fríggjadagur 22. januar 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2010
11
Samstundis sum
umhvørvisfólk okkara
í desembermánaði vóru
í Keypmannahavn á
COP 15 veðurlags
ráðstevnu, var náttúran
í Sundalagnum fyri
stórum missi
FARVÆL STÓRÁ
N
orðskála liggur sum flestu
av okkara gomlu bygdum í
einum vika, har ein á rennur, og
eins og í so nógvum av hesum
bygdum, eitur hendan áin við
Norðskála eisini Stórá.
Stórá var ein partur av okkara
livandi náttúru. Hon var til uppi
í Miðafelli í Lírnarók, uppi á
Fossunum, uppi í Enninum í
Lítlafelli, hon kom undan
Skarðsbrúnni og Nøvubarmin
um, og kom gjøgnum nógvar
løkir spælandi oman í Fossa
gjónna og Lokkafellsgjónna
sum runnu saman uppi í Dal,
og seimeind fylgdust oman
gjøgnum Skálágjógv oman í
Antarvað, haðani áin rann breið
oman í Móstøðuósan og varð
eitt við sjógvin. Stórá var týð
andi partur av okkara skiftandi
náttúru, har hon í táveðri kundi
vísa seg mikla, tá hon við
dunandi veldi gekk froðandi
hvít eftir bøkkunum, til hon í
várturki suðandi og møk smeyg
sær somu leið frá hæddunum í
erva og oman á sjógv.
Soleiðis er ikki longur. Stórá,
hjartað í bygdini, hevur mist
sína megi, nú bert ein brotpart
ur av vanligu vatnnøgdini renn
ur í ánni. Restin er okkara kæri
elfelagsskapur SEV farin við, tí
vit eru partur av Eiði 2 ætlanini
at vinna elmegi úr vatni.
Ikki kom tað óvart á. Leingi
hava vit vitað at so fór at verða,
men nú hon fór bleiv man
skakkur og illa við av at síggja,
hvussu náttúrutemjandi eitt
slíkt inntriv er. Hetta er ein
skaði, ein avmontering fyri
bygdina, ið ikki bøtist aftur.
Vatnorkuútbyggingin
So fór Norðskáli og ikki
verður helmað í fyrr enn
komið er suður móti Selatrað.
Tá hava vit eisini mist sera
sjaldsama og náttúruvakra
økið suðuri á Fagradali.
Tað eru nú 25 ár síðan at
farið var undir Eiði 14 verk
ætlanina hjá SEV. Í hesum
tíðarskeiðnum eru áirnar í
hægsta partinum av Eystur
oynni tiknar, nevniliga frá
Vesturdalsá Millum Fjarða og
norð til Funnings, eins og áirnar
frá Svínabotni millum Gjógv og
Eiði og suður um Norðskála.
Skipanin er tann, at áirnar renna
frítt frá í erva og oman í umleið
150 metra hædd, har inntøk eru
gjørd, sum leiða vatnið niður í
tunlar og føra alla vatnnøgdina
norður í vatnbyrgingina á
Eiðisvatni. Haðani verður vatnið
so eftir tørvi leitt oman í fjøruna
norðanvert Ljósáir, har
vatnturbinur standa sum skapa
“undurverkið”, at umgera vatn
til streym.
Undir 150 metra hædd, eru
áinar upptornaðar, men lagra í
vátveðri.
Náttúran
Hugtakið náttúra hevur stóra
breidd. Náttúra er skapið á
økinum, tað er samansetingin
av elementunum gróður og
grót, tað er vindur og veður, tað
er avfall og áir, tað er upphav,
tíð og árin.
Náttúra er margfeldni og
skiftandi upplivingar, sum í
samspæli skapa trivna fyri
øllum livandi, plantum, djórum
og menniskjum.
Tað er samspælið millum
fjølbroyttu náttúru okkara og
skiftandi veðri, sum ger tað
serstakt at búgva her í landin
um. Tí er tað skylda okkara at
bera so í bandi, at vit eisini
hava eina spennandi náttúru til
okkara eftirkomarar, so teir
velja at støðast í andglettinum.
