fríggjadagur 22. januar 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38 tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2010
Kringvarp Føroya
megnaði at spara
góðar 9 milliónir
krónur í 2009,
samanborið við 2008.
Hetta er omanfyri 13
prosent av samlaðu
útreiðslunum. Tað
vísa fyribilstøl, sum
Sosialurin hevur
fingið hendur á
Kringvarp
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
»Hetta hevur verið hart«.
Orðini eigur Annika Mittún
Jacobsen, kringvarpsstjóri,
sum – hóast nógv rumbul
seinasta árið – hevur megn
að at spart góðar 9 milliónir
krónur á stovninum í 2009,
samanborið við 2008.
Í prosentum svarar hetta
til eina sparing á omanfyri
13 prosent. Til samanlíkn
ingar
kann
nevnast,
at
Løgtingið fyri 2010 hevur
álagt øllum ráðunum at
spara 2 prosent á sínum øki.
Annika Mittún Jacobsen
sigur, at hon veruliga má
rætta eina hond til starvs
fólkini. – Tað hevði ikki
borið til uttan teirra hjálp,
at tey vóru villig til at
strekkja seg eitt sindur long
ur, sigur hon.
Hóast Kringvarpið hevur
spart heilar 9 milliónir krón
ur, stava bert 1 – 2 milliónir
krónur frá lønar og sam
sýningarposanum.
Hinar 78 milliónirnar
eru spardar undir øðrum
rakstrarútreiðslum.
Annika Mittún Jacobsen
greiðir frá, at tey veruliga
hava verið runt allastaðni
eftir hesum sparingunum.
Eitt nú hava tey veruliga
skorið niður á keyp av free
lance tænastum og øðrum
eksternum tænastum.
Hall hóast sparing
Men hóast Kringvarpið hev
ur spart 9 milliónir krónur í
fjør,
gjørdist
endaliga
úrslitið eitt hall á eina hálva
millión krónur, og er hetta
orsakað av, at inntøkurnar
hjá Kringvarpinum fullu
meira enn væntað.
Inntøkurnar hjá Kring
varpinum fullu úr 64,7
milliónum í 2008 til 58,5
milliónir krónur í 2009.
Fallið stavar í høvuðsheit
um frá inntøkum í lýsingum,
sum fullu 700.000 krónur,
og frá spæliinntøkum, sum
fullu 3,3 milliónir krónur.
Harumframt fall inntøkan
av kringvarpsgjaldi við 1,1
millión krónur.
Annika Mittún Jacobsen
greiðir frá, at 2008 var eitt
serliga gott ár hjá Gekkin
um, og tí vóru inntøkurnar
so stórar frá spæli í 2008,
og at hetta ikki var førið í
2009.
At inntøkurnar av Kring
varpsgjaldi eru falnar, sigur
Kringvarpsstjórin, at hetta
hevur nakað við kreppuna
at gera.
Lógarverkið er skrúvað
soleiðis saman í løtuni, at
um fólk ikki vilja gjalda
Kringvarpsgjald, og siga, at
tey ikki hava sjónvarp ella
útvarp, so kunnu vit ikki
gera so nógv við tað, sigur
Annika Mittún Jacobsen.
TÍN ORKA
www.magn.fo
Kringvarpið spardi 9 milliónir í 2009
Kringvarp Føroya megnaði at spara 9 milliónir krónur í 2009 í mun til 2008. Men hóast stóru sparingina, endaði árið við halli
Savnsmynd