Við tí ljósareyða grísi­ num fóru teir í morgun til Reyða Kross at handa peningin. Á grísinum stóð Ljósareyði krossur, og hvat savnað varð inn til. Dreingirnar siga, at tey í skúlanum hava hoyrt nakað um støðuna í Haiti, men teir hava eisini frætt um vanlukkuna gjøgnum sjón­ varp, útvarp og bløðini um støðuna. ­ Hatta er jú ringasta náttúruvanlukka í nýggjari tið, siga teir. Teir fylgja væl við í tíðundunum og hoyra dag­ liga um, hvar í heiminum stendur illa til. Men teir halda ikki, at støðan í Afrika ávirkar líka so nógv sum henda vanlukkan, tí tá ein vanlukka hendir so knappliga, gevur tað størri hvøkk, enn tá ið illa stendur leingi til í einum landi. Savnaðu sjálvir inn til Haiti Jógvan, Sverri, Ragnar og Bogi vóru í morgun á skrivstovuni hjá Reyða Krossi við peninginum Mynd: Jan Müller