fríggjadagur 22. januar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 22. januar 2010 – Nr. 15 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 29
Lava og Løkin skulu royna seg
Leygardagin fáa teir báðir nýggju føroyingarnir í Frem, Andreas Lava Olsen og Bogi
Løkin, høvi at royna seg í venjingardysti fyri nýggja felagið, Frem. Hetta sleppa teir
saman við Jónas Þór Næs, sum eisini er knýttur at felagnum. Venjingardysturin verður
spældur leygardagin, har mótstøðuliðið er Nordvest FC. Á heimasíðuni hjá Frem
skriva tey, at spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast nýggju leikarunum.
Somuleiðis stendur skrivað, at dysturin verður spældur á graslíki og tað skuldi einans
verið ein fyrimunur fyri føroyingarnar. Dysturin byrjar klokkan 10.30, føroyska tíð, og
spælt verður á Holbæk Stadion.
Íslendingar rendu seg
aftur í gjárkvøldið í ein
javnleik í evstu løtu, tá
Eysturríki skoraði trý mál í
46 sekund. Danmark vann
á Serbia og er longu komið
víðari
Danmark vísti sera gott spæl ímóti
Serbia í gjárkvøldið, tá teir vunnu
28-23 á Serbia í EM-bólki B. Støðan í
hálvleikinum var 15-9 til Danmark.
Danmark vinnur seg sostatt víðari
til millumspælið, og fær minst tvey
stig í millumspælinum.
Allar 60 minuttirnar vóru dansk-
arar betri, men ímóti dystarenda
sleptu teir takinum nakað, so Serbia
slapp at pynta nakað um úrslitið.
Men størsta partin av dystinum
vísti Danmark spæl, sum gevur
vónir um, at teir kunnu røkka einari
hálvfinalu.
Eggert bestur
Anders Eggert var valdur til vinstra
vong fram um garvaði veteranin,
Lars Christiansen, og Anders Eggert
takkaði fyri álitið við at skjóta heili
10 mál. Vongurin hjá Flensburg var
sera frekur í sínum offensiva spæli,
og setti hann nøkur vøkur mál inn,
bæði við lobbum og skrúvubóltum.
Serbia royndi seg við trimum
ymiskum málverjum, fyri at royna
at byrja fyri, men líka lítið hjálpti hjá
teimum, Danmark var væl og virði-
liga omaná.
Ísland snávaði
Enn eina ferð mistu íslendingar á
stokkinum, tá teir ímóti eysturríksku
vertunum mistu eina leiðslu, sum í
løtum var fimm mál. Tá bara 46
sekund vóru eftir, var Ísland á odda
37-34, men Eysturríki fekk trý mál á
rað hesa lítlu løtuna, og so hevði
Ísland enn eina ferð søplað sigurin
burtur – akkurát sum í fyrsta
dystinum ímóti Serbia.
Danmark og Ísland spæla leygar-
kvøldið klokkan 19.15, og liggur
trýst ið veruliga á Ìslandi áðrenn
dystin. Liðini spæla ofta javnt, og
sjáldan er meir enn eitt mál á muni,
men hesa ferð er íslendska kravið
ein sigur.
Kristian Kjelling vísti
stórspæl ímóti Russlandi,
og tað var í tøkum tíma hjá
norðmonnum
Noreg vann ein sera týðandi 28-24
sigur á Russlandi í EM-bólki A, eftir
at Noreg var á odda 16-13 í
steðginum.
Kristian Kjelling hevur ikki spælt
væl á norska hondbóltslandsliðnum
seinastu tíðina, men kortini trúði
landsliðsvenjarin, Robert Hedin
uppá, at Kristian Kjelling fór at sláa
til ímóti Russlandi. Tíbetur fyri
Noreg, so sá Robert Hedin rætt, tí
Kristian Kjelling setti átta mál inn
ímóti Russlandi, og átti hann síni
stóru fingramerki í norska sigrinum
í gjárkvøldið.
