Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 22. januar 2010 21 VIKUSKIFTI Hugnalig hús í Norðragøtu Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Hugnaligu húsini standa sera væl fyri í Eyðargøtu 2 í Norðragøtu. Fyrsta fatanin Fyrsta fatanin, tá tú kemur til húsini, er, at her er talan um eini sera hugnalig eldri hús, sum eru væl hildin, og sum fyri fáum árum síðan eru dagførd við millum øðrum nýggjum takið, vindeygum og køki. Húsini standa í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi. Stutt er til allar hentleikar so sum dagstovn, skúla, handlar og sparkivøll. Buss- sambandi er gott. Ljós og luft – stílur og snið Komin inn um hurðina fært tú somu fatan. Her er ein serligur hugni, og litirnir eru ljósir. Har er gongd / trappugongd við góðari trappu upp á loftið. Har eru 2 stór kømur og baðirúm við baðikari. Fert tú inn í stovuna, møtir tú einum stórum rúmi við stórum vindeygum. Tú kennir teg ikki innilokaðan á nakran hátt, men tvørturímóti sum ein part av grannalagnum, umhvørvinum, landslagnum og náttúruni. Alt er ljóst og svalligt og køkurin er ljósur og arbeiðsligur. Í niðastu hædd er ein sjálvstøðug íbúð, sum varð gjørd í 2003. Urtagarður og umhvørvið Húsini eru umgird av einum sera hugnaligum og vøkrum urtagarði við stórum trøum. Tú kanst njóta sólina allan dagin, og hevur tú børn, er hetta eitt satt paradís. Húsini standa væl fyri miðskeiðis í bygdini, og harafturat er veðurgott, friðarligt og gott útsýni. Fakta Adressa ...................Eyðargøta 2, Norðagøta Byggiár ....................1930’ini Hæddir .....................3 Gólvvídd ...................163 m2 Grundøki ..................640 m2 Íbúð .........................Ja Prísuppskot ............Hóskandi boð