fríggjadagur 22. januar 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2010
Á tingfundinum
mikudagin samtykti
tingið, at Annika
Olsen skal svara fyri
spurningi frá Bjarna
Djurholm um Nólsoy
sum grøna oyggj
FYRISPURNINGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var Bjarni Djurholm,
sum í sínari tíð sum vinnu
málaráðharri tók stig til
eina verkætlan, har Nólsoy
skuldi gerast grøn oyggj.
Verkætlanin gekk í stuttum
út upp á, at øll húsarhald og
virkir í oynni skuldu fáa
hita og streym frá trimum
vindmyllum, sum umvegis
eina tøkniliga skipan skuldi
framleiða vetni.
Men eftir fleiri ára kann
ingar datt hendan verkætl
anin niðurfyri, og hví gjørdi
hon so tað.
Tað var komið mest sum
upp undir land um ársskiftið
2007/08,
og
Jarðfeingi
hevði tá saman við Statoil
Hydro, Enercon, SEV og
Tórshavnar
kommunu
stungið út í kortið, hvussu
ætlanin skuldi fremjast. Og
hon var fíggjarliga burðar
dygg um so var, at landið
kom inn og veitti MVG
frítøku, og tilboðini annars
hildu seg innan teir karmar,
ið ásettir vóru, sigur Bjarni
Durholm.
Ítøkiliga hví verkætlanin
datt niður fyri dugir Bjarni
Djurholm tó ikki at siga.
Men eftir valið í 2008
kom verkætlanin ikki á
skránna, og er ikki komin
síðani. Ein av orsø.kunum
til, at eg nú spyrji um verk
ætlanina er, at í sínari tíð var
verkætlanin eisini tengd at
einum
nýggjum
nólsoy
arskipi. Og hóast tað kanska
ikki er so heilt aktuelt nú, so
var hetta partur av eini verk
ætlan, har Nólsoyggin var
umboðandi eina varandi
orkuskipan, og at oyggin var
púra leys av fossilari orku,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað í sær
sjálvum varð hildið at vera
slóbrótandi, og tí er tað
spell, at verkætlanin ikki er
komin longur.
Fyrimynd
Hóast hetta var ein føroysk
verkætlan í tann mun, at
skipanin skuldi setast í verk
í Nólsoy, so var fíggingin
ikki føroysk burturav.
Kaningararbeiðið,
sum
gekk fyri seg í nøkur ár, var
fíggjað av Norðurlanda
ráðnum, og hesar mátingar
vórðu gjørdar í Nólsoy.
Enercon
er
ein
týsk
vindmyllu fyritøka, Statoil
Hydro er norskt, so tað var
bæði føroyskur og útlend
skur kapitalur í verkætlanini,
men ikki minst útlendsk
tøkni var inni í myndini,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann heldur, at serliga
hetta við útlendskari tøkni
gjørdi verkætlanina serliga
áhugaverda, tí hevði hon
verið framd, hevði hon
uttan iva vakt stóran ans
aðrastaðni eisini.
Men eg haldi ikki, at vit
hava sitið sjóvarfallið av
okkum, og tí spyrji eg, um
farið verður víðari við
ætlanini, tí hon kemur at
hava altjóða áhuga, eingin
ivi um tað, eins og hon kann
verða ein fyrimynd fyri
orkuútbygging í Føroyum
generelt,
sigur
Bjarni
Djurholm.
Tíðin burdi eisini verið
júst hin rætta beint nú, tá
tað verður tosað so nógv
um umhvørvi og varandi
orku.
Tað er í hvussu er nakað,
ið átti at motivera enn meir,
nú arbeitt verður fyri at
skerja CO2 útlátið í Før
oyum. Vit vita tað, at ein
slík verkætlan í sær sjálvum
ikki fer at gera tann stóra
munin, men virkar skipanin,
virkar
hon
eisini
alla
møguliga aðra staðni eisini.
Og tí kann hon verða ein
fyrimynd og til frama fyri
menning av alternativari
orku, bæði í Føroyum og
aðrastaðni,
sigu
Bjarni
Djurholm.
Annika Olsen fer vænt
andi at svara upp á fyri
spurningin í aðru viku.
Tíðin ikki farin frá Grønu Oynni
Bjarni Djurholm
setti sjálvur sum
vinnumálaráðharri
verkætlanina um Nólsoy
sum grøn oyggj í gongd
Yacht við paparazzi-verju
Tú kanst siga nógv um Chelseaeigaran, Roman Abramovich, men natin er hann ikki. Í fjør tveitti hann
2,5 milliardir krónur á borðið fyri heimsins størstu yacht, men nú vísir tað seg, at hetta bert er grund
prísurin á bátinum. Og tá tú ert nummar 11 á listanum yvir heimsins ríkastu menn, er tú ikki nøgdur við
nakrar kahúttir og eitt gassbluss. So við allari eykaútgerð endar prísurin fyri Eclipse, sum yachtin eitur,
uppi á 6,3 milliardum krónum. Men sjálvandi, tá pengar einki hava at siga... Nú kann hann í hvussu er
skriva »eigari av heimsins størstu yacht« á visitkortið, og báturin er í orðsins sanna týdningi hansara egni.
Eclipse er panseraður uttan og hevur eina missilskipan, sum heldur almenningin burtur. Og fyri at tað
ikki skal verða lygn hevur báturin eisini eina laserskipan, ið skjýtur strálur móti myndatólunum hjá
nærgangandi paparazzi’um, so myndirnar oyðileggjast. Roman Abramovich má tó bíða til seinni í ár at
yvirtaka Eclipse, skrivar danska blaðið Børsen.
Føroyar eru nú
vorðnar limir í altjóða
felagsskapinum
World Association
of Investment
Promotion Agencies,
stytt WAIPA
Tíðindaskriv
Útlendskir íleggjarar skapa
búskaparligan vøkstur, og tí
gera lond nógv burtur úr at
draga útlendskar ílegjarar
til sín, at gera íløgur júst í
teirra landi.
Talið á altjóða íleggjarum
er nógv vaksið seinastu
árini orsakað av altjóða
gerðini. Tað sama er kapp
ingin um útlendskar ileggj
arar. Serliga er kappingin
hørð, tá talan er um at draga
íleggjarar til vitanartungar
vinnur.
Sum partur í føroyska
arbeiðinum at marknaðar
føra Føroyar sum íløguland,
hava Føroyar fingið lima
skap
í
altjóða
felags
skapinum, WAIPA.
WAIPA er ein altjóða
felagsskapur fyri lond og
felagsskapir, sum arbeiða
við at draga útlendskar
íleggjarar til sín. Endamálið
hjá WAIPA er fyrst og
fremst samstarv og vitan
arbýti. Í WAIPA eru 228
limir úr 156 londum.
Jóhan Dahl landsstýris
maður í vinnumálum sigur:
...at hann fegnast um, at
Føroyar eru vorðnar limur í
altjóða
felagsskapinum
WAIPA. Samstarvið við
WAIPA skal fáa gongd á
arbeiðið at merknaðarføra
Føroyar sum íløguland. Í
felagsskapinum eru nógvar
smátjóðir limir. Fleiri av
hesum
smátjóðum
hava
klárað seg væl, tá talan er
um at draga íleggjarar til
sín, og júst frá hesum
smátjóðum kunnu vit læra,
hvussu vit í Føroyum fáa
sum mest burtur úr, nú vit
fara í holt við at bjóða
okkum fram, verður sagt í
tíðindaskrivi frá Invest in
the Faroes.
Føroyar limir í WAIPA
Johan Dahl,
vinnumálaráðharri,
fegnast um limaskapin