– Tað var stuttligt at verða við til
hendan dystin. Vit upplivdu nakað
av trýsti áðrenn dystin, og tí var tað
eyka gott at vinna upp á hendan
mátan, segði Kristian Kjelling við
VG, aftaná dystin.
Ímóti Kroatia fekk hann bara tvey
mál í 10 skotroyndum, men hann
tordi at royna at skjóta nógv ímóti
Russlandi, og tað bar munandi betri
til, tí hesa ferð fekk hann átta av 16
skotroyndum í netið.
Hava enn kjansin
Kroatia vann 28-25 á Ukraina, sum
verður mótstøðuliðið hjá Noregi í
annaðkvøld klokkan 19.10. Megnar
Noreg at vinna tann dystin, vinnur
liðið seg í millumspælið og fær tvey
stig við sær.
Ukraina hevur ikki gjørt tær stóru
skreytirnar enn, og eru norðmenn
árvaknir, so skuldi ligið væl fyri at
fingið enn ein sigur í hús. HS
EM-endaspælið
Bólkur 1
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Kroatia
2
2
-
0
-
0
53
48
5
4
2 Noreg
2
1
-
0
-
1
51
49
2
2
3 Russland
2
1
-
0
-
1
61
61
0
2
4 Ukraina
2
0
-
0
-
2
58
65
-7
0
Bólkur 2
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Danmark
2
2
-
0
-
0
61
52
9
4
2 Ísland
3
0
-
3
-
0
66
66
0
3
3 Eysturríki
2
0
-
1
-
1
66
70
-4
1
4 Serbia
2
0
-
1
-
1
52
57
-5
1
Bólkur 3
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Pólland
2
2
-
0
-
0
54
49
5
4
2 Slovenia
2
1
-
1
-
0
61
59
2
3
3 Týskland
2
0
-
1
-
1
59
61
-2
1
4 Svøríki
2
0
-
0
-
2
49
54
-5
0
Bólkur 4
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Spania
2
2
-
0
-
0
71
50
21
4
2 Frakland
2
1
-
1
-
0
50
49
1
3
3 Ungarn
2
0
-
1
-
1
54
63
-9
1
4 Kekkia
2
0
-
0
-
2
45
58
-13
0
EM-kappingin 2010
Bólkur A
19/01
Russland-Ukraina
37-33
19/01
Kroatia-Noreg
25-23
21/01
Ukraina-Kroatia
25-28
21/01
Noreg-Russland
28-24
23/01
Kroatia-Russland
17.10
23/01
Noreg-Ukraina
19.10
Bólkur B
19/01
Danmark-Eysturríki
33-29
19/01
Ísland-Serbia
29-29
21/01
Eysturríki-Ísland
37-37
21/01
Serbia-Danmark
23-28
23/01
Eysturríki-Serbia
17.00
23/01
Danmark-Ísland
19.15
Bólkur C
19/01
Týskland-Pólland
25-27
19/01
Svøríki-Slovenia
25-27
20/01
Slovenia-Týskland
34-34
20/01
Pólland-Svøríki
27-24
22/01
Týskland-Svøríki
17.15
22/01
Pólland-Slovenia
19.15
Bólkur D
19/01
Spania-Kekkia
37-25
19/01
Frakland-Ungarn
29-29
20/01
Kekkia-Frakland
20-21
20/01
Ungarn-Spania
25-34
22/01
Frakland-Spania
17.15
22/01
Ungarn-Kekkia
19.15
Dýrastu 46
sekundini…
Noreg vann lagnudystin
Kristian Kjelling, sum brendi
nógv í fyrsta dystinum, tók
annað skinn um bak, tá Noreg í
gjárkvøldið vann á Russlandi
Vónbrotið lýsti úr
eygunum á íslendsku
spælarunum, eftir at teir
upp á 46 síðstu sekundini
ímóti Eysturríki høvdu
sløsað trý mál og sigurin
burtur
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen