Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 tíðindi Nr. 15 - 22. januar 2010 Torbjørn Jacobsen setti mikudagin Jacob Vestergaard munnligan fyri­ spurning um ætlaða havrannsóknarskipið, og hóast 20 milli­ ónir krónur vórðu strikaðar aftur av uppruna uppskoti­ num til fíggjarlóg, er spyrjarin ikki púra ónøgdu við svarið FYRISPURNINGUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jacob Vestergaard var so positivur í svari sínum, sum tað kann lata seg gera, og hóast hann ikki kundi lova, at gongd veruliga kom á málið í ár, segði hann seg vilja gera alt fyri at útvega tær fimm milliónirnar, sum skulu til fyri at seta gongd á málið. - Eg haldi, at tað málið, sum varð sett í gongd, tá eg sjálvur sat sum fiskimála- ráðharri, tó bert við einum forprojekti, har vit játtaðu tríggjar milliónir, nú er komið hartil, at eg haldi tú kanst siga, at tað er ein samlað politisk skipan, ið tekur undir við verkætlanini, sigur Torbjørn Jacobsen. Hann viðgongur, at talan er um eina stóra og dýra verk- ætlan, sum eingin enntá kenn- ir endaliga kostnaðin av. - Men tað er eingin ivi um, at eitt land sum Føroyar, sum í so stóran mun livir av tí, sum kemur úr havinum, má hava eitt amboð til bæði fiskirannsóknir og havrann- sóknir, sum kann virka opti- malt, sigur Torbjørn Jacobsen. Komið var so hartil, at í fíggjarlógaruppskotinum í fjør hevði landsstýrismað- urin fingið 20 milliónir krónur settar av, og hartil kemur so, at nevndin fyri Forskotsgrunnin, sum er samansett av umboðum fyri vinnuna, hevur latið 10 milliónir krónur til endamálið. - Hetta merkir so eina blástempling frá vinnuni, at hon vil hava eitt nýtt hav- rannsóknarskip, og við hesum vóru so 30 milliónir krónur tøkar til endamálið. Men hesar 20 milliónirnar fullu so av í svinginum, tá fíggjarlógin varð endaliga samtykt. Eg havi kortini als ikki mist vónirnar at terri orsøk, tí eg haldi framvegis, at vit skulu hava eitt nýtt havrannsóknarskip, sigur Torbjørn Jacobsen. Í gongd í 2011 Hann vísir á, at verandi havrannsóknarskip er so mikið gamalt, at tá hann var í saltfiski í Barents- havinum seinast í 70-unum, var Magnus Heinason, ið tá var saltfiskaskip, eisini har. - So tíðin er í hvussu er komin hartil nú, og vit standa í einari støðu í Føroyum, at tað hevði verið ógvuliga kærkomið, at fingið tær vinnuføru hend- urnar í handverkinum – skipasmíðnum – í sving aftur, tí tað hevur verið í lakara lagi í seinastuni, sigur Torbjørn Jacobsen. - Hevði man um ikki annað í samlaðu politisku skipanini rímiliga skjótt kunna blivið samdur um at sett fimm milliónir av, so detailprojekteringin kundi verið gjørd sum eitt føroyskt partalag, har tríggjar før- oyskar fyritøkur hava sett seg saman, og funnið fram til ein endaligan kostnað, so hevði tað verið mikið gott, heldur Torbjørn Jacobsen. Tá hevði borið til at gjørt eina verklagslóg, so farið kundi verið undir at smíða skipið í 2011, og so má til ta tíð finnast út av, hvussu nógv skal setast av á íløgusíðuni. - Men fimm milliónir krónur rímiliga tíðliga í 2010 hevði hjálpt málinum rættiliga væl á leið, og tað haldi eg, at landsstýris- maðurin ikki legði seg tvøran fyri, sigur Torbjørn Jacobsen. Ikki klípa av Fimm milliónir krónur ljóðar ikki av so nógvum, men tað veruleikin er, at fíggjarlógin vísir 800 milliónir í halli, verður trupult at siga, hvat hesar fimm milliónirnar skulu koma frá. - Tað, sum er eitt lítið sindur óheppi í teirri búskaparligu støðu, sum vit hava, var, at rakstrarkarm- urin vaks, og íløgukarmurin minkaði. Vit fingu ein vøkstur í rakstrinum á 127 milliónir krónur og eina minking í íløgukarminum á 137 milliónir krónur. Og tað er júst í tíðum sum hesum, at íløgusíðan skuldi verið vaksin, tí tað er ongantíð nakar vansi at gera eina íløgu um so er, at mett verður, at hon er til samfelagsins besta, sigur Torbjørn Jacobsen. Og í hesum førinum eru øll samd um, at ein íløga í eitt havrannsóknarskip er til samfelagsins besta. - Hvar tær fimm milli- ónirnar so skulu koma frá, antin frá sparingum aðra- staðni ella við at hækka fíggjarlógina er so spurn- ingurin. Tað varð so ein íløgukarmur samtyktur í Løgtinginum, sum var 137 milliónir krónur hægri enn tað, sum tað so endaði við. So tað er bert ein spurningur um, hvat semja finst um. Eg eri í hvussu er ikki vísur í, at tað má klípast av nakra aðra staðni fyri at finna hesar fimm milliónir krónurnar, sigur Torbjørn Jacobsen. Bjartskygdur um havrannsóknarskip Clijsters hølvað av Tað vóru tey, ið væntaðu og roknaðu við, at belgiska tennisstjørnan, Kim Clijsters, var á veg aftur fram í oddin í innan kvinnutennis, tá hon púra óvæntað spældi seg allan vegin til sigurs í US Open í fjør heyst. Ikki tí, tá hon var komin í finaluna var tað ikki júst nøkur sensatión, at hon har vann á donsku Caroline Wozniacki, men tað vóru meiri mótstøðukvinnurnar, hon hevði sligið út á vegnum. Eisini í Australian Open hevur hon stormað fram, og sópa alla mótstøðu av vegnum í teimum báðum fyrstu umførunum, og tí trúði eingin veruliga upp á, at Clijsters fór at fáa trupulleikar í triðja umfari móti russisku Nadia Petrova. Men tey fingu annað horn at túta úr. Ikki bara vann Petrova dystin, hon rætt og slætt hølvaði Clijsters av. 6-0, 6-1 endaðu tey bæði settini. – Hon spældi væl, segði Clijsters eftir dystin, - men eg læt hana so sanniliga eisini sleppa at spæla sítt spæl. Eg gjørdi eitt ótal av mistøkum, og hon skuldi í verulekanum bara syrgja fyi at fáa bóltin yvir um aftur netið, skrivar heimasíðan hjá Australian Open. Hóast fskimálaráðharrin ikki kundi lova nakað við vissu, legði hann seg heldur ikki tvøran í spurninginum um fimm milliónir til forprojektering av nýggjum havrannsóknarskipi, heldur Torbjørn Jacobsen