fríggjadagur 22. januar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2010
Verkfall á Carlsberg
600 starvsfólk á Carlsberg í Fredericia og Keypmannahavn hava í
morgun lagt arbeiðið niður, og tilsamans 1100 kunnu vera á veg til
hús. Limirnir í 3F í bryggjarínumhava gjørt av at fara í verkfall, tí
boðað er frá, at ongar broytingar verða í lokalavtalunum við
samráðingarnar. Starvsfólkið hevur eftir hvat skilst fingið bræv frá
leiðsluni sum sigur, at einki pláss verður fyri lønarhækkan í 2010. Tað
eru fólk í útkoyringini og framleiðsluni, ið hava lagt arbeiðið niður.
Leiðslan í 3F er ovfarin av, at starvsfólk er farið í verkfall, og kendi
einki til hetta framman undan. – Carlsberg hevur verið eitt ógvuliga
gott arbeiðspláss, men nú verða starvsfólkágóðar skornir burtur, sigur
starvsfólkaumboð, Hans Andersen, starvsfólkaumboð við boersen.dk
Frið fyri pengar
Á einari Afghanistan-ráðstevnu, sum verður í næstu
viku, fara USA og Bretland at kunngera, at tey eru til
reiðar at brúka pengar til eina ætlan, sum skal fáa
limir í Taleban at gevast við stríðnum. Tað sigur
afghanski forsetin, Hamid Karzau, í samrøðu við
bretska kringvarpið BBC. Hann sigur, at við
pengunum er ætlanin at bjóða limum í Taleban
arbeiði og trygg viðurskifti, um teir vilja leggja
vápnini afturfyri. Karzai sigur tó, at tilboðið umfatar
ikki teir mest víðgongdu limirnar í Taleban, al-Qaeda
ella øðrum tilsvarandi felagsskapum.
Blaðið Norðlýsið hevur
skift ham, heimasíðan
er snøggað, og blaðið
hevur fingið nýggjan
stjóra
Blaðútgáva
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
myndir: Dávur Winther
Hópur av fólki var hósdagin
til móttøku hjá Norðlýsin-
um, sum hevur framt fleiri
stórar broytingar.
Ein tann størsta broytingin
er, at Oliver Joensen er far-
in frá sum blaðstjóri, og
dóttirin Jastrid Gullaksen
hevur tikið yvir.
– Pápi mín hevði hug at
trappa eitt sindur niður, og
vit øll í familjuni hava tosað
saman um, hvør skuldi av-
loysa. Tað endaði í øllum
góðum við, at eg skuldi vera
stjóri, sigur Jastrid Gul-
laksen.
Arbeiðið á blaðnum er
henni ikki fremmant, tí
pápin Oliver Joensen hevur
verið stjóri á blaðnum í
óminniligar tíðir, og hann
eigur sjálvur fyritøkuna.
Beiggi
hennara
John
William hevur eisini í áravís
arbeitt á Norðlýsinum, men
hann hevði ikki hug at taka
evstu ábyrgdina av blaðnum
á seg.
Arbeiðsbýtið teirra mill-
um verður nú, at Jastrid
umframt at seta blaðið upp,
er blaðstjóri og myndar
fyritøkuna út eftir, og John
William
hevur
dagligu
ábyrgdina av blaðnum.
Oliver Joensen fær nú
meira stundir til at skriva og
til at taka sær av tiltøkunum
hjá Norðlýsinum, ferðunum
og Sjómannadegnum.
Familjufyritøka
Fjórða starvsfólkið i fyri-
tøkuni er Hannefía Joensen,
sysir Jastrid. Hann tekur sær
mest av at gera lýsingar.
Jastrid sigur, at tey leingi
hava tosað um at gera hesar
umleggingar, og nú valdu
tey at gera tær, samstundis
sum blaðið fekk nýtt snið
og nýggja heimasíðu. Hon
hevur sjálv sniðgivið heima-
síðuna,
ið
Sendistovan
hevur gjørt.
Heimasíðan hevur fingið
góða móttøku, men onkrar
tillagingar skulu tó gerast.
Kjakið kemur aftur á heima-
síðuna, lovar blaðstjórin.
Tekna haldarar
Seinastu tíðina er blaðið
borið út í hvørt hús í øki-
num, men nú er ætlanin at
fara aftur at tekna haldarar
og selja blaðið í leysasølu.
– Vit koma ikki uttanum,
at blaðið leingi hevur verið
at kalla eitt lýsingarblað í
Norðoyggjum. Við at hava
haldarar verða vit ikki so
heft av lýsingainntøkunum,
sum vit hava verið, og meira
rúm verður til tíðindi, sigur
Jastrid.
Heimasíðan fer hereftir
at hava styttri útgávur av
tíðindunum í blaðnum.
– Norðlýsið verður fram-
vegis eitt lokalblað fyri
Norðoyggjar. Vit hava roynt
og royna framvegis at fáa
eystaru síðu av Eysturoynni
uppí, men tað gongur eitt
sindur striltið, tí vit hava
ongan journalist har. Gong-
in er annars, at eysturoyingar
koma meira og meira henda
vegin, sigur Jastrid Gul-
laksen.
Jastrid stýrir nú Norðlýsinum
Nýggi blaðstjórin, Jastrid
Gullaksen, borgarstjórin
Gunvá við Keldu, sum
áður arbeiddi fleiri ár á
Norðlýsinum og John William
Joensen, sum hevur skrivað í
Norðlýsið í fleiri ár
Soleiðis kenna fólk flest
fráfarna blaðstjóran best
Eigil Hentze, sum eina ferð varaði av Norðlýsinum var ein av fleiri, sum handaði Oliver Joensen
blómur