leygardagur 15. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 243 - 15. desember 2001
Nr. 243 - 15. desember 2001
9
Í morgin hevur Karl
Johansen verið
formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag í
samfull 25 ár. Tað
hevur ikki altíð verið
lætt, tí hann kennir
bæði til persónligan
ágang, til at verða
hildin til rukku og til
stór vónbrot. Men
onkran stóran sigur
hevur hann eisini
vunnið
FAKFELAGSLÍV
Áki Bertholdsen
Rukkulív og kvettroyndir.
Persónligur ágangur og stór
vónbrot. Men eisini fram-
burð og stórir sigrar.
Sagt við heilt fáum orð-
um hevur hetta verið lívið
hjá Karl Johansen í Havn
hesa seinastu fjórðings-
øldina.
Í morgin hevur hann
verið formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag í sam-
full 25 ár.
– Tað hevur verið stuttligt
og spennandi, men ikki
altíð ein dansur á rósum,
sigur hann, tá ið vit
mikukvøldið fingu hann at
seta nøkur heilt fá minnis-
brot saman um hetta drúgva
skeiðið sum fakfelagsmað-
ur í Havn.
Tað var ikki Karl Jo-
hansen í holdið borið, at
hann skuldi gerast fak-
felagsformaður í Havn í ein
mansaldur.
– Tað var mestum av til-
vild, at eg kom í nevnd í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag.
– Tá á døgum gekk so
lítið fólk á fund, at tú mátti
runt at biðja fólk, fyri yvir-
høvur at fáa aðalfundirnar
viðtøkuførar.
Men Karl var ein av teim-
um, sum plagdu at ganga á
fund. Og tað vita allir
føroyingar, at tann, sum er
dúgligur at ganga á fund,
hann endar eisini í nevnd,
áðrenn hann veit av, tað
slepst ikki undan.
Soleiðis kom Karl Jo-
hansen í nevndina í Havnar
Arbeiðsmannafelag í 1975
og árið eftir varð hann for-
maður, tá ið Martin Kúr-
berg legði frá sær.
Martin Kúrberg var kom-
in væl upp í árini, so eg
skilji væl at hann legði frá
sær
Sostatt var Karl skotin
upp til formann.
– Hetta var akkurat tíðin,
tá ið kommunistarnir í
Havn vóru í vælmaktini og
teir gingu hart á fyri at
yvirtaka havnar Arbeiðs-
mannafelag.
Teir skutu Andreas De-
bess upp til formann og
Karl minnist, at tá í atkvøtt
varð, var ógvuliga tætt
ímillum teir báðar.
– Tað vóru ikki meiri enn
einar tríggjar atkvøður á
muni ímillum okkum báð-
ar. Minnist meg rætt, fekk
hann 46 atkvøður og eg
fekk 49.
Annars hevði Karl verið
limur í Havnar Arbeiðs-
mannafelag síðani hann var
stórur smádrongur, hann
varð
limur
í
Havnar
Arbeiðsmannafelag í 1949
og har havi hann verið
síðani.
Karl hevur tó ikki altíð
arbeitt á landi, hann var
eisini til skips, eitt nú við
Magnus Heinason.
– Men so fekk eg at vita,
at eg var litblindur og tí
sostatt kundi eg ikki sleppa
á navigatørskúla. Tískil
varð mær greitt, at eg
ongantíð fór at koma
longur enn á dekkið og har
hevði eg ikki hug at verða
verandi og tí fór eg í land,
tá var eg 27 ára gamal.
Hann var eisini í Grøn-
landi, har hann arbeiddi á
landi og róði út, men síðani
1964 hevur Karl Johansen
arbeitt hjá Balslev, har hann
hevur koyrt lastbil.
– Eg haldi, at eg man
hava verið rættiliga toliligt
við teimum diplomatisku
evnunum, tí eg havi arbeitt í
38 ár hjá sama arbeiðs-
gevara og tey 25 árini havi
eg samstundis verið for-
maður í Havnar Arbeiðs-
mannafelag.
