leygardagur 15. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 243 - 15. desember 2001
Nr. 243 - 15. desember 2001
7
Royndu í seks dagar
og fingu 210.000
pund av góðum upsa
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tvøroyri: Mikudagin var
trolarin, Vesturvarði,
á
Tvøroyri við 210.000 pund
av upsa, sum teir fingu í
seks dagar.
Bjarni Hansen, virkis-
leiðari á Fiskavirking á
Tvøroyri, sigur, at hetta var
alt stórur og góður upsi, 1,
2 og 3’arar, sum hann tekur
til.
Hósdagin landaðu Rank-
in og Research á Tvøroyri.
Hin fyrri hevði 100.000
pund av kongafiski og
svartkalva,
hin
seinni
100.000 pund av góðum
upsa.
Góður útróður
Veðrið hevur verið gott
seinastu dagarnar, og væl
hevur vignast hjá útróðrar-
bátunum á Tvøroyri.
Bjarni sigur, at hósdagin
løgdu bátarnir eini 30.000
pund av útróðrarfiski upp á
Tvøroyri.
– Teir flestu royna við
snellu, onkur við línu.
Fleiri bátar við snellu lógu
millum 800 og 1200 pund.
Slagið, teir fáa, er smátt-
fallandi toskur.
– Virkisleiðarin sigur, at
tað eru fleiri ár síðan, at so
góður útróður hevur verið á
Tvøroyri.
Nógv fiskaarbeiði
Á Fiskavirking á Tvøroyri
hava tey arbeitt hvønn dag
hesa vikuna til kl. 19.00, og
tá ið vit frættu í gjáramorg-
unin, væntaði Bjarni Hans-
en, at tey eisini fóru til ar-
beiðis í dag, leygardagin.
– Og vit vænta, at tað
verður nógv at gera í kom-
andi viku, leggur hann
aftrat.
Vesturvarði góðan túr
Vesturvarði var á Tvøroyri við 210.000 pundum av umsa mikudagin. Á Fiskavirking á Tvøroyri hava tey arbeitt til kl. 19 alla
hesa vikuna, og væntandi fara tey eisini til arbeiðis í dag, leygardagin. Í vikuni hava tríggir trolarar lagt veiðina upp á Tvøroyri
og væl er komið uppá land av útróðrarfiski
Stríðið millum loys-
ing og samband í
føroysku søguni flutti
inn í Fólkatingið eina
løtu seinnapartin
hósdagin. Nýggja
bókin hjá Hans Jacob
Debes, Færingernes
Fremtid, varð løgd
fram fyri fólkatings-
limum og øðrum
áhugaðum. At áhugin
fyri bókini er stórur,
vitnar sølan um.
Fyrsta upplag er
næstan útselt og ann-
að upplag kemur um
stutta tíð
FØROYA SØGA
Magnus Dam
Christiansborg
Eini 40-50 fólk vóru komin
saman til samkomuna í
Fólkatinginum hósdagin,
sum
Norðurlandaráðið
skipaði fyri. Talan var bæði
um fólkatingslimir, fyrrver-
andi ráðharrar, føroyingar
búsitandi í Danmark og
onnur áhugaði í føroyskum
viðurskiftum.
Áhugin fyri bókini hjá
Hans Jacob Debes er stórur.
Talan er um fyrstu bókina í
nógv ár um Føroya søgu,
sum er skrivað av einum
føroyingi á donskum. Hóast
bókin ikki hevur verið í
bókasølunum í meira enn
nakrar fáar dagar, er hon
nógv umbiðin. Fyrsta upp-
lagið er næstan útselt, og
annað uplag verður prentað
og verður í bókasølunum
um stutta tíð.
Steen Cold, skrivstovu-
stjóri í Norðurlandaráðn-
um, hevur saman við øðr-
um staðið fyri útgávuni í
Danmark. Hann fegnast
um, at áhugin fyri bókini og
føroyskum søguligum við-
urskiftum tykist vera stórur
eisini uttanfyri Føroyar.
Hann hevur sjálvur stóran
áhuga í føroyskum viður-
skiftum, og stavar hesin
ikki minst frá tíðini, hann
sat sum fyrsti stjórin í
Norðurlandahúsinum
í
Føroyum.
