fríggjadagur 22. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
10
VIKUSKIFTI
VANGAMYND
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
– Hetta forbannaða lívið hevur einki
enda mál. Helvitis lort.
Sjónleikarin Hjálmar Dam situr og
mutlar fyri seg sjálvan. Einsamallur
inni í sínum lítla kamari. Hann hevur
stíva kenning. Gremur seg um sítt for
bannaða lív. Fjálturstungin hyggur
hann at akvavitfløskuni, sum skjótt er
tóm. Trýstir ballstubban í øskubikarið.
Jú, hann skal hava ein afturat. Hann
kulkar tað seinasta í einum. Soleiðis.
Aftur í dag hevur hann gjørt enda á
einari brennivínsfløsku. Hann roynir
spak uliga at koma á føtur. Má finna
fóta festið. Og so skinklandi inn í sovi
kamarið.
Funnin ov lættur
– Eg var mitt í fúlari depressión. Men
tí betur útsetti eg deyðan.
Hjálmar Dam, sjónleikari, festir sær í
eitt ball, steðgar á og letur roykin blanda
seg við orðini, sum hanga í luftini. Tað
angar av nýgjørdum kaffi úr koppinum.
Vit sita í Sjónleikarahúsinum í Havn,
har havnarmaðurin álvarsamur greiður
frá.
30 ára gamli Hjálmar Dam er í løt uni
ein av bjartastu stjørnunum á før oyska
sjónleikapallinum. Púra óroynd ur
trein hann fyri fyrstu ferð á pall 24 ára
gamal, og síðan hevur hann berg tikið
áskoðarafjøldir við leikum sum Karda
mummubýurin, Verkætlan Laramie,
Klintrimús og Tornarósa. Men aftan
fyri stóru succes'ina, situr ein havnar
maður, sum fyri bara hálvum øðr um
ári síðan var fullkomiliga í sorli sálar
liga. Tankarnir um at gera enda á sær
sjálvum vóru honum sera nær. Men
áhald andi uppgávur frá sjónleikinum
hildu honum á lívi.
Í 2008 ætlaði Hjálmar at flyta til
Danmarkar. Hann hevði søkt inn á sjón
leikaraskúla og droymdi um eina lukk
uliga tilveru á flatlondum, har hann
slapp at royna seg í dreymastarvinum
sum sjónleikari. Í upptøkuroyndini
skuldi Hjálmar spæla eitt brot úr kær
leiksleikinum Romeo & Julie. Men
tað gekk snøgt sagt av skriðuni. Hann
hevði hjartasorg og var alt annað enn
romantiskur, tá hann sýndi fram fyri
dómarunum. Ikki óvæntað varð hann
vig aður og funnin ov lættur. Alt var
farið í sor.
Hann var ikki meira enn komin
aftur til Føroya, tá hann fór at drekka
illa. Vanliga eina fløsku hvørt kvøld.
Í seks sam fullar mánaðir. Akvavit og
gin.
– Eg sá einki endamál og livdi í
svart asta vónloysi. Eg visti væl, at tað
var heilt ótrúliga vánaligt, ræðuliga
ego istiskt og ómetaliga feikt at geva
upp. Men tá tú er í støðuni, hugsar tú
ikki um tað. Tú vil bara sleppa burtur,
sigur Hjálmar.
Sjálvmorð hvørt kvøld
Sjónleikurin vísti seg at gerast bjarg
ingin. Hann fekk aftur og aftur bjóðað
leiklutir í ymsum leikum. Soleiðis flutti
hann seg spakuliga frá brennivíninum
og tunglyndinum.
– Tá John Rimsted ringdi til mín
um sína verkætlan við Karrybollunum,
stúrdi hann fyri íløguni í filmin. Hvat
nú, um onkur doyði, spurdi hann. Eg
segði honum, at tað skuldi hann ikki
hugsa um. Eg havi ongantíð runnið frá
mín um uppgávum, og soleiðis útsetti eg
deyðan so hvørt.
Hjálmar Dam fortaldi fáum um sínar
trupulleikar. Merktur av tunglyndi fór
hann í september í fjør undir at seta
upp leikin 4:48 Psykosa, sum viðgjørdi
evnið sjálvmorð.
Í høvuðsleiklutinum sum sjúklingurin
royndi Gunnvá Zachariasen at draga
áskoðaran inn í støðuna, tá fólk eru á
deyða strá. Hjálmar spældi lækni hjá
sjúk linginum.
– Tað var ræðuligt. Kvøld eftir kvøld
skuldi eg spæla persónurin, sum vantaði
í mínum lívi. Tað sleit sinnið at síggja
Gunnvá Zachariasen skrála um helviti
á jørð og sjálvmorð. Men tað høvdu
hon ella hini ikki hóming av. Tey vistu
av ongum. Eg hugsaði ofta um at rýma.
Men tá var tað fantastiskt at koma heim
til Hannu, mína lívsglaðu, positivu og
elskaðu gentu, sigur Hjálmar.
Ongan samleika
Sum sjálvlærdur sjónleikari hevur
Hjálm ar Dam krógvað seg fyri fjøldini
í fleiri leiklutum. Tá hann verður biðin
um at lýsa seg sjálvan, hevur hann ilt
við at svara. Hann hvørvur inn í sínar
egnu tankar og fer leitandi at greiða
frá.
– Satt at siga, so veit eg ikki. Eg havi
ongan identitet. Eg dugi ikki at siga tær,
hvør maðurin, sum eg síggi í speglinum
hvønn morgun, er. Men eg veit, at eg
livi gjøgnum eyguni á øðrum og verði
firtin, um tey definera meg skeivt. Eg
dugi ikki at taka móti beinleiðis røðu. Tí
hvørvi eg oftast, tá takkarrøður og slíkt
er á skránni. Hinvegin verði eg glaður,
tá eg hoyri umvegis míni næstu, at eg
havi staðið meg væl. Eg vil fegin vera
Ein lEmjandi depressión kom fyri hálvum øðrum ári síðan
so langt út, at HJálmar dam, sjónlEikari, sá sJálvmorð sum
Einasta útvEg. mEn sJónleikUrin gjørdist bjargingin.
Sjónleikurin
bjargaði mær
frá Sjálvmorði
mynd: jens kristian vang
Sjónleikarin Hjálmar Dam var fyri hálvum øðrum ári síðan mitt
í fúlari depressión. Men sjónleikurin bjargaði honum