Men her skoytir Karl
uppí, at hann hevur ikki
annað enn alt gott at bera
Balslev, tí haðani hevur
hann ongantíð hoyrt eitt
øvugt orð um tað, at hann
hevur verið fakfelagsfor-
maður.
Hildin til rukku
Hóast teir meiri víðgongdu
ogt stríðshugaðu kommun-
istarnir í Havn taptu kamp-
in um formansvalið í 1976,
góvust teir ikki á hendur og
í árunum sum komu, vórðu
ferð eftir ferð royndir
gjørdar at fella Karl Jo-
hansen.
Tá, sum fór fram tá,
hevur Karl ikki góð minni
um.
– Tá hevði eg konu og
smá børn og tað var mest
tey, tað gekk útyvir. Og at
siga, at tað gekk útyvir tey,
er ikki at undirmeta, tí hesir
menninir spardu seg ikki í
royndunum at sleppa fram-
at at fáa valdið í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Karl Minnist, at uppundir
onkran aðalfund, koyrdi
onkur av teimum runt í
havnargøtum við bili við
hátalara á takinum, har tað
var agiterað ímóti honum
um allar geilar.
– Tey spældu eisini sjón-
leik um meg, bæði í sjón-
leikarahúsinum og í stu-
dentaskúlanum í Hoydøl-
um. Eg sá ongantíð nakað
av hesum, men summi, eg
tosaðu við, hildu, at tað var
ræðuligt, sum tey fóru við
mær.
Karl Johansen sigur, at
hetta, at halda seg til rukku
og at agitera í Havnargøt-
um, hevði eittans endamál
og tað var at fáa seg niður
við nakkanum.
– Tá ið tað ikki eydnaðist
teimum at fella meg við
vanligari atkvøðugreiðslu,
var roynt at leggja sálarligt
trýst á meg fyri at fáa meg
at gevast.
– Hetta var teirra einasta
endamál við hesum sjón-
leikunum og agitatiónini
eftir
havnargøtum-
at
kroysta meg til at pakka
saman.
Men tað skuldi meiri enn
so til at rína við Karl.
– Sjálvur legði eg ikki
petti í tað, eg bað teir bara
spæla komediu so galið teir
vildu. Men tað var hart fyri
konu og ikki minst børnini,
tí tey vóru smá og skiltu
ikki, hví pápin varð soleiðis
viðfarin.
Men, hvussu teir so
royndu at fella Karl, endaði
tað hvørja ferð við, at hann
varð omaná og teir vóru
undir.
– Teirra stóri veikleiki
var, at teir vóru albania-
kommunistar,
maoistar,
Marxleninistar og hvat veit
eg, og allir skuldu teir vera
høvdingar. Hendan ósemj-
an ímillum teir gjørdi, at
tað
ongantíð
eydnaðist
teimum at skipa seg so
frægt, at teir fingu nakað
burturúr.
– Teir mesta, teir kláraðu
at skava saman, vóru nakrar
og fýrati atkvøður og tað
var ov lítið hvørja ferð, so
teir fingu ongantíð sín
vilja.
– Hetta var lagið í nógv
ár í sjeyti- og upp í áttati-
árini, men teir komu ong-
antíð longri enn til at fáa
tiltakslimir í nevndina,
uttan onkra heilt hendinga
ferð og Men Karl hann reið
stormin av hvørja ferð.
Men so við og við fóru
teir at troyttast og hesi
seinastu nógvu árini hevur
verið meiri friðaligt. Nú
hevur verið langt ímillum
mótvalevnini
hjá
Karl.
Kommunistarnir eru at
kalla útdeyðir og nógvir av
teimum, sum vóru tá, sita í
góðum størvum í dag og
munnu hava gloymt tað
mesta um stættarstríð og
lønarstríð.
Hann sigur at tá á døgum
var lítil áhugi fyri at møta á
fundi í Havnar Arbeiðs-
mannafelag.
25
mans
skuldi møta fyri at fund-
irnir kundu vera viðtøku-
førir og tað var so javnan, at
vit máttu runt at biðja fólk
um at koma á fund fyri at
koma so langt.
