fríggjadagur 22. januar 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
19
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
Arbeiðspláss
inna tørnroos
inna@sosialurin.fo
Illona Bjørk Bovin hevur kannað
arbeiðsumstøðurnar hjá teimum,
sum sita í opnum skrivstovum og
givið bókina ”Att flytta till och
arbeta i öppet kontor”. út.
Í opnum skrivstovulandslagi
kemur ein nær at sínum starvs
feløgum. Bæði so og so!
– Lyklaorðið er at vera týðuligur.
Um nakar ella nakað irriterar teg,
mást tú siga frá. Tey, sum bíða ov
leingi, blíva bara ill, og so langt
nýtist tað ikki at fara, greiðir Illona
Bjørk Bovin frá.
Flytingin frá egnari skrivstovu til
opið skrivstovulandslag er ikki altíð
løtt. Vanin, at kunna lata hurðina
aftur og steingja starvsfelagar og
ljóð teirra úti, er torførur at venja
seg av við.
– Nógv halda, at tað er ótrúliga
torført at arbeiða effektivt við
øllum ljóðunum rundan um seg.
Tað er ringt at konsentrera seg, og
tað skapar irritatión, sigur Illona.
Men fyrimunir eru eisini. Fe lags
skapurin styrkist, tað er lættari at
fáa ting við, og nýggir starvsfelagar
koma skjótt inn í arbeiðið.
Besta ráðið, sum Illona Bjørk
Bovin gevur, er at seta greiðar
reglur. Um ein persónur tosar ov
hart í telefon, og tit í felag hava
gjørt eina reglugerð fyri telefonprát,
er tað lættari at siga við persónin,
at nú brýtur hann reglurnar, enn
sjálvur at vísa á, at tú órógvast av
hansara práti.
Fimm tipp!
1. Hugsa um, hvussu hart tú
tosar
2. Ikki nýta ov sterkt luktilsi
3. Ger eina reglugerð um til
dømis telefonprát
4. Nýt klivar at tosa í
5. Lurta eftir tónleiki, um prát
órógvar
Hetta órógvar mest
1. Hart prát millum starvs
felagar og telefonprát
2. At lænt ting ikki verða
borin aftur
3. Kropsljóð (prumpar, rop,
njós)
4. Pilka nøs
5. Hysteriskir ringitónar
6. At onnur lesa tín teldupost
7. At onnur hyggja yvir á tín
skíggja
8. Teskandi samrøður
9. Eta og drekka á skriviborð
inum
10. Óruddiligt skriviborð
Kelda: Svensk MSN kanning frá 2008
Opið landslag
krevur greiðar
reglur
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Durita Djurholm
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
salat:
½ kg av fullkornspasta penne
200 gr. av soppum í glasi
250 gr. av fetaosti
75 gr. av sólturkaðum tomatum
50 gr. av olivin
1 leykur
65 gr. av kapers
Dressing:
1 fet hvítleyk
½ kókað egg
30 gr. osti
15 gr. av hvítvíns ediki
15 gr. av reyðvíns ediki
½ tsk. av dijon sinnopi
½ tsk. av salti
¼ pipar
170 gr av plantuolju
Sunn og vælsmakkandi
pastasalat
Kóka pasta og lat kólna. Hakka leykin smátt
og brúnka hann saman við soppunum. Hakka
olivin smátt, og blanda alt tilfarið saman, ið
stendur undir salat.
Blenda hvítleykin, egg, ost, hvítvíns- og
reyðvínsedik, dijon sinnop, salt og pipar í
einum blendara. Lat til síðst plantuoljuna í,
og blenda alt saman. Stoyt dressingin oman
yvir salatina, og rør alt saman.
Tað hóskar væl at koyra bacon, skinku ella
høsnarungabitar í salatina.
Ein StarvSfElagi prumpar, Ein
annar StEndur og lESur á Skíggj
anum hjá tær, og Ein triði Situr
og toSar hart í fartElEfonina.
alt hEtta Er gErandiS koStur hjá
tEimum, Sum StarvaSt í opnum
SkrivStovulandSløgum.