Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. januar 2010 Í gjárkvøldið komu NSÍ og ÍF endaliga ásamt um, at Andras Gango skiftir frá ÍF til NSÍ, samstundis sum Karl Løkin fer frá NSÍ til ÍF. Men enn er óvist, hvat hendir við Øssuri Dalbúð Tað hevur ligið í luftini, síðani ung­ arski málverjin, Andras Gango, fyrr í vikuni fór at venja í Runavík, at hann fór at skifta frá ÍF til NSÍ. Men ikki fyrr enn í gjárkvøldið komu fugl firðingar og runavíkingar ásamt um, at skiftið letur seg gera sum part ur av einum hálvavegna býtis handli. Aftur fyri at lata Gango fara til Runavíkar, fær ÍF 18 ára gamla Karl Løkin til Fuglafjarðar. Karl hevur altíð spælt við NSÍ, burtursæð frá síðstu árunum, tá hann hevur verið á ítróttarskúla og millum annað hevur havt tilknýti til donsku feløgini, OB og Randers FC. Fuglfirðingar hava eisini ynski um at halda fram við Øssuri Dalbúð, sum ÍF seinnu helvt av kappingini í fjør leigaði frá NSÍ. Men 20 ára gamli framherjin er tó ikki partur av býtishandlinum, ið bara fevnir um Andras Gango og Karl Løkin, so enn er ikki greitt, hvat feløgini bæði kunnu koma ásamt um honum viðvíkjandi. Góður maður at fáa Venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, er sera fegin um at hava fingið ein nýggjan málverja í hópin, eftir at Meinhardt Joensen fyri tveimum vikum síðani gjørdi av at fara aftur til B36. – Vit eru fegnir um at hava fingið Andras Gango í hópin, og hann er ein góður maður hjá okkum at fáa, nú vit mistu Meinhardt. Andras er bara 25 ára gamal, so hann hevur bestu árini eftir enn, sigur venjarin hjá NSÍ, Pauli Poulsen, sum nakrar ferðir í vikuni hevur havt Gango til venjing í Runavík. – Eisini er Andras ein av teimum útlendingunum, sum hava verið í Føroyum, sum er fallin sera væl til og blivin ein partur av samfelag­ num. Hann tosar føroyskt, so tað er lætt at samskifta við hann, og so kenna vit eisini frá tí arbeiði, hann hevur gjørt sum málmansvenjari á U21­landsliðnum. Áðrenn Andras Gango á sumri í 2006 kom til ÍF, hevði hann verið tvey kappingarár í danska felagnum, Aarhus Fremad, og í heimlandinum hevur hann spælt við fleiri feløgum, teirra millum Vasas SC, sum telist millum størstu ítróttarfeløg í Ungarn. Tá Meinhardt Joensen skifti úr NSÍ til B36, var hann beinleiðis or søkin til eina øgiliga mál mans­ rokadu, har fimm feløg søgdu farvæl við ein og bóðu øðrum málverja væl­ komnan Jákup Mikkelsen skiftir úr KÍ til ÍF, Andras Gango skiftir úr ÍF til NSÍ, Meinhardt Joensen skiftir NSÍ til B36, Tróndur Vatnhamar skiftir úr B36 til NSÍ og Gunnar á Steig skiftir úr EB/Streymi til KÍ. »Den enes død, den andens brød,« plaga danir at taka til við­ hvørt. Hetta tykist vera støðan í før­ oyskum fótbólti í løtuni, har fimm málverjar hava skift felag. Rokadan byrjaði við, at Mein­ hardt Joensen og B36 skrivaðu undir sáttmála. Hjá B36 var neyðugt við nýggjum málverja, tí Jóan Pauli Dahl Jakobsen hevði boðað felag­ num frá, at hann fer niður til Dan­ markar at lesa eftir summarfrítíðina. Tað kom dátt við hjá NSÍ, at Mein­ hardt Joensen rýmdi til B36, tí nú stóðu teir og manglaðu ein mál­ verja. Teir kundu ikki senda boð eftir Tórði Thomsen, sum er upp­ vaksin hjá NSÍ, tí seint í fjør boðaði hann frá, at hann helt fram á Argjum. Tað gekk tó ikki long tíð, so sá NSÍ ein møguleika. Andras Gango boðaði ÍF frá, at hann ynskti at gevast í Fuglafirði fyri at royna okk­ urt annað, og nakrar fáar dagar seinni sást venja við Vodafone­ hópinum við Løkin í Runavík. Tíðliga í vikuni váttaði formað­ urin í NSÍ, Andrias Lamhauge, at felagið helst fór at gera sáttmála við málverjan úr Ungarn, og tann avtalan kom endaliga upp á pláss í gjárkvøldið. Kabalin gekk upp Men tá Gango beyð ÍF farvæl, var eitt tómrúm millum stengurnar í Fuglafirði, sum skuldi fyllast. Fugl­ firðingar handlaðu tó skjótt og hós­ morgunin kom fram, at ÍF hevði knýtt ársins málverja í fjør, Jákup Mikkelsen, at hópinum. Tað er sjálvsagt dyggur smeitur hjá KÍ, at fyrrverandi landsliðs mál­ verjin nú roynir aðrar leiðir. Tí kom tað væl við, at Gunnar á Steig í vetur hevði gjørt av at venda aftur til barndómsfelagið. Seinnu árini hevur Gunnar á Steig verið knýttur at EB/Streymi, har hann hevur verið eykamálverji fyri René Tórgarð og annars vart málið hjá 1. deildarliði felagsins. Harvið heldur Gunnar á Steig fram í 1. deild, men EB/Streymur er skift út við KÍ. At Gunnar á Steig takkaði fyri seg eftir trúgva tænastu í Sundalagnum merkti, at EB/Streymur nú stóð og manglaði eitt alternativ til René Tórgarð í málinum. Hetta funnu teir í B36, tá Tróndur Vatnhamar í vikuni setti sína undirskrift á pappírið hjá EB/Streymi. Soleiðis gekk tann heilt stóra málmanskabalin upp í eina hægri eind. Ein kabal og ein rokada, sum flest allir partar kunnu vera meira ella minni væl nøgdir við. Gango upp á pláss Andras Gango, sum hevur vart málið hjá ÍF síðani á sumri í 2006, fer nú at spæla við NSÍ, sum samstundis letur unga Karl Løkin fara til ÍF Savnsmynd einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Málmanskabalin gekk upp Jakup Mikkelsen og Meinhardt Joensen Savnsmyndir