– Men aftaná alt hetta
stríðið í sjeyti- og áttati-
árunum, gjørdu vit av at
flyta fundirnar niðan á
Hotel Føroyar, so at vit
kundu fáa ein góðan bita
eftir fundirnar. Tað hjálpti
munandi uppá uppmøt-
ingarhugin og síðani hava
ongantíð færri enn 100
mans verið á aðalfundi,
sigur Karl Johansen.
Gjørdur til syndabukk
Annars heldur Karl, at í
fakfelagsarbeiði verður tað
ofta tey somu andlitini,
sum ganga aftur og aftur.
– Men eitt, sum onkuntíð
hevur verið eitt stórt vón-
brot hjá mær, er, at menn
gera meg til syndabukk,
hóast eg stuðla teir.
– Eg kann hava hjálpt
einum manni at varðveita
arbeiðið bæði einaferð og
tvær ferðir. Men tá ið tað so
ikki gongur triðju ferð,
hevur hann gjørt meg til
syndabukk. Og tað er kom-
ið fyri, at eg eri kallaður
bæði eitt og annað, tá ið tað
ikki er gingið eftir vild hjá
onkrum, hóast eg framman
undan hevði hjálpt teimum
bæði eina og tvær ferðir.
Tað er eitt tað størsta vón-
brotið, eg var fyri sum fak-
felagsformaður og tað
gjørdi meg rættiliga beisk-
an, tá ið tað kom fyri.
– Men ofta er tað ikki,
leggur hann afturat.
Nógv broytt
Tað skerst ikki burtur, at
tað er ómetaliga nógv
broytt, síðani Karl kom til
mans.
– Eg minnist, at tá ið eg
byrjaði hjá Balslev í 1964,
fingu teir, sum vóru fast-
løntir, 1.200 krónur um
mánaðin. Tað er ikki fræg-
ari enn ein stór dagløn í
dag.
Men tá fekst heldur ikki
nógv á sjónum.
– Áðrenn eg fór til
Balslev, sigldi eg við
Magnus Heinason, sum
mundi vera eitt hitt fræg-
asta skipið í flotanum tá.
Eg minnist týðiliga, at tað
eina árið, vit vóru undir
Grønlandi, fingu vit 550
tons tann eina túrin, sum
vardi í tríggjar mánaðir.
Manningarparturin
fyri
hendan túrin var 4.300
krónur.
– Tað var nokk so skjótt
eftir at eg kom til Balslev,
at eg fekk betri løn frá
teimum enn so, tí í 1965
fekk eg 1.700 krónur um
mánaðin.
Nú eru lønirnar sjálvsagt
heilt øðrvísi og tað er ikki
minst í formanstíðini hjá
Karl, at lønirnar eru nógv
hækkaðar.
Men tað aloftast hent í
øllum stillum.
– Verkfallini hava verið
fá. Eg haldi ikki, at eftir-
tíðin fer at minnast meg
sum fakfelagsformannin,
sum oftani fór í verkfall. Eg
havi altíð havt tað áskoðan,
at tað, tú ikki fært í sam-
ráðingum við arbeiðsgev-
arum, fært tú heldur ikki í
einum verkfalli.
Tó hava verkfall verið,
treyðugt so, men tey hava
ikki verið so mong sum hjá
øðrum fakfeløgum.
Karl Johansen sigur, at
eisini fakfelagsarbeiðið er
nógv broytt hesi árini.
–Tá ið eg varð formaður,
vóru vit eitt tað størsta
felagið í landinum. Tá ið eg
varð formaður, vóru vit
1.400
limir
í
Havnar
Arbeiðsmannafelag. Í dag
eru vit ikki meiri enn 700-
800 mans, ella umleið
helvtin.
