fríggjadagur 22. januar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 15 - 22. januar 2010
Seinastu árini hevur
landskassin goldið
næstan 300 milliónir
í leigu fyri bygningar
og høli til almenna
umsiting, men leigan
er tvær ferðir so dýr
í Havn, sum hon er
á bygd
Almenn leigA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Síðani 1999 hevur lands
kassin goldið 298,3 milliónir
krónur á fíggjarlógini í leigu
til hús og høli til almennar
stovnar og fyrisiting.
Tað
upplýsti
Jóannes
Eidesgaard fyri Løgting
inum mikudagin.
Tað var Høgni Hoydal,
sum
spurdi
landsstýris
mannin í fíggjarmálum,
hvussu stórar leiguútreiðsl
urnar hjá landinum eru til
at leiga hús og høli runt um
í landinum.
Sum tað sæst á talvuni
her á síðuni, var játtanin á
fíggjarlógini
í
fjør
til
almenn
leigumál,
37,6
milliónir krónur.
Tað sæst eisini greitt á
talvuni, at seinastu 11 árini
eru almennu leiguútreiðslur
nar at kalla akkurát tvífald
aðar, tí í 1999, betalti lands
kassin 18,7 milliónir krónur í
leigu til almenna fyrisiting
og almennar stovnar.
Næstan helvtina
bíligari á bygd
Jóannes Eidesgaard sigur,
at tað mesta, sum landið vil
betala í leigu, er 1300
krónur fyri fermeturin.
Hann staðfesti eisini, at
leigumál uttanfyri Havnina
eru munandi bíligari enn
leigumál í Havn.
Hann nevndi sum dømi,
at TAKS betalir 875 krónur
í leigu fyri fermeturin uppi
á Hálsi og tað verður enntá
mett at vera ein sera bílig
leiga í Havn.
Har
afturímóti
betalir
TAKS á Tvøroyri 525 krón
ur í leigu fyri fermeturin.
Tað er ein stórur munur
á leiguni í miðstaðarøkinum
og at leiga úti um landið,
legði landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum afturat.
Kundu bygt stórt
Hetta vóru upplýsingar sum
vaktu ans í Løgtinginum og
bæði Høgni Hoydal og
Jóannes
Eidesgaard
eru
samdir um, at ein leigu
útreiðsla upp á 37,6 milli
ónir hevði forrentað eina
stóra íløgu, skuldi tað
almenn gjørt av at bygt ein
umsitingarbygning.
Brúktu vit hesar peng
arnar, til at bygt umsiting
arligar bygningar fyri, hevði
tað skapt arbeiði, umframt
at tað hevði skapt tí almenna
varandi virði.
Og so hevði tað eisini
ført til munandi minni
leiguútreiðslur.
Hyggja vit 10 ár fram í
tíðina, kundi tað fíggja ein
bygning upp á yvir 300
milliónir og tað hevði
rúmað nógvari almennari
fyrisiting, segði Jóannes
Eidesgaard.
Tórbjørn Jacobsen helt,
at rættstundis umhugsni
kundi hjálpt upp á støðuna.
Hann sipaði til, at gamla
telegrafstøðin í Havn hevði
fingið umfatandi ábøtur og
nýtt tak. Og hann helt, at
varð ein hædd bygd oman á
húsið afturat, áðrenn takið
varð lagt á, hevði húsið
kunnað hýst allari umsiting
ini hjá fiskimálaráðnum
Kann føra til
miðsavning
Hinvegin vísti hann á, at
verður ein slíkur umsiting
arligur bygningur bygdur,
fer tað at føra til, at nógv
umsiting fer at verða savnað
saman.
Tað kann føra til enn
meiri
miðsavning,
enn
politiski
myndugleikin
ætlar, tí ein slíkur bygningur
verður uttan nakran sum
helst iva bygdur í Havn.
Men hin møguleikin, sum
hann nevndi er at flyta
nógva umsiting út um
Havnina, tí tað hevði gjørt
leiguútreiðslurnar
nógv
bíligari.
Hann vísti samstundis á,
at samskiftismøguleikarnir
eru so mikið góðir nú, at
tað ber til at sita víða um í
landinum og arbeiða og
hava gott samband við
miðstaðarøkið
Men tað tykist sum um
at
tað
gongur
illa
at
gagnnýta teir fyrimunir tað
hevur.
Og Jóannes Eidesgaard
helt, at tað átti at stuðla
undir, at vit hugsa meiri um
at flyta ta umsiting út um
landið, sum tað ber til at
flyta og at savna tað
umsiting, sum neyðturvu
liga eigur at verða saman.