Grøna ynskið
Tíðin talar fyri hóvligari
orkunýtslu, minking av CO2
útláti og grønum rokniskapi.
Tað er tí nærliggjandi, at vit
sum balast í einum landi við so
nógvum regni, nýta møguleikan
at fáa gagn burtur úr vætuni, og
at SEV, orkufelagsskapur
okkara, við ídni virkar fyri at
skaffa okkum grønan streym.
Í hesum royndunum at bøta
um javnvágina, so størri part
urin av framtíðar elorku okkara
fæst frá varðandi orkukeldum,
hevur SEV nú eisini stórar
ætlanir um vatnorkuútbygging í
Norðurstreymi og Vágum. So
kunnu vit um nøkur ár kunnu
sita og gníggja okkum í hend
urnar, tí vit hava livað upp til
almennu krøvuni um minking í
CO2útlátinum, men her lata vit
meira fyri minni. Royndirnar í
Norðureysturoynni eru ræðandi,
tí vælferðarprísur skal valdast.
Við amputeringini av áunum, er
økið gjørt munandi fátkari, tað
er vorið karakterleyst. Hendan
mannagongd har missurin er so
sjónskur, talar á ongan hátt fyri
framhaldi eftir sama leisti, men
heldur fyri framferð, har aðrar
og minni sjónskar náttúrukeldur
verða troyttar.
Um hesar minni sjónligu
náttúrukeldur kunnu vinnast úr
aldu, streymi, vindi ella øðrum,
og um tøknin er generatorar,
pumpuverk ella battarí, verður
avbjóðingin hjá orkufelagsskapi
okkara at finna út av. Sum nú
er, er grøna hugsjónin vorðin
synonym við fyrilitarloysi.
Politiska kósin
Spurningur kann setast við,
hvussu væl ætlaðu vatnorku
útbyggingarnar sampakka við
almennar málsetningar. Eitt nú
hevur STfelagsskapurin lýst
júst 2010 at verða árið fyri
lívfrøðiligum margfeldni, árið
har kikarin verður settur á
hóttar plantur og djór, og at
kommunurnar, ið varða av
høvuðsvíddini av ætlaða
vatnorkuøkinum, nevniliga
Sunda, Vestmanna og Vága
kommuna saman við 13 øðrum
kommunum, hálvan desember
skrivaðu undir Grøna Skjalið,
ið er ein yvirlýsing fyri burðar
dyggari samfelagsmenning,
sum tryggjar lívsgrundarlag og
góðsku fyri núlivandi og kom
andi ættarlið, og um ikki her
eru divergerandi atlit.
Vit hava eisini landspolitikk
arar, sum varða av náttúru
virðum okkara, og hava vit ikki
øll skyldu til at ganga væl um.
Víðari framferð
Verður hugsað búskaparliga, so
tekur tað nógv ár at forrenta
vatnorkuíløguna.
Verður hesin veruleikin settur
upp ímóti tøkniligu frambrot
unum innan alternativa orku
framleiðslu seinastu árini, er
stóri spurningurin, um vit skulu
renna so á leistum, og um ikki
tíðin arbeiðir við okkum so
leiðis, at vit um fá ár kunnu
seta inn við heilt øðrum
orkukeldum. Hava vit júst tá
framt stóru vatnorkuútbygg
inganar, sum nú liggja í
kortunum, orka vit neyvan inn
á alternativar leiðir.
Tí er at vóna, at politikkarar
okkara og COP 15 luttakararnir,
ikki einans síggja náttúru
okkara sum eitt tilfeingi, men
sum eitt varðveitingarvert aktiv
til komandi ættir So eiri
Norðurstreym og Vágum.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Grønt og fyrilitarleyst
Tíðargreinin
TíðARgReinin
Hans Dávid Dam
hdd@a3.fo
Fossá, í fullum veldi
Mynd: Ingvard Fjallstein
Stórá í áarføri, ein farin sjón
Mynd: Ingvard Fjallstein
Fagridalur, áarrivur og brýnd hella
Mynd: Hans Dávid Dam
Víkavatn, enn liggur tað órørt
Mynd: Ingvard Fjallstein