fríggjadagur 22. januar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
23
VIKUSKIFTI
Tað hendir ...
lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein
einki uttan
sannleikan
Journalisturin rachel armstrong arbeiðir við
einari søgu, sum kann tryggja henni Pulitzer
heiðurslønina og kanska koppa amerikansku
stjórnina. Men tá ið hon verður handtikin av FBi og
noktar at avdúka, hvør hennara loyniliga kelda er,
byrajr eitt nýtt stríð ímóti systeminum. Millum tey,
sum spæla við í hesum filmi, eru kate Beckinsale,
Matt dillon og alan alda.
NothiNg But the truth
dvd-filmur
Bárður
í Focus
listaummælarin Peter Michael hornung skrivar um
Bárð Jákupsson, at hann er er ekspressionistur eftir
náttúrunnar treytum, og hann veit sum fáur hvussu
tað málandi pensilstrokið er ført fyri á kalligrafiskan
hátt bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein
nýggjan. komandi fríggjadag letur upp framsýning við
Bárður Jákupsson í Galerie Focus í havn.
Bárður JákupssoN
Galerie Focus
Fríggjadagin 29/1 kl. 16.00
PIPar & SalT
í Hvonn lIvE
leygarkvøldið verður ársins fyrsta Hvonn
live sending hjá rás2 send. Hetta er live
sending, sum verður send av Hvonn í Havn.
Hesaferð vitja millum annað Pipar & Salt og
føroyska songkvinnan Christal, sum eisini
fer at framføra live.
hvoNN Live
rás2
leygarkvøldið 23/1
kl. 20.00
Føroyskur
dansur Fyri unG
dansitíðin er upp á tað hægsta, og fleiri serliga
dansikvøld eru á skránni komandi tíðina. eitt
av teimum er dansikvøld fyri ung, sum verður í
klaksvík. í norðoyggjum hevur verið barnadansur
í fleiri ár, og nú eru fleiri so stór, at barnadansurin
er ikki nokk. tí verður roynt at gera eitt
ungdómskvøld, fyri at halda teimum og øðrum í
somu støðu til dansin.
Føroyskur daNsur Fyri uNg
skálin í klaksvík
leygarkvøldið 23/1 kl. 19.30
lesirinGur
savnast
á klaksvíkar Bókasavni hava tey lesiring,
sum savnast við jøvnum millumbilum.
týskvøldið hava tey aftur tiltak á skránni,
og tá fara tey at tosa um skaldsøguna les
Misérables hjá victor hugo.
LesiriNgur
klaksvíkar Bókasavn
týskvøldið 26/1 k. 19.30
Bitin av vaMPýruM
Blóðsúgvarar eru upp í tíðini, og sjónvarpsrøðin true Blood er ein av væl umtóktu filmaðu
søgunum um vampýrar. sendirøðin gongur fyri seg íe inum býi í louisiana, har vanlig fólk og
vampýrar liva saman. sum verða mann verður ein ung kvinna skotin í einum vampýri, men tað er
ikki bert einfalt. Fyrsta sesongin av true Blood fæst nú sum dvd-pakki.
true BLood – Fyrsta sesoNg
dvd-pakki
Favoritt-
dreParar
aFtur uPP
á sPæl
leeds tók øll á bóli, tá ið felagið, sum
spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildini,
sendi Manchester united úr Fa
steypakappingini fyrst í hesum
mánaðinum. nú skal leeds aftur royna
seg, og hesaferð eru teir á útivølli ímóti
tottenham, sum telist millum sterkastu
feløgini í onglandi. og so er spurningurin,
um favorittdrepararnir kunnu gera um seg
aftur.
Fa Cup FótBóLtsdystur
tottenham-leeds
kanal 6 leygadagin 23/1 kl. 17.15