fríggjadagur 22. januar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
6
VIKUSKIFTI
KostUr
Hvussu skulu vit eta,
um vit ynskja at liva sunt?
Maturin er ein týdningarmikil partur av okkara lívi og gevur
okkum týdningarmikil føðsluevni, men hann er eisini ein
kelda til bæði gleði og vælveru. Um vit liva eftir teimum 8
kostráðunum, fær kroppurin nøkta tørvin fyri vitaminum,
mineralum og øðrum føðsluevnum. Eisini minkar vandin fyri
at fáa lívsstílssjúkir sum æðrakálking, hjartasjúkir, týpu-2
diabets og krabbamein. Kostráðini eru ikki slankiráð, men
góð ráð um, hvat ið skal til fyri at liva eitt sunt lív. Um tú
ynskir at lætna, er tað eitt gott hugskot at gera kostráðini til
tín lívsstíl, men at eta minni nøgdir, og røra teg meiri enn 30
minuttir dagligt.
Teir vanar, ið vit fáa sum børn, taka vit ofta við okkum inn
í tað vaksna lívið. Tað er tí týdningarmikið, at tú hevur góðar
mat- og rørsluvanar, sum børnini kunnu læra av. Sunnur
matur gevur góða orku til allan dagin. Tey 8 kostráðini eru
løtt einføld ráð til eitt sunt lív. Um tú vil broyta vanarnir hjá
familjuni, kunnu tit leggja dent á eitt ella tvey ráð í senn.
Hví skulu vit eta frukt og grønmeti?
• Fylt við góðari orku og føðsluevnum og
inniheldur bert fáar kaloriur
• Mettar væl og heldur maganum í gongd
• Gevur matinum lit
Et frukt og grønmeti
• Børn millum 4 og 10 ár skulu hava 3-500g um dagin
• Børn eldri enn 10 ár og vaksin skulu hava 600g um dagin
• Helvt um helvt frukt og grønmeti
• Hvønn dag og til allar máltíðir
• Frískt ella fryst – tað er líka sunt!
• Tað er gott um helvtin av grønmetinum er grovt,
t.d. røtur kál og bønir
• Tað frysta grønmetið skal tú hvørki flysa ella skola
– tað er ein fyrimunur um tað skal ganga skjótt.
Hví er fiskur so góður?
• Allur fiskur er sunnur
• Fiskur inniheldur millum annað sunnar fiskaoljur
og D-vitamin, ið er torført at fáa frá øðrum mati
• Feitti í fiski er gott fyri kroppin, tað minkar millum annað
um vandan fyri at fáa hjartasjúkir
Et fisk og fiskaviðskera
• Et 200-300g av fiski um vikuna sum døgurðamáltíð
ella viðskera
Hví skulu vit eta groft til allar máltíðir?
• Gott, bíligt og mettandi tilhoyr
• Heldur maganum í gongd
• Inniheldur ikki so nógv feitt
Et eplir, rís ella pasta og grovt breyð
• Helst til allar máltíðir
• Mettar uppá ein góðan máta
• Vel gjarna brún rís og fullkornspasta. Et gjarna meiri
grønmeti, tá íð tit fáa rís ella pasta. Et serliga eplir fleiri
ferðir um vikuna, av tí at tey innihalda meiri C-vitamin
enn rís og pasta
• Et minst 75g av tægrum um dagin, t.d. 1 portión
havragrýn og 1-2 skivir av rugbreyði
Hví skulu vit halda aftur við sukri?
• Sukur tekur matarlystin frá tí sunna matinum
• Børn venja seg við, at alt skal smakka søtt
• Økir um vandan fyri yvirvekt og kann geva hol í tennirnar
• Økir um vandan fyri æðrakálking
Halt aftur við sukri
• Serliga frá sodavatn, søtmeti og køkum
• Sukur inniheldur bert kaloriur og ongar
vitaminir og mineralir.
• Søtmeti, ísur, saft og sodavatn innihalda nógvar tómar
kaloriur. ½ l av sodavatn ella saft inniheldur
umleið 25 sukurmolar.
• Tað verður tilrátt at børn í barnagarðsaldri í mesta lagi fáa
30g av sukri um dagin, skúlabørn 45-50g,
ein vaksin kvinna 55g og ein maður í mesta lagi 70g.
• Børn undir 3 ár: Hvørki søtmeti, køku ella sodavatn
• Børn 3-6 ár: Í mesta lagi ¼ l sodavatn ella søtari
saft um vikuna,
• Børn 7-15 ár: Í mesta lagi ½ l sodavatn ella søtari
saft um vikuna
Hví skulu vit halda aftur við feittinum?
• Feitt inniheldur nógvar kaloriur, etur tú ov nógv økist
vandin fyri yvirvekt
• Ov nógv mettað feitt førir til æðrakálking og hjartasjúkir
Halt aftur við feitti
• Et gjarna soltið kjøt og soltnar mjólkarvørur
• Kroppurin hevur brúk fyri feitti, men ikki ov nógvum.
• Tað sunna ómettaða feittið er í millum annað í fiski,
plantuoljum, nøtum og avokadu. Tað ósunna mettaða
feittið er serliga í kjøti, mjólkarvørum og herdum
plantufita
• Vit hava brúk fyri kálki til beinagrindina. Mjólk inniheldur
nógv kálk. Gev børnum millum 1-3 ár millummjólk og eldri
børnum lætti- ella soltimjólk og reint solti jogurt
• Ein meginregla sigur, at 25-30g av smøri, margarin og
olju íalt um dagin er nokk. Tað svarar til umleið 2 spsk.
• Tað umfatar bæði feittevni á breyði og til matgerð, tvs.
til at steikja í, sós, salatdressing o.l. Nøgdin er treytað
av, hvussu stóran orkutørv man hevur, og hvussu nógv
feitt maturin annars inniheldur
Hví skulu vit eta fjølbroytt?
• Gevur kroppinum nógvar ymiskar vitaminir og mineralir
• Gevur børnum mót uppá nógv nýggj matupplivilsir
Et fjølbroytt og varðveit normalvektina
• Et fjølbroytt – og royn nakað nýtt!
• Serliga børn skulu ofta royna nýggjan mat fleiri ferðir,
áðrenn tey dáma hann
• Fjølbroyttur matur ger ofta børnini meiri opin fyri at royna
nakað nýtt, tá íð tey verða eldri
Brúka Y-tallerkin,
tá ið tú oysir upp
• Kjøt, flogfenaður, egg, fiskur, ostur
og sós (1/5 ovast á tallerkinum)
• Breyð, eplir, rís ella pasta,
gjarna groft breyð, brún rís ella
fullkornspasta (2/5 til vinstru
á tallerkinum)
• Grønmeti og frukt
(2/5 til høgru á tallerkinum)
Hví skulu vit drekka vatn?
• Bæði vaksin og børn hava brúk fyri 1 - 1½ l av
vætu um dagin
• Vatn tilførir kroppinum vætu uttan kaloriur
• Vatn sløkkir tostan
• Vatn skaðar ikki tennirnar
• Tað er ókeypis at drekka vatn úr krananum
Sløkk tostan við vatni
• Lat vera við at drekka sodavatn, saft og djús
gerandisdagar
• Vatn úr krananum er tað besta
• Tú kann nøkta ½ l av vætutørvinum við soltnari mjólk
Hví skulu vit røra okkum?
• Tú fær ein sterkan og sunnan kropp
• Økir um vælveruna og fyribyrgir tunglyndi og strongd
• Gevur náttúrliga møði og betri svøvn
• Stillar matarlystin og fyribyrgir yvirvekt og
týpu-2 diabetes
• Rørsla hjálpir við at halda blóðtrýsti niðri og hjarta sunt
– fyribyrgir hjartasjúkum
Rør teg
• Børn – ein tíma ella meiri um dagin
• Vaksin – 30 minuttir ella meiri um dagin
• Fá sveittan á pannuna 2 tímar um vikuna
• Børn dáma væl at røra seg
– serliga saman við foreldrunum.
Tey 8 kostráðini:
1 Et frukt og grønmeti – 6 ferðir um dagin
2 Et fisk og fiskaviðskera
– fleiri ferðir um vikuna
3 Et eplir, rís ella pasta og fullkornsbreyð
– hvønn dag
4 Halt aftur við sukri
– serliga frá sodavatn, søtmeti og køku
5 Halt aftur við feitti
– serliga frá mjólkarvørum og kjøti
6 Et fjølbroytt og varðveit normalvektina
7 Sløkk tostan við vatni
8 Rør teg – minst 30 minuttir um dagin
kostráð til betri lív og heilsu
Hóast at vit ongantíð Hava verið so væl kunnað og tilvitað um mat og venjing,
gerast vit alt feitari. sjúkurnar, sum fylgja við yvirvekt – til dømis sukursjúka
og Hjartasjúkur – økjast alsamt. Jórun Klein, starvast sum dietistur á
landssjúkraHúsinum, og Hevur millum annað sum sína uppgávu at vegleiða
teimum, ið viga ov nógv, til eitt sunnari lív. fyri vikuskifti Hevur jórun gjørt
nakrar leiðbeiningar, sum kunnu vera Hentar at Hava í gerandisdegnum.
Jórun Klein, dietistur
Fleiri kostráð frá Jórun
í komandi Vikuskfti
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos