fríggjadagur 22. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2010
23
lýsingar
www.torshavn.fo
Vælkomin í 1. flokk
Felagsinnskriving í Tórshavnar kommu-
nalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar
skúlaárið 2010/2011
Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd
fyri 1. januar 2004 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu
skúlar næsta skúlaár, verða biðin at siga frá mána-
dagin 25. ella týsdagin 26. januar 2010.
Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av
skúlunum, men um pláss ikki er fyri øllum teimum
næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í
kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í
skúla, har pláss er.
Tá ið felagsinnskrivingin er liðug, fáa skúlarnir og
foreldrini boð um, í hvønn skúla næmingar skulu
koma í 1. flokk.
Forskúlin
Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúlan
í Sankta Frans skúla, verða eisini biðin at siga frá
mánadagin 25. ella týsdagin 26. januar 2010.
Innskrivingin
Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum
Argja skúli, Venjingarskúlin, Tórshavnar Kommunu-
skúli, Sankta Frans skúli (1. fl. og forskúli), Eystur-
skúlin, Hoyvíkar skúli og Skúlin við Løgmannabreyt
Innskrivingin er í býráðssalinum mánadagin 25. og
týsdagin 26. januar, báðar dagarnar kl. 15-18.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Eisini ber til at ringja í býráðssalin somu tíð á
telefon 254010.
Tórshavnar kommunalu skúlar og frítíðarskúlar
Mentamáladeildin
Skúlarnir aðrastaðni enn í
høvuðsstaðarøkinum
Kollafjarðar skúli Innskrivingin í Kollafjarðar
skúla verður í skúlanum týsdagin 26. januar, kl. 15.
Kaldbaks skúli Innskrivingin í Kaldbaks skúla
verður í skúlanum mánadagin 25. januar, kl. 11.30-
12.30 ella á telefon 302520/515398.
Velbastaðar skúli Innskrivingin í Velbastaðar
skúla verður í skúlanum týsdagin 26. januar, kl. 15-17
ella á telefon 302505/228607.
Nólsoyar skúli Innskrivingin í Nólsoyar skúla
verður í skúlanum týsdagin 26. januar, kl. 17.30-18.30
ella á telefon 302465.
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við.
Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, kunnu verða innskrivað
í skúlanum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini
fáast umsóknarbløð til frítíðarskúlan í Snarskivuni, á
heimasíðuni hjá kommununi www.torshavn.fo ella á
telefon 302010.
Meiri fæst at vita um innskrivingina í skúlanum
ella frá Mentamáladeildini, Katrini Ellingsgaard,
málsviðgera í skúlamálum, telefon 302010/281123.
tórshavnar
kommuna