Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 243 - 15. desember 2001 Nr. 243 - 15. desember 2001 5 Ein samd vinnunevnd tekur undir við upp- skotinum um at byggja nýtt suður- oyarskip fyri í mesta lagi 305 milliónir krónur. SUÐUROYARFERJA Magnus Dam Allir limirnir í Vinnu- nevndini taka undir við at geva landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, hemild til at byggja nýtt suðuroyarskip. Vinnunevndin hevur gjørt skjótt av, og málið hevur bert verið viðgjørt á einum fundi. Týsdagin legði nevndin álit fram í málinum, og har sæst, at allir teir sjey limirnir uttan fyrivarni taka undir við lógini, sum loyvir lands- stýrismanninum at gera sáttmála um at byggja nýggja skipið. Tað er bert Kári P. Højgaard úr Sjálvstýris- flokkinum, sum hevur serstakar viðmerkingar til lógaruppskotið. Hann sig- ur, at hann var ivasamur um avgerðina at byggja so stórt skip – men nú er so langt útliðið, at tað vendist ikki aftur. Hann leggur afturat, at tað er umráðandi, at íløgurnar í nýggja sam- ferðsluhavn á Trongis- vágsfirði verða gjørdar, meðan nýggja skipið verð- ur smíðað, so havnin er liðug, tá skipið er liðugt. Lógin gevur Bjarna Djur- holm heimild at gera sátt- mála við eina skipasmiðju um at byggja eitt skip fyri í mesta lagi 305 milliónir krónur. Hvør endaligi kostnaðurin verður, er kortini ikki greitt enn, tí enn er eingin sáttmáli gjørdur. Fleiri skipasmiðjur í Evropa og úr Asia hava bjóðað uppá arbeiðið, og Strandferðslan situr í løtuni og viðger innkomnu til- boðini. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, verða nakrar skipasmiðjur valdar út, sum nærri samráðingar skulu verða við. Úrslitið av hesum samráðingunum fer at vísa, hvør fær stóra ordran at byggja føroy- ingum nýtt suðuroyarskip. Ætlanin er at seta 95 milliónir krónur av á fíggjarlógini fyri næsta ár og á leið somu upphædd tey bæði eftirfylgjandi árini – alt eftir hvør endaligi kostnaðurin verður. Vinnunevndin samd um suðuroyarskipið KFUK-SKÓTAR Tíðindaskriv Jóla-café og tombola í sjónleikarahúsinum í Havn í desember mánaði Um ársskiftið 2002/3 verður tann 20. heims- jamboreein við 30.000 skótum úr øllum heiminum hildin í Thailandi. Jam- boreein er fyri skótar, sum eru millum 14 og 17 ár. Nakrir føroyskir skótar hava teknað seg til hesa jamboreeina. Jamboree hevur verið ymsa staðni í heiminum 4. hvørt ár síðani í 20’unum og føroyskir skótar hava verið við á teimum flestu. Seinast var Jamboree í Chile, har vóru 14 før- oyskir skótar við. Á leguni vóru 34.000 skótar úr 184 londum. Hetta er ikki nøkur frí- tíðarferð, sum ein kann fara saman við mammu og pápa sínum. Men ein ferð, har ein sum skóti upplivir Thai- land og Malaysia, - á Jamboree - í frumskógi og heima hjá einum asiat- iskum skótahúski. Jamboree er eitt gamalt indianskt orð, sum merkir friðarorrusta. Baden- Powell, stovnarin av skótarørsluni valdi sær hetta orðið til at lýsa eina stóra skótalegu, og fer ein á eina jamboree í dag, hevur ein møguleika at hitta skótar úr fleiri enn 180 londum og uppliva tær ymsu mentanirnar eisini. Ein fær vinir fyri lívið, samstundis sum ein upplivir, hvussu eins skótahugsjónin er um allan heim. Teir 12 dagarnar jam- boreeini varar verður m.a. heik, har gist verður á økinum. Eitt afturvendandi tiltak er »The Global Development Village« har ein kann verða við í virksemi viðv. heilsu, um- hvørvi, fólkarættindum, friði og fólksligari fatan. Ein dag verður skótahjálp