Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 22. januar 2010 11 VIKUSKIFTI almennur, men samstundis anonymur. Eg ræðist flestu avbjóðingar, men taki av teimum kortini. Tað er kanska tí, eg eri sjónleikari, sigur hann. Sum tannáringur lýsir Hjálmar Dam seg sjálvan sum eitt »ókekkað fokk­ høvd,« sum hann tekur til. Hann hevði ilt við at støðast nakra staðni, men rak fyri vág og vind. Hann rann úr einum ar beiði í annað, tí hann ongantíð treivst á sama stað serliga leingi. Men síðan hann fekk fótin innum í sjónleikara yrk­ inum, hevur hann, umframt at spælt, fingist við at smíða og málað pall í Sjónleikarahúsinum í Havn. – Eg havi altíð verið leitandi. Higar­ til uttan stórvegis úrslit. Eg vil ikki ger­ ast fastur í eini skipan, tí skipanir gera robottar. Tað tími eg ikki. Eitt nú havi eg seinastu tvey árini spælt fleiri barna­ leikir. Tað er hugurin ikki til longur. Sjón leikur er eitt fjøltáttað arbeiði, har eg alla tíðina merki framgongd. Men eg havi altíð ansað eftir, at eg ikki verði nøgdur. Strembanin eftir nøgdsemi er drív megin, sigur Hjálmar. Undirhelt sum skóti Hjálmar Dam var í fleiri ár sera virkin sum skóti. Men í 2004 gjørdi hann av at veittra grønu skótaklæðunum farvæl fyri at trína á pall. 24 ára gamal setti hann hol á eitt nýtt kapittul í lívinum. Elin á Rógvi vantaði ein sjórænara til ein leik á ólavsøku fyri skjótt seks ár um síðan, tá óroyndi Hjálmar Dam tók av tilboðnum, sum seinni vísti seg at koll velta hansara lív. Fáar mánaðir seinni sendi Elin á Rógvi aftur boð eftir honum. Hesa ferð til ein av høvuðsleiklutunum í Karda­ mummubýinum. Við 62 sýningum gjørd ist leikurin ein brakandi succes, og Hjálmar hevði longu staðfest sítt navn sum sjónleikari í Føroyum. – Eg plagdi at undirhalda til árligu skótaveitslurnar. Eg haldi tað gekk væl, tí fólk flentu. Annars hevði eg ikki fing­ ist við sjónleik. Soleiðis er lívið so til­ vildarligt. Uttan at hava stríðst fyri tí, var møguleikin har. Tað er órættvíst, men eg eri ótrúliga takksamur fyri tað nú, hugleiðir Hjálmar. Hann minnist, at floksfelagarnir í Hoydølum dúgliga plagdu at júka hann um at fara til upptøkuroynd til sang leikin Skeyk, sum varð sýndur í Norður landahúsinum í 1997. Hóast hann hevði hug, vendi hann aftur, tá hann frætti, at tú bæði skuldi syngja og dansa. – Men eg havi nærum ikki gjørt annað enn at dansa og syngja sum sjón­ leikari, sigur hann skemtandi. Kukkaði í buksurnar Hjálmar Dam hevur sum sjónleikari bæði staðið í berum undirbuksum á palli og sleikt konufólktær á filmi. Men spurdur, hvør hansara pínligasta løta á palli er, svarar hann: – Eg havi eina ferð kukkað í buks­ urnar á palli. Tað havi eg ongantíð sagt nøkrum, sigur Hjálmar, áðrenn hann flennir í kíki. Hann greiðir frá, at hann var við til at seta upp leikin Grease í 2005. Stutt undan steðginum átti hann ein lítlan leik lut. Annars syrgdi hann fyri at draga tjaldið frá og fyri, tá pallskiftini vóru. Ein uppgáva, sum hann ikki kundi renna undan. – Eg var sjúkur í búkinum, og av tí at eg stóð og spenti so nógv, havi eg fingið reyva bøllar av stáli. Men eina ferð noyddist eg at loysa frá. Eg fór á pallin við kukki í buksunum og royndi at spæla sum frægast. Tá steðgurin kom, rann eg á vesið. Undirbuksurnar sá eg ongantíð aftur. Tær fóru í ein posa og vórðu tveittar í ruskspannina, sigur Hjálmar. Tikið fyrsta stigið Meðan hann soleiðis situr og greiðir frá er torført at hugsa sær, at fryntligi sjónleikarin fyri hálvum øðrum ári síðan ikki hómaði nakað ljós nakrastaðni. Hann tykist vera væl fyri. Tað er nú heldur ikki langt burtur frá veruleikanum. Tí Hjálmar Dam er nú um at ressast aftur. Hann rørir ikki brenni vínið í gerandisdegnum, men bara til veitslur. Uppgávan er nú fyrst og fremst at syrgja fyri ikki at enda í somu støðu aftur. – Tja, hetta er ein byrjan. At tosa um tað. Veruleikin er, at nærum øll kunnu verða rakt av tunglyndi, strongd og øðr um. Ætlar tú at ganga við tí sjálvur, verður tú annaðhvørt eitt sterkari menn iskja ella, sum meira sannlíkt er, í einari gummisellu proppfullur av medi­ sini. Eg havi í alt ov langa tíð valt fyrru loysnina av ótta fyri hinum. Men eg hvørki orki ella tími meir. Eg havi fólk utt an um meg, sum vilja hjálpa mær. Tað havi eg altíð havt. Munurin er nú, at eg so spakuliga velji at taka av, sigur Hjálmar Dam, sjónleikari. ‒ Fyri meg er tann stóra stjørnan í filminum Hjálmar Dam. Hann er einanstandandi. Føroya besti sjónleikari. Hallur Hjallgrímsson framleiðari av Karrybollinum, í Mess ‒ Sum altíð snubbar Hjálmar Dam fokusið frá øðrum við sínum avbera snildu leikaragávum. Beate Samuelsen sum ummældi leikin Tornarósa í Dimmalætting ‒ Tað er eingin ivi um, at tað er Mikkjal Revur, ið er tann mest eyðsýndi figururin í leikinum um Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskógi í Sjón­ leikarahúsinum, og Hjálmar Dam spælir leiklutin meistarliga væl Terji Nielsen sum ummældi leikin Klintri mús í Dimmalætting ‒ Hjálmar Dam megnar sera sannførandi at lýsa núansurnar í harðrenda lásasmiðinum Klestjs. Mikkjal Helmsdal sum ummældi leikin Náttarherbergið í Sosialinum ‒ Ikki minst Hjálmar Dam, sum hevur eina ótrúliga karisma í leikinum. Tú vamlast næstan av hesum leiklutinum, sum við sínum starandi flytandi eygum minnir um senur frá klassiska Cubrick­ filminum Clockwork Orange. Hjálmar dugir eisini at syngja. Finnur Jensen sum ummældi leikin Hørpuríma í Sosialinum Fakta HJÁLMAR DAM Aldur: 30 Parlagstøða: Damu Arbeiði: Smíðar og málar pall og sjónleikari MynD: jens kristian vang Sagt og skrivað um Hjálmar Dam: – Eg havi ongan identitet. Eg dugi ikki at siga tær, hvør maðurin, sum eg síggi í speglinum hvønn morgun, er, sigur Hjálmar Dam