– Somuleiðis er arbeiðs-
mynstrið nógv broytt. Nú er
stórur gjøgnumtrekkur í
Havnar
Arbeiðsmanna-
felag. Mynstrið er blivið
tað, at nú er tað fyri ein
stóran part talan um ein
arbeiðsmenn, sum koma og
fara. Tað eru ofta ungir
menn, sum arbeiða í eitt ár
ella tvey fyri at savna sær
pening at lesa fyri og so eru
teir burtur aftur, og so
koma aðrir aftur. Tað eru
uttan iva einir 100 mans
sum alla tíðina koma og
fara, restin er tað fasta liðið
av arbeiðsmonnum.
Hann minnist eisini, at tá
ið eftirlønargrunnurin varð
skipaður fyrst í áttatiár-
unum, varð mett, at felagið
fór at fáa eina millión tað
árið í limagjaldið.
– Eg skal siga tær, at
hóast lønirnar eru fleir-
faldaðir, er limagjaldi ð
framvegis ikki meiri enn
ein góð millión nú á døg-
um, so nógv er limatalið
minkað hesi árini.
Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelagið sær
fyri sær, at hetta verður
gongdin framyvir, at ar-
beiðsmenninir verða færri
og færri.
– Nú eru í veruleikanum
ongir arbeiðsmenn eftir, nú
eru alt spesialarbeiðarar og
tað fer at føra til heilt
øðrvísi krøv ímóti arbeiðs-
gevarunum. Les grein um
tað aðrastaðni í blaðnum.
Ein stórur sigur
Tá ið vit spyra hann, hvat
hansara allarstørsti sigur er,
hesi 25 árini sum formaður
í Havnar Arbeiðsmanna-
felag, er onginvit spyra
hann, hvat hansara allar-
størsti sigur er, hesi 25 árini
sum formaður í Havnar
Arbeiðsmannafelag,
er
ongin ivi.
– Tað var, tá ið vit fingu
eftirlønargrunnin fyrst í
áttatiárunum. Tað var at
bróta upp úr nýggjum , tí tá
var heilt óvanligt við pen-
sjónsgrunnum.
Tað gekk annars drúgv
tíð, áðrenn hann kom undir
land. Men ta einu ferðina,
vit samráddust við arbeiðs-
gevaran, eydnaðiast at fáa
semju um, at til næstu
samráðingar, skuldi Havnar
Arbeiðsmannafelag gera
eitt upprit um, hvat hetta
við pensjónsgrunni innibar.
– Vit settu eina nevnd við
umboðum fyri fakfeløgini
og arbeiðsgevararnar. Men
vit høvdu bara ein fund, tí
tað var heilt týðiligt, at
ongin av nevndarlimunum
hevði stórvegis áhuga fyri
málinum.
Tí kallaði Karl ongantíð
nevndina saman aftur, sigur
hann.
– Ístaðin setti eg meg í
samband við mín góðan
vinmann og spælibróður
frá óvitaárunum, Marius
Thomassen, sum var stjóri í
Tryggingini.
Hann snikkaði so eitt
fullíggjað uppskot saman,
sum eg so legði fyri ar-
beiðsgevararnar og tá var
onki hjá teimum at gera,
uttan at góðtaka tað.
– Eg haldi ikki, at eitt
einasta komma í øllum tí
drúgva uppskotinum hjá
Marius varð broytt, og so-
leiðis fingu vit pensjóns-
grunn, sum fyrsta fakfelag í
Føroyum.
Síðani hevur grunnurin
havt
ómetaliga
stóran
týdning fyri limirnar í
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag.
– Kanska vóru vit nakað
ótolnir og fóru ov tíðliga at
gjalda út. Tá var onki eftir-
lit og vit rindaðu 3.500
krónur um mánaðin til
hvønn arbeiðsmann, sum
varð pensjóneraður og ann-
ars leyk treytirnar.
– Men síðani kom eftir-
litið og gav okkum boð um
at lækka útgjaldið niður í
2.700 krónur um mánaðin
Karl Johansen sigur, at
tað gongur so mikið nógv
inn í grunnin, at um nøkur
fá ár kann útgjaldið hækk-
ast aftur.
