fríggjadagur 22. januar 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
5
VIKUSKIFTI
Vekt
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
– Eg havi altíð veri eitt sindur rund,
men ikki so serliga feit. Tá eg so keypti
mær ein bil, gjørdist rættuliga galið,
greið ur Anna Maria E. Antoniussen
frá.
Hon hevði áður haft eitt starv, har
hon var nógv í rørslu, sum eisini broytt
ist til eitt, har hon mest sat á kontóri.
Kiloini gjørdust alt ov nógv, og eitt
kvøldið gjørdi hon av »at nú kann vera
nokk«. Næsta dag fór hon út at ganga.
Gongutúrarnir gjørdust so líðandi til
renni túrar.
– Túrurin, sum eg gekk í byrjanini,
tók mær umleið ein tíma – nú tekur
sami túrur undir ein hálvan tíma at
ganga, sigur hon.
Konditiónin var í botn, men Anna
Maria var dugnalig at ganga, og merkti
skjótt at konditiónin batnaði.
Broyta kostvanar
Samstundis byrjaðu tankar um at broyta
kostvanarnar eisini at spíra, og hon og
ein vinkona gjørdu av at fara á eitt so
kallað »Detoxsentur« í Turkalandi fyri
at fáa reinsa kroppin og læra seg meira
um góðar matvanar.
– Vit sloppu ikki at drekka te ella
kaffi og ikki eta nakað sukur. Eg hevði
øgi liga høvuðpínu í byrjanini, sigur
Anna Maria.
Á detoxsentrinum var gjørligt at
ganga til samrøður, har var undirvíst
í kost læru, og ein lækni var alla tíðina
til staðar.
– Eg tapti meg níggju kilo uppá ell
ivu dagar – og onki av tí er komið uppá
aftur, sigur Anna Maria.
Har fekk hon nógv amboð, ið hon
síð ani hevur nýtt í gerandisdegnum.
Eitt nú etur hon eftir PHvirðinum
í mati. Hevur maturin PHvirði yvir
sjey er hann sunnur, og er hann undir
7 er hann minni sunnur. Anna Maria
roynur at eta 75% sunt og 25% minni
sunt.
– Fólk siga við meg, at hetta ljóðar
so torført, men eg haldi, at hetta er
heims ins einklasti máti. Á summum
mat vørum stendur PHvirði, men ann
ars ber til at læra seg at rokna tað út,
greiður hon frá.
Onki sukur
Eitt, sum Anna Maria serliga hevur
skor ið burtur úr sínum kosti, er sukur.
– Eg havi slettis ikki etið sukur í
hálvt triðja ár. Um eg kenni at eg vil
hava okkurt søtt, so eti eg eina turkaða
dadlu ella aprikosu.
Nøtir etur hon eisini tá hugurin er
til okkurt smátt og gott.
Á jólum var Anna Maria og ferð
aðist og avgjørdi, at nú kundi hon
gera eitt undantak og eta av tí lekra
sjálv tøkuborðinum við kakum – men
tá var hugurin ikki til staðar. Hon, ið
áður kundi eta ein heilan pakka av ísi,
fekk nú bert noytt eitt pikkalítið petti
av ísi niðurum.
Betri heilsu
Anna Maria er ikki rættuliga nøgd enn
og vil fegin tapa eini 1015 kilo aftrat.
Heilsan er sera nógv batnað, eftir at
hon hevur tapt seg. Wiplashskaðin, ið
hon hevur haft pínu av í nógv ár, er als
ikki líka pínufullur longur, og húðin er
nógv reinari.
– Eg livdi nærum av pínidoyvandi
heilivági, áðrenn eg tapti meg. Nú
minn ist eg næstan ikki, nær eg tók
sein astu tablettina, sigur hon.
Anna Maria rennur fýra ferðir um vik
una, einar fimm kilometrar hvørju ferð.
– Onki reinsar høvdið so væl sum
ein góður rennitúrur, sigur hon.
SeinaStu árini er AnnA MArIA E. AnTonIussEn lætna
44 kIlo. Hon er ein av mongum, ið altíð Hevur StríðSt við
at vIgA ov nógv. men fyri Hálvumtriðja ári Síðani gjørdi
Hon av, at nú kundi vera nokk og fór út at gAngA.
Eg havi ikki
Etið sukur í
hálvt triðja ár
Onnu-Mariusa besta ráð til tín, sum vil tapa teg:
– Far út og fá tær fríska luft.
Ein fær øðrvísi tankar, tá ein kemur út,
og tá kemur alt hitt!
Soleiðis ger
Anna Maria:
• Etur 6 ferðir um dagin
• Etur onki aftaná kl 18
• Etur onki søtt
• Etur eftir PH-virðinum
í mati. Yvir 7 í PH-virði
er sunt, undir er minni
sunt
• Rennur 4 ferðir um
vikuna – 5 kilometrar.
Longri í vikuskiftinum
• Bókin um PH eitur
»PH Miracel«
Høvundar eru Robert
O. Yong og Shelly
Redford Yong
• Detoxsentrið eitur
»The LifeCo«
Heimasíðan er
www.thelifeco.com