fríggjadagur 22. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 15 - 22. januar 2010
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Obama besta trygdin
Henda vikan hevur verið hendingarrík í amerikonsk-
um politikki. Og í flestu førum hevur Obama forseti
verið í miðdeplinum. Flokkur hansara tapti týðandi
senatsvalið í Massachusetts, Obama kunngjørdi
eina ætlan at seta avmarkingar fyri virkseminum
hjá stóru bankunum, og eitt ár er farið síðani hann
tók við sum forseti.
Tað kom sum eitt sjokk fyri øll, at republikanari
vann senatsvalið í demokratisku háborgini í
Massachusetts. Hetta er staturin, har ein Kennedy
fyri og annar eftir eru valdir, men eingin hevði
gáað um, at hesin liberali og frísinti staturin
skuldi snara til høgru eftir eini nátt. Helst hava
demakratarnir sovið í tímanum og hildið, at
sigurin varð tryggjaður uppá forhond. Og hetta
mugu Obama og politiska flaggskip hansara,
heilsureformurin, svíða fyri.
Tað er greitt, at soleiðis sum samansetingin er
av senatinum, hevur Obama mist avgerandi
meirilutan, og tí hevur hansara hjartasak fingið eitt
skot fyri bógvin. Tó so at demokratarnir framvegis
eru í meiriluta í bæði umboðsmannatingi og
senati. Politiska søga USA vísir, at royndirnar at
fáa gjøgnumført ábøtur í heilsutrygdini er sum
at spæla við eld. Nógvir frægir forsetar hava sett
hetta út í kortið fyri síðani at staðfesta, at torført
ella ómøguligt er at fáa neyðugu undirtøkuna.
Men Obama tykist standa fast við sítt og hevur
gjørt hetta til eina hjartasak, nevniliga at tryggja
teimum mongu milliónunum av fátækum
amerikanarum eina heilsutrygd, sum onnur
demokratisk vælferðarsamfeløg byggja á.
At Obama ikki er nøkur døgnfluga fingu vit
eisini prógv fyri í gjár, tá hann rætt og slætt fór í
“hernað” móti stóru bankunum. Bert eitt ár eftir,
at hann gjøgnum risalán úr almenna kassanum
tryggjaði somu bankum framhaldandi livilíkindi,
eru bankaleiðslurnar farnar at útgjalda sær
svimbulkendar og ørandi bonusupphæddir. Hetta
skal steðgast sigur Obama. Og hann fer longur.
Fyri at skrædlið ikki skal endurtaka seg verða lógir
gjørdar, sum avmarka møguleikar hjá bankum
og íløgufeløgum at reka amoralskan og oyðandi
íløgupolitikk. Bankarnir skulu eisini tvingast til at
seta av til egna trygd osfr.
Obama hevur sitið eitt ár í forsetasessinum.
Búskaparkreppan hevur merkt hesa tíðina. Støðan
í Irak, í Miðeystri sum heild, í Afghanistan og í
Pakistan er framvegis sera spent. Obama hevur
higartil valt dialogin heldur enn at taka til hermegi,
tó at hann hevur avgjørt at senda fleiri hermenn
til Afghanistan. Sum frálíður vilja veljararnir
síggja úrslit ella broytingar. Hetta verður tí ein
torfør tíð hjá Obama, sum sjálvandi ikki broytir
heimsstsøðuna eftir einum ári. Men hann verður
noyddur til at borðreiða við onkum ítøkiligum skal
hann vinna týðandi valini til heystar. Bankaátøkini
er ein partur av hesum. Ágangurin frá høgru er
øgiligur og eigur ongantíð at undirmetast. Vit
kunnu fegnast um, at meirilutin av amerikanarum
stuðla Obama, tí bara hann er í løtuni førur fyri at
skapa frið, trygd og vælferð fyri øll.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Finnbjørg
Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein
sveinrogvi@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Eitt, sum eykennir eitt snið
álop, er at allar fyrireiking
ar áðrenn álopið, sjálvandi
eru duldar sum mansmorð.
Tað, sum eftir øllum at
døma skal henda við okk
ara framtíðar farmaflutn
ingi, kann illa metast sum
annað enn eitt sniðálop.
Eftir sum skilst eru ætlan
ir at seta ein óbrúkiligan
bát inn fyri Rituna, men
vit, sum skulu brúka henda
bát, fáa onki at vita, sjálvt
um tað sær út til, at hetta
hevur verið fyrireika í
langa tíð.
Strandferðslan var væl
mannað í Skúgvi seinasta
summar, og kunnaði okk
um um framtíðar ætlanir.
Tað ljóðaði somikið væl,
at vónirnar um okkurt
brúkiligt vóru hampuliga
góðar, eg trúði í hvussu er,
at viljin var til staðar, at
gera okkurt gott.
Nú hevur so onkur likið
somikið, at tað sæst, at
ætlanirnar tvørtur ímóti,
eru at gera alt nógv trupl
ari, fyri ikki at siga ómøgu
ligt fyri okkum.
Tá eg fyri einum 4 døg
um síðani hoyrdi um hetta,
ringdi eg til Boga Morten
sen stjóra í SSL.
Hann meinti sjálvandi
ikki, at nakað var dult, men
tað passar í hvussu er ikki.
Tá hann kanska føldi seg
eitt sindur kroystan, segði
hann mær um ymiskt ann
að, sum eisini var á borðin
um, millum annað, at Sild
berin kanska bara skal
sigla um summarið.
Í dag fekk eg so aftur
okkurt at vita, sum fekk
meg, at seta meg at skriva.
Eg tími ikki at koma
nærri inn á evnið enn hetta,
eisini tí eg ikki veit, hvat er
rætt, av tí sum hoyrist, vit
vita jú øll, at leysasøgur
ikki altíð eru heilt eftirfar
andi, so eg vóni, at tit, sum
varða av hesum koma út úr
skotunum, og siga sum er.
Eitt, sum hevði verið
sera áhugavert at fingið at
vita, er hví tað er so alneyð
ugt, at fáa handan bátin inn
í hitan hjá SSL.
Tað finnast, uttan iva,
fleiri skip, bæði her í Før
oyum og í grannalondun
um, sum heilt vist eru
brúkilig.
Hasin báturin er ónýtu
ligur, men kortini hevur
tað verið roynt í mánaða
vís, at trýsta hann inn.
Í mai mánaði frættu vit,
at Ritan skuldi í Norðoyggj
ar at sigla, tað frættu vit í
útvarpinum, av einum
fundi í Nólsoy.
Ritan er okkara einasta
farmaleið, vit hava hana
einaferð um vikuna. Tey,
sum kenna til okkara við
urskifti vita, at um veturin
eru fleiri vikur, har ongin
farmatúrur er orsaka av
veðri. Tí er tað bara á
pappírinum, vit hava 52
famatúrar um ári.
Vit gjørdu vart við okk
um í brævi, dagfest 8. juni
2009.
22. septembur 2009
kemur so svar úr Vinnu
málaráðnum, undirskrivað
av Johan Dahl og Kjartan
Kristiansen. Í brævinum
framgongur heilt greitt, at
Ritan skal halda fram sum
áður, við einum túri úr
Havn um vikuna. Ritan
verður ikki tikin úr hesi
sigling uttan so, at
farleiðin kann gerast líka
væl við øðrum skipi.
Nú er so aftur alt enda í
sama skilið.
Tað er ikki lætt at trúgva
landsstýrismanninum, ella
SSL, tá soleiðis verður
atborið.
Ongin vil missa nakað,
sum kann nýtast, fyri
okkurt nógv verri, heldur
ikki vit.
Vit vilja sjálvandi fegin
fáa betri ferðasamband,
men sum vit so ofta hava
sagt, so leingi sum havnar
umstøðurnar eru, sum tær
eru, er best at lata alt verða
sum er.
Suðuroyingar hava sanni
liga havt sínar trupulleikar
av strandferðslu og myndug
leikunum, teir hava barst
fyri síni søk, og hava vunn
ið nokkso nógv, men høvdu
tey slakað tað allar minsta,
var helst ongin nýggjur
Smyril í dag.
Tí er tað eitt sindur
hugvekjandi, at tey, sum
standa aftan fyri hetta, øll
eru suðuroyingar, líka frá tí
lægsta til avvarðandi
landsstýrismann.
So mikið av seiggi mátti
verið eftir í tykkum frá
øllum teimum gomlu kemp
unum og gandakallunum í
Suðuroy, sum tit eru so
errin av, at tit ikki gera
slíkt ímóti okkum fámentu
skúvoyingum.
Við vón um størri
opinleika.
Sniðálop á skúvoyingar frá Johan Dahl og SSL
Skúgvi
HArry JENSEN
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Undirritaði ynskir eina atkvøðugreiðslu um valskipanina!
... har øll sleppa at luttaka.
Jógvan Olsen
Tórshavn
Valskipanin
Lesið
-so eru tit við!