Hann sigur, at grunnurin
betalir um tríggjar milliónir
út um árið í pensjónum,
men tað gongur tríggjar
ferðir so nógv inn í grunn-
in, so grundarlag verður
fyri at hækka útgjaldið
aftur um ikki so leingi.
Hinvegin metir hann tað
sum ein stóran ósigur fyri
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag, og fakfelagsrørsluna
sum heild, at arbeiðsgevar-
in er farin at brúka fúta-
rættin, hvørja ferð ein
ósemja tekur seg upp.
– Hetta er ein óskikkur,
sum eigur at verða tikin
upp, tí sleppur hetta at
halda fram, verður tað
nyttuleyst at gera sáttmálar.
Uppslitin
Karl Johansen stendur ikki
fyri vali, tá ið Havnar Ar-
beiðsmannafelagið hevur
aðalfund aftur í vár. Sein-
ast, hann varð afturvaldur,
var í fjør og hvørt val-
skeiðið er tvey ár. Sostatt er
formansskeið hansara ikki
úti, fyrrenn í 2003 og tá
ætlar hann sær ikki at stilla
upp aftur.
– Tá verið eg 68 ára
gamalur og tá billi eg mær
inn, at mín tíð er farin,
sigur hann.
Hvat Karl Johansen fer at
gera, tá ið hann leggur frá
sær sum formaður í Havnar
handverkarafelag,
veit
hann ikki.
– Fyri at siga tað sum tað
er, so haldi eg, at eg eri so
mikið uppslitin, at eg leggi
ongar ætlanir fyri fram-
tíðini. Knøini eru heilt farin
og ongin er sterkari enn tað
veikasta liðið. Eru knøini
farin, nyttar lítið at hava
sterkar armar. Nei, tað tað
dylist ikki, at eg eri farin at
merkja, hvat eitt langt
arbeiðslív ger við aldurin.
– So eg leggi ongar
ætlanir, men taki ein dag í
senn.
Annars hevur hann havt
eitt frítíðarítriv burturav og
tað er at rógva út. Hann
eigur eitt tíggjumannafar,
sum hann plagar at vera úti
við, onkuntíð eisini við
kalvalínu.
– Tað hevur eisini ligið
hampiliga væl fyri, tí fleiri
ferðir, fiskikappingar hava
verið, havi eg verið fiski-
kongur. Eg vann eisini tað
seinastu kappingina so er
eri væl fiskikongur enn,
flennir hann.
Hann sigur, at hevði hann
kunna fingið so frægt við
bátinum sum konan og
hann brúka, skuldi hann
verið nøgdur og ikki kravt
meiri.
Størri krøv til pensjón-
istatilveruna setur Karl
Johansen ikki …
C
M
Y
K
– Vit skulu hava
munandi viðbøtur
fyri ymisk sløg av
arbeiðið og tær
samráðingarnar
skulu byrja tíðliga
næsta ár. Verður
ongin semja, verður
heldur ongin sátt-
máli gjørdur næstu
ferð og so steðgar
arbeiðið, sigur Karl
Johansen, formaður
í Havnar Arbeiðs-
mannafelag
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
Næsta ár skulu samráð-
ingar
verða
ímillum
Havnar Arbeiðsmanna-
felag og arbeiðsgevarar-
nar um um at hækka
lønina.
Tað eru viðbøturnar fyri
ymisk arbeiði, sum her
verður hugsað um.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag heldur, at viðbøtur-
nar, sum verða givnar fyri
ymisk arbeiði, eru blivnar
alt ov lágar.
Hann sigur, at arbeiði
verða meiri og meiri
spesialieserað og tað eig-
ur at síggjast aftur í lønini.
– Í veruleikanum eru
ongir arbeiðsmenn eftir,
nú eru alt spesialarbeið-
arar. Men samstundis eru
viðbøturnar fyri ymis
serarbeiði alsamt dragn-
aðar afturút og nú eru tær
alt ov lágar.
Seinast, vit gjørdu sátt-
mála, samdust vit eisini
við arbeiðsgevararnar um
at hittast aftur í komandi
ári at tosa um viðbøtur og
ískoyti fyri ymisk spesial-
arbeiði.