Steen Cold skipaði fyri
samkomuni á Christians-
borg hósdagin, har hann
greiddi frá bókaútgávuni.
Sjálvur
rithøvundurin,
Hans Jacob Debes, kundi
tíverri ikki vera til staðar,
men heilt uttan føroyskt
íslett var samkoman ikki.
Annika Hoydal, sjónleikari
og sangkvinna, sum er bú-
sitandi í Danmark, bar fram
yrkingina Várstrond eftir
H. A. Djurhuus til stóra
frøði hjá gestunum.
Færingernes Land – his-
torien om den færøske
nutids oprindelse – skal
upplýsa danir og norður-
lendingar um føroysku søg-
una og um, hvussu spjaddir
føroyingar standa og altíð
hava staðið í spurninginum
um tilknýtið til Danmark.
Føroyska søgan er rík, og
sambært fyrrverandi blað-
stjóranum, Henning Fons-
mark, er bókin eitt kær-
komið høvi at seta seg inn í
viðurskiftini í Føroyum.
– Bókin eigur at minna
donsku lesararnar um, at
tað er ein heiður fyri okk-
um at fáa loyvi til at vera
partur av teirra søgu. Tað
øvugta hevur ikki altíð
gjørt seg galdandi, sigur
Henning Fonsmark um
bókina hjá Hans Jacob
Debes, professara.
Sjálvstýrisstríð í Fólkatinginum
Steen Cold skipaði fyri sam-
komuni á Christiansborg
hósdagin, har hann greiddi
frá bókaútgávuni
Mynd: Magnus Dam
Løgtingsmaðurin hjá
Sjálvstýrisflokkinum
heldur tað vera løgið,
at fólk fara í Sjón-
varpið at boða frá, at
tey ætla sær at stilla
upp til løgtingsval og
bjarga flokkinum
UPPSTILLING
Edvard Joensen
Tað er løgið og ørkymlandi
at útnevna valevni í fjøl-
miðlunum, uttan at nakar
uppstilingarfundur hevur
verið, ella at valfelagið
kennir nakað til nakra út-
nevning.
Soleiðis málber Kári P.
Højgaard, tingmaður Sjálv-
stýrisfloksins, seg, tá hann
verður biðin um viðmerk-
ing til, at Lasse Klein hevur
boðað frá, at hann ætlar at
stilla upp til løgtingsvalið
fyri Sjálvstýrisflokkin í
Eysturoy.
Kári Højgaard ynskir
Lassa Klein væl afturkom-
num í Sjálvstýrisflokkin,
men heldur, at hann kundi
gott farið eitt sindur spaku-
ligari avstað, áðrenn hann
boðar frá, at hann skal
bjarga flokkinum.
Kári Højgaard vísir á, at
tað stendur nú ikki so illa
til í Sjálvstýrisflokkinum
kortini, at tað ikki fæst
meira enn eitt valevni at
stilla upp til komandi løg-
tingsval.
Valdur tingmaður í Eyst-
uroy er í løtuni Sámal Petur
í Grund, landsstýrismaður,
og í hansara stað situr Kári
Højgaard á tingi. Teir
kunnu helst, hvør í sínum
lagi, geva Lassa Klein
kapping,
heldur
Kári
Højgaard.
Hann leggur dent á, at tað
er sjálvandi ikki vist, at so
verður, tí einki er avgjørt.
Men verður heitt á hann um
at stilla upp, fer hann at
gera tað, sigur hann.
Formaðurin í Eysturoyar
Sjálvstýrisfelag, Ingvard
Olsen, váttar, at eingin
uppstillingarfundur hevur
verið, og sostatt er heldur
einki gjørt av, hvør ella
hvussu stillað verður upp.
Hinvegin váttar hann, at
Lasse Klein hevur limað
seg inn aftur í Eysturoyar
sjálvstýrisfelag, og harvið
Sjálvstýrisflokkin, eftir at
hava
verið
ein
túr
í
Kristiliga Fólkaflokkinum
og vent.
