fríggjadagur 22. januar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
9
VIKUSKIFTI
Hvat er tað fyrsta tú minnist?
Abbi hevði neyt í fjósinum og eg minnist tann
fantastiska smakkin av nýmjólkaðari mjólk.
Hvør er tín yndisdessert?
Rabarbugreyturin hjá mammu í Klaksvík
Hevur tú nakran løgnan vana?
Eg elski klisturband, til dømis Gaffatape.
So vindi eg eitt petti á hvønn fingur
hvønn morgun og gangi og finglist við tað
gjøgnum dagin... ja, øll halda meg vera
løgnan, men tað skaðar so ongan annan.
Hvat ert tú gleðast fyri, við
tíni egnu útsjónd?
Eg eri glaður fyri, at eg havi
nógv hár á høvdinum.
Livir tú av
tónleikinum?
Ja, sum er
geri eg tað.
Hvørjar tónleikaligar
fyrimyndir hevur tú?
Millum annað Michael Buble og Sting
Hvat er tað besta við at búgva í Íslandi?
At tað er sum eitt stórt Føroyar.
Tað eru fleiri møguleikar her.
Hvussu býrt tú?
Eg keypti mær eina kjallaraíbúð uttan fyri
Reykjavík í síðstu viku. Hon er 140 fermetrar
stór og vit hava útsýni út yvir Reykjavík. Mær
dámar væl býin, men eg eri eitt bygdafrell
og trívist best í friðarligum umhvørvi. So
eg verið altíð klaksvíkingur, men eg rokni
við at verða búgvandi her í Íslandi.
Hvønn stíl hava tit heima?
Ljóst og modernað við reinum linjum.
Hava tit húsdjór?
Ja, vit hava tveir hundar. Annar er blandaður
boxer og labrador, og hin er blandaður
Border Collie og íslendskur hundur.
Hvat er tað góða við Føroyum?
At fólkini eru so hjartaðgóð og mentalt
sterk. Føroyingar noyðast at duga nógv
meira enn ein vanligur stórbýarbúgvi
– bæði mentalt og kropsliga.
Hvar stendur tú átrúnaðarliga?
Eg eri kristin.
Hvat er tín lívrættur?
Ræst kjøt sjálvandi. Og so rípa, sum
er íslendskur jólamatur. Tað er ein
hagafuglur, vil villsmakki og einum ráki av
hagaberum og urtum. Afturvið hava vit
epli, reyttkál, salat og nógva góða sós.
Hvat ger teg illan?
Tá eg bíti meg í tunguna og at
bloggar so ofta eru negativir.
Hvat er tín
hægsti dreymur
beint nú?
At sleppa
at standa á
pallinum í
Oslo í mai
Hvat er títt motto?
Liva ein dag í senn
Hvat er tað besta, tú hevur gjørt?
At læra at fletta
Hvat var besta
tíðarskeiðið
í lívinum?
Árini 1999-2003,
tá eg var í læru
hjá Vera Klipt
í Klaksvík og
gekk í Tekniska
Skúla í Havn.
Hvør hending hevur havt
størstan týdning fyri teg?
Avgerðin um at vera verandi í Íslandi. Tá
eg var liðugur at læra til frisør fór eg til
Íslands at læra til make-up-artist í tríggjar
mánaðir. Tá avgjørdi eg at vera verandi her.
Hvat er títt besta ráð til
íslendskar politikarar?
Eg havi onki, tí eg havi so lítið skil
fyri politikki.
Jógvan Hansen
Eg elski Gaffatape
lagt tIl rættIs: Rigmor Dam
Fakta jógvan hansen
Aktuelt: Finalistur í íslendska
Grand Prixinum
Aldur: 31 ár
Heimstaður: Keflavík
Føðistaður: Klaksvík
Yrki: Miðnámsskúlanæmingur og sangari
Familja: Konu og tveir hundar
mynd: JEnS KRiSTiAn VAnG