Hava goldið næstan
300 milliónir í leigu
Hendan talvan vísir, hvussu gongdin
sum heild hevur verið í leiguprísunum
seinastu árini
Prístalið vísir, at frá 2001 til 2008, næstan tvífaldaðist
leiguprísurin og summi ár hevur prísvøksurin verið øgiliga
stórur. Men síðani er hann lækkaður eitt sindur aftur.
Prístalið vísir broytingarnar tann fyrsta ársjórðingin í
hvørjum ári, men fyri 2009 hava vit víst bæði fyrsta
ársfjórðing (2009a) og triðja ársfjórðing (2009b) fyri at
vísa gongdina í fjør. Og har sæst, at tað er blivið eitt
sindur bíligari at leiga frá 2008 til 2009 og aftur í fjør eru
prísirnir lækkaðir eitt sindur.
2001:
100,0
2002:
114,5
2003:
121,6
2004:
122,5
2005:
127,1
2006:
126,7
2007:
161,1
2008:
196,8
2009a: 188,0
2009b: 178,0
Kelda: www.hagstova.fo
Leiguprísurin
næstan tvífaldaðist
Hetta eru útreiðslurnar, sum almennu Føroyar
hava havt á fígjarlógini seinastu árini av at
leiga hús og bygningar til almennar stovnar og
fyrisiting kring landið
Ár
Leiga
vøkstur
1999: 18,9 mió. kr.
2000: 20,2 mió. kr.
6,6%
2001: 20,5 mió. kr.
1,3%
2002: 25,7 mió. kr.
25,4%
2003: 26,0 mió. kr.
1,4%
2004: 28,3 mió. kr.
8,5%
2005: 26,8 mió. kr.
5,1%
2006: 27,7 mió. kr.
3,2%
2007: 30,9 mió. kr.
11,5%
2008: 35,7 mió. kr.
15,5%
2009: 37,6 mió. kr.
5,5%
Tils.: 298, 3 mió. kr.
Sum tað sæst á yvirlitinum hevur tað almenna goldið til
samans 298, 3 milliónir í leigu fyri almennar stovnar sein
astu 11 árini. Men tað er stórur munur á, hvussu stórur vøkst
urin er frá ári til ár. Frá 2001 til 2002 er ein øgiligur vøkstur
upp á 25,4%. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ikki tí, at
prísurin er uppfarin, men tí at nýggj leigumál eru gjørd.
Leiguútreiðslur
hjá tí almenna
seinastu árini
Raðfesta Ísland
Ráðharraráðið hjá Norðurlandaráðnum fer at raðfesta
búskaparkreppuna í Íslandi frammarlaga ta næstu tíðina.
Danski mentamálaráðharrin, Bertel Haarder, sum eisini
umsitur norðurlendsk samstarvsmál, sigur við Børsen, at
ráðið fer at gera alt, sum stendur í tess makt, fyri at rætta
Íslandi eina hjálpandi hond. Bertel Haarder sigur seg vera
sannførdan um, at íslendingar fara at standa við landsins
skuldarbindingar mótvegis umheiminum. Spurdur, hvat
eigur at henda, um íslendska fólkaatkvøðan tann 6. mars
vrakar Icesavelógina, vil danski ráðharrin ikki gera nakra
viðmerking.
Cimber umhugsar
Grønland
Danska flogfelagið Cimber Sterling hevur framvegis áhuga
fyri at fara undir flúgving millum Aalborg og Kangerlussuaq
í Grønlandi. Felagið slepti annars ætlanini, eftir at samráð
ingar við tað grønlendska flogfelagið Air Greenland um
samstarv endaðu úrslitaleysar. Air Greenland hevur sagt, at
felagið er áhugað fyri samstarvi, men krevur, at feløgini
eisini samstarva um innanlandsleiðirnar. Sambært KNR
kann hetta enda við, at ferðafólk hjá Air Greenland kunnu
brúka Cimber Sterling á innanríkisleiðunum og øvugt.
Tá ið landið keypti Albert Hall, er tað eitt dømi um eitt valeydnað keyp. Men Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður sigur, at fer tað almenna at byggja ein veldugan bygning fyri at sleppa undan at
betala leigu, kann tað føra til nógva miðsavning. Hinvegin mælir hann til at umhugsa at flyta fleiri
stovnar út um landið og so lata stovnar flyta saman, sum neyðturvuliga hoyra saman