fríggjadagur 22. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2010
– Nei, her er lítið
fólk eftir í bygdini.
Men tíðirnar kunnu
broytast, soleið
is at fólk aftur fer
at flyta higar, sigur
69 ára gamli funn
ingsmaðurin, Sámal
Petersen
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Funningur: Tað standa
tveir mans og práta niðri á
støðni.
Annar sum er elsti mað
urin í bygdini, vaskar bil,
meðan hin maðurin styttir
sær stundir við einum
práti.
Nú umboð fyri tíð inda
tænastuna órógva teir í
prátinum er skjótt, at evnið
verður bygdarmenning ella
bygdardeyði. Í øllum førum
er týðiligt at skilja, at her
kundi staðið betri til: Fólka
talið minkar, skúlin er í
vanda fyri at lata aftur og
barnatalið fækkast.
– Ja, tað sigur seg sjálvt,
at um ein skúli í eini bygd
letur aftur, tá kann ikki
standa serliga væl til, slær
Sámal Petersen fast.
Prátið fellur inn á bygd
arlívið og tær umstøður,
sum fólkið her hevur livað
undir
gjøgnum
tíðirnar.
Sjálvur fór Sámal til skip á
ungum árum, men hevur
eisini arbeitt á landi. Nú, á
ellisárum røktar hann seyð
í Líðini.
Tað skilst á øllum brøgd
um, at fólk harmast um
gongdina, men tann stóri
spurningurin er, hvat gerast
kann fyri at fáa broyting í.
Bert eldri fólk
Tað vóru tær tíðir í Funn
ingi, tá fólk støðaðust og
nógv børn og ungfólk vóru
í bygdini. Her var eisini
skúli, soleiðis at ungdóm
urin kundi vera sum longst
í heimbygdini.
Eitt skifti beint eftir
krígg ið, tá Sámal fór í
skúla, vóru eini 40 skúla
børn í bygdini. Men síðani
tá hevur talið bara gingið
ein veg – niðureftir! Í dag
er bert tann eini næmingurin
í Funnings skúla, og er
hesin knýttur at granna
skúlanum í Funningsfirði.
Fólkatalið hevur somu
leiðis fylgt hesi gongdini: Í
dag eru tey bert 71 í tali,
men tá tey vóru flest – tað
var í 1988 – vóru 117 fólk
skrásett í bygdini.
Tíggju ár seinni fór talið
niður um 100, og bert hetta
farna árið er fólkatalið
lækkað við fýra. Og tað er
ikki frítt, at henda gongdin
harmar fólk í Funningi.
Ein teirra er 69 ára gamli
Sámal Petersen. Hann tekur
soleiðis til orðanna:
– Støðan er tann, at í dag
eru bert eldri fólk í bygdini,
kann man gott siga. Tað eru
eini fimm smábørn og bert
eitt skúlabarn!
Møtti ongum
Um ein lítur yvir hesa
vøkru bygdina er skjótt at
staðfesta, at tað serliga er í
niðara parti av henni at
húsini standa tóm.
– Nei, tað er ikki altíð so
hugaligt at vera her, slær
Sámal fast.
Eitt er so tað, at fólkatalið
minkar,
men
tað
sum
kanska órógvar fólkini mest
er, at ein av barnafamiljunum
ætlar sær at flyta av bygdini
í næstum.
Hetta fer sjálvandi at
merkja bygdarlívið, tí tað
er nú einaferð so, at børnini
skapa lív í bygdini, ja, júst
sum tað var tá Sámal var
barn.
Tá kundi ein mangan
síggja børnini spæla uttan
dura, og aðrastaðni sá ein
einar 10 til 15 mans standa
og práta saman. Men so er
ikki longur.
– Eg havi upplivað at
ganga oman higar á støðna,
niðan aftur fram við ánni
og havi gingið soleiðis runt
bygdina tríggjar ferðir – og
alt uttan at møta so mikið
sum einum einasta menn
iskja, sigur Sámal.
Síðani sjónvarpið kom er
støðan ikki batnað hesum
viðvíkjandi. Og nú ið tríggir
stórir parabolar eru settir
upp niðri á støðni, er hugs
andi at fleiri rásir verða at
velja millum.
Tað unga fólkið
Tey seinastu árini hava
nógvar bygdir merkt til
somu gongd sum aðrastaðni
kring heimin: Fólk flyta
hagar sum tænasturnar og
tilboðini eru.
Hóast Funningur skuldi
ligið væl fyri í landslagnum
– t.v.s. at stuttur og breiður
vegur er bæði til Funn
ingsfjarðar og til Eiðis – so
er tað ein sannroynd, at
hetta hevur ikki verið nóg
mikið til at halda fólkið í
bygdini.
– Tað vísir seg at vera
ringt at fáa ta unga fólkið at
støðast í bygdini, slær
Sámal fast.
– Tað vil bara fara burtur
frá, sigur hann, ikki sørt
harmur á málinum, og peik
ar út yvir Funningsfjørð,
yvir ímóti Elduvíksnesi.
Í tí bygdini er heldur ikki
ov væl statt við fólki. Har
eru ikki nógvir elduvíkingar
eftir, men annars er nógv
virksemi av fólki ið hava
keypt og umbygt hús í
hugnaligu bygdini.
Hesa
somu
gongdina
hava tey somuleiðis sæð í
Funningi, at fólk úr t.d.
Havn og Vestmanna hava
ognað sær hús her og gera
tey í stand. Fyri Sámal er
tað ikki bert við illum eyg
um at hann eygleiðir hetta.
– Tað er ikki so galið, tá
tey eldru húsini, sum bara
hava staðið tóm í nógv ár,
verða shinaði upp.
– Jú, tað lívgar um, men
tað er kortini lítið hugaligt
um veturin, tí tá er ofta
tóm ligt. Men um summarið,
tá er nógv fólk her, sigur
hann.
Fá fólk í Funningi
”
Tað er kortini lítið hugaligt um
veturin, tí tá er ofta tómligt
”
Eg havi upplivað at ganga oman higar
á støðna, niðan aftur fram við ánni og
havi gingið soleiðis runt bygdina tríggjar
ferðir – og alt uttan at møta so mikið sum
einum einasta menniskja
”
Í dag eru bert eldri fólk í bygdini,
kann man gott siga. Tað eru eini fimm
smábørn og bert eitt skúlabarn
Í Funningi búgva í dag bert 71 fólk. Beint eftir kríggið vóru ikki færri enn 40 børn í skúlanum. Í
dag er bert eitt!
Pápi hevur vunnið
Omar Osama bin Laden, sum er fjórðielsti sonur Osama bin Laden, heldur,
at tað er betur fyri amerikanararnar, at pápi hansara er á lívi heldur enn
deyður. Omar Osama bin Laden sigur sambært AP, at pápi hansara hevur
vunnið stríðið, tí at hann hevur rokkið máli sínum, sum var at eyðmíkja
USA. Hann roknar ikki við, at pápin fer at skipa fyri fleiri atsóknum at
USA. Men eydnast tað amerikanarunum at beina fyri honum, fara
viðhaldsmenn hansara uttan iva at hevna hann og at søkja at amerikonskum
málum.