í Thailandi. Av øðrum virksemi kann nevnast: Water Sports, Our Heritage, Tournament, City of Science and Technology. Nýggjárið verður eisini eitt av hæddarpunktunum. Leguøkið verður við Sattahip, sum er 180 km í ein landsynning úr Bang- kok. Sjálv legan verður á einum nátturuvøkrum øki við fjallalendi á aðrari síðuni og einari langari hvítari sandstrond á hinari. Farið verður úr Føroyum 26. des. 2002 og komið verður aftur 20. jan. 2003. Jamboreein er frá 28. des. 2002 til 8. jan. 2003 Aftaná leguna verður skipað fyri einum áhugaverdum túri í Thailandi og Malaysia. Tað er rættiliga kostn- aðarmikið at fara so langa leið av stað, og føroysku skótarnir ganga allir í skúla og hava ikki nakra fasta inntøku. Teir eru tí sjálvir farnir í gongd við at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sum vónandi skuldu givið teimum eitt sindur av inntøkum. Teir hava havt køkutombola í FK í Havn og handlinum hjá Eli. Hesa vikuna og nakað inn í desembermánað skipa skótarnir fyri »jóla-café« í sjónleikara-húsinum í Havn. Her selja teir kaffi, te, kakao, pop-top, rís- alamang, kleynur, bollar, atgongumerki til sjónleikin »Ísbjarnirnar« o.a. Eisini hava teir eitt tombola við nógvum ymiskum gávulut- um. Opið er hvønn ger- andisdag millum kl. 15 og 18, leygardagar er opið kl. 13 - 16. Øll eru vælkomin inn á gólvið. Fleiri fyritøkur og handlar í Havn Jólacafé og tombola hava stuðlað við vinningum til tombola, teir eru: FK í Hoyvík, Føroya Bjór, P/f Hjalmar Jacobsen bókh., H.N.Jacobsens Bókahand- il, P/f Maria Poulsen, MBM, P/f Poul Hansen, P/f Poul Michelsen, Skála- búðin og Thomas Dam á Hálsi. Jaspur Johannesen úr Havn er farin undir bygging av einum nýggjum matvøru- handli við Norðskála. Bygningurin er 700 fermetrar og verður størsti matvøruhandil í Eysturoynni HANDIL Stefan í Skorini Tey flestu, ið koyra framvið Norðskála, munnu undrast á tann stóra bygningin, sum er reistur beint við lands- vegin. Jaspur Johannesen er maðurin aftanfyri henda bygningin. Hann væntar, at bygningurin verður inni- lokaður í hesi vikuni, og latið verður upp fyri við- skiftafólkum um mánaðar- skifti februar og mars. Teir fóru at grava út í vár, so tað hevur tikið eitt lítið ár at byggja. Handilin verður 700 fer- metrar, og Jaspur heldur, at hetta er størsti matvøru- handil í Eysturoynni. Hevur royndir Jaspur hevur drúgvar royndir innan sølu av mat- vøru. Hann var í fleiri ár stjóri fyri Bónus handlarnar í Føroyum. Nú fer hann so undir at hava egnan handil. Hann væntar, at grundarlagið fyri viðskiftafólki er til staðar, tí hann roynir at fanga kundar úr einum stórum øki í Sundalagnum. Enn er ógreitt, hvussu nógv starvs- fólk fara at arbeiða í handl- inum, tí tað veldst um, hvussu nógv fólk velja at gera síni innkeyp her. Jaspur fer ikki avdúka enn, hvussu handilin fer at eita. Stórur matvøruhandil á Norðskála Arbeiðið við undir- sjóvartunlinum undir Vestmannasund gongur strúkandi. Væntandi ber til at sleppa ígjøgnum undir sundið í aðru viku í januar. Stjórin í partafelagnum Vága- tunnilin leggur doyð- in á, at trygdin verður í lagi, tá undirsjóvar- tunnilin letur upp fyri ferðslu UNDIRSJÓVAR- TUNNILIN Stefan í Skorini Nú eru bara nakrir heilt fáir metrar eftir, til menn eru lidnir at bora holið undir Vestmannasund. Tilsamans eru arbeiðsmenninir komn- ir ígjøgnum 93% av tunlin- um. Væntandi møtast bæði liðini av arbeiðsmonnum miðskeiðis undir Vest- mannasundi í aðru viku av januar. Tunnilin verður 4877 metrar til longdar og einir 275 metrar eru eftir at bora. Í seinastu viku vórðu 57,5 metrar av gróti skotin burt- ur undir sundinum. Sein- astu fýra vikurnar hevur tað gingið skjótt framá. Í miðal hava arbeiðsmenninir ota seg 96 metrar longur fram hvørja viku. Borað verður báðumegin, og tí gongur skjótari nú enn at byrja við. Fyrsta skotið varð latið av tann 28. september í 2000 í Leyn- um. Fyrsta skotið í Vágun- um varð latið av 27. februar 2001. Hermann Lindberg, ið stendur fyri arbeiðnum hjá NCC at bora, sigur, at tað gongur væl. Teir eru tvær vikur frammanfyri upp- runaligu tíðarætlanina, hóast arbeiðið lá stilt í fýra vikur, tá Føroya Arbeiðara- felag var í verkfalli. Ar- beiðið kundi tískil verið hálvanannan mánaða frammanfyri, um verkfallið ikki hevði órógvað. Trygdin í lagi Stjórin í P/F Vágatunlinum, Dávid Reinert Hansen, sig- ur, at trygdin í undirsjóvar- tunlinum er í lagi. Enda- málið er, at tað verður eins trygt at koyra í undirsjóvar- tunlinum sum á einum van- ligum vegi. Partafelagið, ið tekur sær av arbeiðnum, hevur tikið stig til at gera eina tilbúgv- ingarætlan saman við Før- oya Landfúta, Landsverk- frøðinginum, Kvívíkar kommunu og Sandavágs kommunu. Ætlanin hevur frá byrjan verið, at trygdarreglurnar skulu vera tær somu í vága- tunlinum sum í teimum norsku tunlunum. Sambært reglugerðini verða eld- sløkkjarar settir upp við 250 metrum ímillum hvønn. Somuleiðis verður ein neyðtelefon fyri hvørjar 500 metrar. Tær hava bein- leiðis samband við alarm- sentralin, ið kann steingja tunnilin við sjálvvirkandi bummum báðumegin. Eisini verða viftur settar upp í tunlinum. Tær geva fríska luft, meðan vanlig ferðsla er í tunlinum, og tær kunnu blæsa við stórari megi, um eldur er í. Fartelefon og útvarp Dávid Reinert Hansen væntar, at tað verður koyr- andi ígjøgnum í juni 2003. Hetta hevur verið ætlanin allatíðina, og tíðarætlanin heldur. Tá liðugt er at bora, verður farið undir at reinsa tunnilin. Hetta arbeiðið fer at taka einar tveir mánaðir. Síðani verður farið at gera sjálvan vegin og at tekja tunnilin, har tað lekur. Tá vegurin er gjørdur, verða háspenningslinjur og annað lagt inn í tunnilin. Til stóra gleði fyri tey, ið hava telefonitis, verður møguleiki at tosa í fartelefon inni í tunlinum, tí antennur til GSM verða lagdar inn. Harumframt verður eisini møguleiki at hoyra útvarpið, tí sendarar til FM verða settir upp. So eingin orsøk er at koyra skjótari gjøgnum tunnilin, tá tíðindini eru á skránni. Vágatunnilin: Koma ígjøgnum í aðru viku í januar Nú líður væl at bora undir Vestmannasundi, tí nú eru bara 275 metrar eru eftir. Myndin er ikki heilt nýggj, og tí sigur hon, at 293 metrar eru eftir at bora. Stjórin í partafelagnum Vágatunnilin, Dávid Reinert Hansen, hevur boðað frá, at ein arbeiðsbólkur skal fyrireika eina tilbúgvingarætlan Í hesum bygninginum við Norðskála verður ein matvøruhandil, ið helst er tann størsti í Eysturoynni Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4 Hevur tú hug at rætta tínum landsmonnum á Hotel Tórshavn eina hond, kanst tú stuðla tiltakinum við t.d. at tekna teg til eina fasta flyting um mánaðin áljóðandi 25 - 50 kr. Virkir, feløg og stovnar eru eisini hjartaliga vælkomnir at geva gávur Grunnurin ynskir øllum føroyingum eini gleðilig jól og eitt heilsuberandi nýggjár Trivnaðurgrunnur fyri Sjúklingahotellið Tórshavn konto í Føroya Sparikassa nr. 9181-134.164.4