fríggjadagur 22. januar 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 22. januar 2010 – Nr. 15
Fótbóltspengar til Haiti
Hvørt ár skipar UEFA fyri dysti, har endamálið er at savna pening til
menningar- og neyðhjálp. Í ár verður dysturin spældur í Lissabon tann
25. januar, og ágóðin av tiltakinum fer hesaferð til neyðhjálp á Haiti.
Franski Zinedine Zidane og brasilski Ronaldo hava savnað ein hóp av
stjørnum saman, og fyribils telur listin hesi nøvn úr fótbóltsheiminum:
Akwá, Kaká, Marcelo, Luciano da Silva, Pavel Nedved, Michael Laudrup,
Alfredo Esteves, Graeme Le Saux, Zinedine Zidane, Fabien Barthez,
Christophe Dugarry, Jean Sony, Joseph Peterson, Baichung Bhutia,
Edgar Davids, Phillip Cocu, Luís Figo, Fernando Couto, Pauleta,
Gheorghe Hagi, Gheorghe Popescu, Lucas Radebe og Fernando Hierro.
O’Shea fingið blóðpropp
John O’Shea hjá Manchester United hevur eftir øllum at døma
spælt sín seinasta dyst hetta kappingarárið, eftir at hann í
landsdysti fyri Írland í novembermánaði fekk eitt sokallað
trælær. Hesin skaði hevur síðani tikið ilt fyri seg soleiðis, at
O’Shea hevur fingið ein blóðpropp, sum ger, at írin ikki kemur
á vøllin aftur hetta kappingarárið. Hetta eru keðilig tíðindi fyri
Manchester United, sum hevur havt stóra gleði av O’Shea, sum
spældi sín fyrsta dyst fyri felagið í 1998. Síðani er tað blivið til
fleiri enn 350 dystir fyri Manchester United og 59 dystir
landsdystir.
FM-vónir kunnu fáa høgg
TB kann koma nærri finaluni og Dráttur kann nærkast
hinum, samstundis sum hvørki Mjølnir ella Fleyr hava
ráð at tapa, tá tey nú møta hvørjumøðrum
Bæði Mjølnir og Fleyr, sum sunnudagin hittast í einum av
klassikarunum í kvinnuflogbólti, ynskja sær pláss í FM-finalunum, har
SÍ longu hevur fingið minst annað beinið innum. Mjølnir og Fleyr eru
jøvn í stigum, so hvørki teirra hevur ráð at tapa nú – og serliga ikki, um
tað eydnast TB at vinna á Drátti, tí so fær teirra finaluvón eitt skot fyri
bógvin.
Tann dysturin er av tí sama ikki minni áhugaverdur, og nú fæst at
síggja, um Dráttur megnar meira, enn liðið hevur víst, nú tað tvær
ferðir á rað í týðandi dystum er eydnast at koppa Fleyr. TB, sum annars
hevur arbeitt seg miðvíst upp eftir stigatalvuni í síðstuni, tapti í
hálvfinaluni í Klaksvík fyri júst Drátti, so her stendur alt møguligt upp á
spæl, nú hesi bæði bresta saman á Giljanesi.
Oddaliðið SÍ tekur hesa ferð ímóti unga KÍF-liðnum, ið framvegis
eigur fyrstu stigini til góðar. Eingin ivi er um, hvør er favorittur henda
dystin, og tað verður neyvan hesa ferð, at KÍF megnar at taka hála seg
nærri upp í nánd av ÍF, sum á næstaftasta plássinum hevur fríumfar.
hil
Fleyr og SÍ í finalustríði
Enn snýr kappingin í mansflogbólti seg um at renna
aftan á Mjølnir, so tí hevur tað alt at siga fyri Fleyr, at
heimadysturin ímóti SÍ verður vunnin
Dysturin sunnudagin hevur ikki sørt dám av hálvfinalu yvir sær, tí hann
er millum tey bæði feløgini, sum royna at sleppa í FM-finalu ímóti
Mjølnir. SÍ vann kappingina í Klaksvík við greiðum sigri á júst Fleyr, og
sær út til at hava fingið luft undir veingirnar, men samstundis vil Fleyr
óivað hava revansju, umframt at eitt tap pilkar av álvara við
finaluvónirnar hjá havnarmonnunum.
Mjølnir hevur framvegis munin á hinum liðunum í Eik-liguni hjá
monnum, og hagtalsliga talar lítið fyri, at øðrvísi verður eftir dystin hjá
klaksvíkingum í hesum umfarinum, sum verður týskvøldið á heimavølli
ímóti botnliðnum, ÍF, sum enn jagstrar fyrstu stigini. Í Føroya Banka-
kappingini síðsta vikuskiftið megnaði ÍF eisini bara at vinna á TB, sum
er í næstbestu deildini.
hil
Dysturin í Vági millum VB
og VÍF er uttan iva tann
mest áhugaverdi í Sunset-
kappingini hesa ferð, tí
skal VB hava vón um at
sleppa av botnplássinum,
er kravið ein sigur á VÍF
Kvinnurnar hjá VÍF eru farnar at røra
upp á seg í síðstuni og hava hálað
seg úr botninum, so tær nú lúra
eftir fjórða plássinum hjá StÍF. Nú
tær skulu til Vágs, verður mótstøð-
an væntandi stór, tí VB er botnlið og
vil mest av øllum fáa samband við
júst VÍF á stigatalvuni. Tað gevur í
øllum førum vónir um ein spenn-
andi og tættan dyst, har nógv
stendur upp á spæl.
Stjørnan hevur havt vind í
seglunum síðstu vikurnar, og nú
ræður um hjá klaksvíkskvinnum at
halda fram við góða stimanum.
Hesa ferð eru tað kvinnurnar hjá
Neistanum, ið koma á vitjan, og
havandi fyrru dystirnar millum liðini
í huga, ræður hjá teimum bláu mest
um at minimera tapið.
Tjaldur, sum leingi var oddalið
hjá kvinnunum, fekk eitt lítið
bakkast í dystunum ímóti Stjørnuni,
harav fleiri endaðu við tapi. Nú
skulu kvinnurnar úr Runavík so yvir
um fjørðin at spæla ímóti StÍF, sum í
sínum lagi má fáa stig í skjáttuna,
nú VÍF byrjar at hótta aftanfyri.
Kappingin í Atlantic
Airways-kappingini er
so jøvn millum fimm av
teimum seks liðunum, at
hetta umfarið kann alt
gerast tættari ella fara
sundur aftur
Neistin hevur bara tapt tveir dystir
higartil hetta kappingarárið, og
annar teirra var ímóti grannunum
úr Kyndli. Tað er helst eisini so, at
skal nakar gera nakað við Neistan,
má helst granna-momentið takast
við. Slagið um Havnina verður í
morgin, og so verða hinir báðir
dystirnir sunnudagin.
Har tekur StÍF á heimavølli ímóti
KÍF, og her er talan um tvær ymsar
formkurvar. StÍF hevur einki
vunnið síðani hálvan november,
meðan KÍF hevur vunnið so mikið,
at botnliðið bara er eitt stig frá
øðrum plássi. So er spurningurin,
um venjaraskiftið hjálpir StÍF ella
um KÍF sleppur av botnplássinum.
Triði dysturin er ein endurtøka av
FM-finalunum síðsta kappingarár,
men hvørki H71 ella VÍF hava víst
somu styrki, sum tey høvdu tá. VÍF
hevur eftir laka byrjan tikið seg
fram, meðan avrikini yvirhøvur
hava verið svingandi hjá hoy víking-
um, so hetta er enn ein púra opin
dystur.
hil
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1
SÍ
10
10 -
0
30
3
27
20
2
TB
10
7
-
3
24
12
12
14
3
Mjølnir
10
6
-
4
22
16
6
12
4
Fleyr
10
6
-
4
20
16
4
12
5
Dráttur
11
5
-
6
20
19
1
10
6
ÍF
11
2
-
9
6
28
-22
4
7
KÍF
10
0
- 10
2
30
-28
0
Eik-ligan, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v
-
t
sett
sett
munur
stig
1
Mjølnir
11
9
-
2
29
11
18
11
2
SÍ
11
7
-
4
25
18
7
8
3
Fleyr
11
5
-
6
25
22
3
6
4
ÍF
11
0
- 11
2
30
-28
0
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1
Stjørnan
12
10
-
1
-
1
345
245
100
21
2
Tjaldur
11
9
-
1
-
1
332
242
90
19
3
Neistin
12
7
-
0
-
5
318
289
29
14
4
StÍF
12
4
-
0
-
8
289
354
-65
8
5
VÍF
12
3
-
0
-
9
285
338
-53
6
6
VB
11
1
-
0
-
10
226
327
-101
2
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1
Neistin
11
9
-
0
-
2
353
296
57
18
2
VÍF
11
5
-
0
-
6
328
314
14
10
3
StÍF
11
5
-
0
-
6
298
310
-12
10
4
Kyndil
11
5
-
0
-
6
273
296
-23
10
5
H71
11
4
-
1
-
6
282
294
-12
9
6
KÍF
11
4
-
1
-
6
270
294
-24
9
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
24/01 14.30
StÍF-Tjaldur
24/01 15.00
Stjørnan-Neistin
24/01 15.00
VB-VÍF
Atlantic Airways-kappingin
23/01 17.00
Kyndil-Neistin
24/01 16.00
StÍF-KÍF
24/01 16.00
H71-VÍF
Flogbóltur
Eik-ligan, kvinnur
24/01 14.00
Mjølnir-Fleyr
24/01 15.00
SÍ-KÍF
24/01 17.00
Dráttur-TB
Eik-ligan, menn
24/01 15.00
Fleyr-SÍ
26/01 19.30
Mjølnir-ÍF
Fleiri kunnu skifta pláss
Alt upp á spæl í Vági
VÍF-kvinnurnar, sum
hava togað seg
upp úr botninum
síðstu dystirnar,
hava eina torføra
útivallaruppgávu, nú
tær skulu til Vágs at
spæla ímóti VB
Mynd: Hilmar Jan
Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen