fríggjadagur 22. januar 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 22. januar 2010
37
lýsingar
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
www.torshavn.fo
Leiðari tiL býLingshús
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara til
Býlingshúsið í Maritugøtu at arbeiða 40 tímar
um vikuna, at byrja 1. mars 2010.
Stovnurin er skipaður við eini vøggustovu við 13
børnum og tveimum barnagarðsstovum við 17
børnum. Stovnurin er rættiliga nýggjur og rúmsáttur.
Og eru øll námsfrøðiligu størvini sett uttan eitt.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har
náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum, og
har spælið fyllir nógv
• møguleika at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving
• møguleika fyri eftirútbúgving
• tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan
skipar fyri millum dagstovnaleiðararnar
Vit vænta at tú
• ert útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið
rúmar bæði vøggustovu og barnagarðsbørnum
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og
starvsfeløgunum
• hevur góð evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi
• sær møguleikar framum vansar
• hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
• kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar
og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan-
og uttanhýsis
• hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga
á føroyskum
• hevur teldukunnleika á brúkarastøði
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Umsókn
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum og
upplýsing um útbúgving og royndir skal vera hjá
Tórshavnar kommunu, Vaglið, postboks 32, 110
Tórshavn, í seinasta lagi 8. februar 2010.
Nærri kunning
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, tlf. 302010, ella
Katrina Petersen, deildarleiðara, tlf. 302010/214032,
ella við at hyggja inn á www.maritugota.fo.
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta vit somuleiðis innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt.
Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn
Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo
SkrivSTOvuFólk
UPPGÁVAN
uppgávan fevnir m.a. um:
•
Ábyrgd av telefonmóttøkuni
•
Avgreiðslu av viðskiftafólki í telefonini
•
Hjálp við hóskandi uppgávum frá
øðrum deildum
•
Aðrar fyrifallandi uppgávur
FørleikAkrøV
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu
útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og
arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður
lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni, er
fyrikomandi og dugir væl at samskifta við
onnur. Tað er ein treyt, at ein hevur kunn-
leika til at arbeiða við teldu.
SetANArtreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvs-
setanin hoyrir undir Innlendismálaráðið við
tilhoyrandi stovnum, umframt Løgmans-
skrivstovuna og onnur aðalráð.
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á
telefon 350 428. Umsóknir við avritum av
møguligum prógvum og viðmælum skulu
vera okkum í hendi áðrenn 25. januar 2010.
Akstovan er stovnur undir Innlendismálaráðnum
og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar
kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroynd
um, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av
koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skráset
ingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina
í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um alt
landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk.
Søkt verður eftir skrivstovufólki til telefonmóttøkuna at byrja skjótast
gjørligt. Talan er um parttíðarstarv frá kl. 10 til kl. 14 hvønn dag.
Reyði Krossur Føroya
www.redcross.fo
Sosialurin / KvR 34 18 00
Reyði Krossur hevur kontu 9181 495.001.3 í Eik