Men tað eru onnur enn
Lasse Klein, sum eru vorð-
in limir í Eysturoyar Sjálv-
stýrisfelag, sigur formað-
urin. Tað hava fleiri nýggir
limir teknað seg seinnu
tíðina, sigur hann. Hann
fegnast um, at tað tykist
vera fólk í góðum árum,
sum koma upp í felagið, og
at tað sær út til, at tað kann
vera onkur potentiellur
komandi politikari uppi í.
Annars sigur Ingvard
Olsen, formaður i Eystur-
oyar Sjálvstýrisfelag, at
fyrsti uppstillingarfundurin
verður heilt skjótt, og so
fæst at vita, hvør kann
nevna seg valevni til løg-
tingsvalið.
Løgin
fráboðan
Kári P. Højgaard heldur tað vera løgið, at Lasse Klein boðar frá, at hann er komandi valevni
hjá Sjálvstýrisflokkinum, uttan at leiðslan í valfelagnum veit nakað um tað
Mynd: Edvard Joensen
POLITIKKUR
Vilmund Jacobsen
Tøl eru turr, plaga vit at
siga.
Tí var tað kanska heldur
ikki so løgið, at onkur ting-
maður gjørdist turrur í
hálsinum, tá ið atkvøtt varð
um fíggjarlógina undir aðru
viðgerð á tingi hósdagin.
Andstøðan hevði ein hóp
av broytingaruppskotum,
sum atkvøðast skuldi um.
Hetta tók sína tíð, og
tingfólk høvdu viðhvørt
hug at práta eitt sindur
millum atkvøðugreiðslur-
nar - og tá kann tíðin jú
gerast uppaftur longri.
Friðarligt og so…
Ein slíkan dag sær tingfor-
maðurin, Finnbogi Ísakson,
seg av og á noyddan at
biðja tingfólk konsentrera
seg um at atkvøða. Hann
minnir tey á at tey tekna til
og atkvøða.
Júst eina slíka løtu, tá ið
tað er so deiliga friðarligt í
tingsalinum, søkkur umboð
Sjálvstýrisfloksins, Kári P.
Højgaard, framyvir til aðra
síðuna og ger eitt gevaldugt
njós!
Nøkur tingfólk gerast so
kløkk, at tey nærmast leypa
upp úr stólunum, og hvør
veit - kanska hugsaði onkur
júst í hesi løtu um ógvus-
ligu bumbingarnar yvir
Tora Bora fjøllunum? Men
tá ið tey fataðu, at tað bara
var Kári, sum nýsti, rung-
aði láturin í tingsalinum.
Og hann gjørdist ikki
minni, tá ið tingformað-
urin, Finnbogi Ísakson,
gjørdi sína viðmerking:
“Hatta mundi vera tað
seinasta nosið hjá Sjálv-
stýrisflokkinum….!” Og tá
helt láturin fram…
Tað tók sína tíð at at-
kvøða um fíggjarlógina,
sum hendan dagin var til
aðru viðgerð, men at enda
varð hon so samtykt í øllum
góðum.
Alt á køksborðinum!
Um tað var jólaveitslan hjá
løgtinginum, sum skuldi
vera
kvøldið
eftir,
ið
kanska skrúvaði “stemn-
ingin” eitt sindur upp,
skulu vit lata vera ósagt.
Hinvegin hevur Kári P.
Højgaard áður fingið allan
tingsalin í látur, t.d. fyrr í
heyst, tá ið lógin um post-
virksemi var til viðgerðar.
Sjálvur er Kári postmað-
ur, og í heimligum um-
hvørvi gongur hann undir
navninum, Kári-post. So,
hann kennir til alt, sum
hevur við post og posttæn-
astu at gera.
Tá ið viðgerðin fall á tey
smáu posthúsini, kom Kári
at siga ein setning, sum
eisini fekk allan tingsalin í
látur.
Hann tosaði um, hvussu
hent tað er hjá fólki úti um
landið at fáa postmannin
inn á dyrnar, tí her “fáa tey
allan sín tørv nøktaðan á
køksborðinum”, sum hann
tók til.
Og tá var ikki minni látur
í tingsalinum!
Skemt og álvari á tingi:
Seinasta nosið frá
Sjálvstýrisflokkinum…
C
M
Y
K
7
6