–
Viðbøturnar
eru
dragnaðar so langt aftur-
út, at tað gongur slett ikki
meir, tí nú eru arbeiðs-
amboðini heilt øðrvísi,
enn tey vóru fyrr.
– Tá ið vit lossaðu fyrr,
høvdu vit trukkar á keiini,
sum tók eitt tons, ella
bæði tvey. Men í dag taka
trukkarnir 40-50 tons og
tað má merkjast aftur.
– Tá ið Tjaldrið kom
niðri frá fyrr, hevði tað
eini 700-800 tons av
farmi. Men tað skuldu
einir 40 mans til at lossa
tað og tað tók tveir dagar.
Nú ber tað til hjá seks,
sjey monnum at lossa
fleiri túsund tons um
dagin, tá ið skipini koma.
– Arbeiðið er so nógvar
ferðir effektivari nú, enn
tað var fyrr. Men lønin
hevur als ikki fylgt við.
Og tí er tað greitt, at við-
bøturnar fyri spesialini
skulu nógv uppeftir.
– Teir, sum koyra hesir
ovurhonds trukkarnir á
keiini í dag, fáa ikki
hundrað krónur um tíman.
Í Danmark fáa teir 200
krónur um tíman, ella
tvær ferðir so nógv.
Fyrr fingu vit eina
viðbót fyri at reinsa tang-
ar, sum svaraði til 50% av
tímalønini. Í dag er við-
bótin ikki meiri enn eini
5%, so nógv eru tær aft-
urútsigldar.
Nú verður tað eisini
kravt, at arbeiðsmenn
skulu hava telduførleika
og alt møguligt og tað má
avspeglast aftur í lønini.
Ongin sáttmáli
Karl Johansen sigur, at tá
ið Havnar Arbeiðsmanna-
felag og arbeiðsgevararnir
hittast í næstu framtíð at
tosa um hesi viðurskiftini,
má felagið gera arbeiðs-
gevarunum púra greitt, at
viðbøturnar skulu mun-
andi upp.
– Nú skulu vit hava
pening fyri tað, annars
verður arbeiðið ikki gjørt,
so einfalt er tað.
Karl Johansen sigur, at
tí má trað halda uppat nú,
at viðbøturnar dragna
meiri og meir og hann sær
tað sum tað stóra takið fáa
hesi viðurskifti í rættlag,
ikki bara hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag, men
eisini hjá øllum fakfeløg-
unum.
– Vit hava bara ongan-
tíð havt stundir til at sam-
ráðast um viðbøturnar, tí
samráðingarnar
koma
ikki longri enn til at
snúgva seg um sjálva
lønina. Og tá ið so sem-
ingsmaðurin kemur uppí,
tekur hann slett ikki við-
bøturnar við í semings-
uppskotini.
Hann sigur, at teir tað
neyðugt at taka spurn-
ingin um viðbøturnar upp
við arbeiðsgevaran bein-
anvegin næsta ár.
– Tá mugu vit gera ar-
beiðsgevarunum greitt, at
fáa vit ikki hesi viður-
skifti í rættlag, áðrenn
næstu samráðingar, verð-
ur ongin sáttmáli gjørdur,
so einfalt er tað, sigur for-
maðurin í Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
Karl hevur hildið skansan í 25 ár
Karl fer at seta krøv
næsta ár
– Áðrenn sáttmálasamráðingar verða aftur við arbeiðs-
gevaran, skal semja fást um at hækka viðbøturnar
munandi, annars verður ongin sáttmáli gjørdur, so einfalt
er tað, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag
Karl bleiv heimamaður, tí hann var litblindur og tí ikki kundi sleppa á
navigatørskúla. Í skjótt 32 hevur hann koyrt lastbil hjá Balslev. Eg má hava
verið ein hampiliga góður diplomatur, at eg havi arbeitt so leingi á sama
stað, samstundis sum eg havi verið formaður í fakfelag, heldur hann. Men
Balslev hevur hann bara alt gott at bera
C
M
Y
K
9
8