Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 22. januar 2010 12 VIKUSKIFTI Útisetar fylkjast um føroyska list Áhugin hjÁ føroyskum útisetum fyri heimligu listuni økist tÁ teir flyta úr føroyum, heldur Marianna andreassen, formaður í føroyska listafelagnum í keypmannahavn. Á fleiri mÁtar er felagið vorðið eitt savningarstað fyri føroyska Mentan í danmark List anna V. ellingsgaard anna@sosialurin.fo Áhugin fyri føroyskari list liggur ikki eftir heima, tá føroyingar flyta til Keypmannahavnar. Tvørturímóti, sigur Marianna Andreassen, for maður í før­ oyska Listafelagnum í Keyp manna­ havn – Fyri okkum sær tað heldur út, sum at teirra áhugi fyri listini heima økist, tá føroyingar flyta av landinum. Serliga hesi seinnu árini hevur áhugin verið serstakliga stórur, sigur Marianna Andreassen og vísir á, at felagið hevði eitt av sínum bestu árum í fjør við hópin av sera væl vitjaðum framsýningum í Føroyahúsinum. Vegghamar nýggi Kári P Fyrr í vikuni byrjaði Listafelagið nýggja árið við eini framsýning av verkum eftir Arnold Vegghamar, listamálara av Viðareiði. Framsýningin varð fingin í lag eftir hópin av áheitanum, tí júst sermerkti málarin av Viðareiði tykist hava serligan tokka millum føroyingar í Keyp manna havn, greiðir Marianna Andreassen frá. – Tað eru serliga tey ungu, sum hava tikið Arnold Vegghamar til sín. Tað tykist sum at hann er tann nýggi Kári P millum ungar føroyingar í Keyp­ mannahavn. Í øllum førum hugtekur hann tey á ein heilt serligan hátt við sínum púra annarleiðis, naivistisku og litføgru myndum. Í sambandi við ferniseringina sein­ asta sunnudag varð skipað fyri kjaki um listina hjá Vegghamar samanborið við aðra føroyska list. Marianna Andreassen greiðir frá, at tey plaga at nýta slík høvi at varpa ljós á rák innan før oyska list og fáa ymisk listafólk og onnur at greiða frá út frá ymsum sjónar hornum. Eftir hennara tykki uppliva útisetar føroysku listina sum meir samfelagsliga viðkomandi enn tey kanska hava gjørt. – Til dømis høvdu vit eina fram­ sýn ing í summar við tveimum ungum listamonnum, Jógvan Andreas á Brúnni og Høgna Egholm Magnussen, sum á hvør sín hátt taka gerandisdagin við inn í sína list og á tann hátt eisini eru meiningsskapandi, sigur formaðurin í Listafelagnum í Keypmannahavn. Eisini næsta framsýningin hjá Lista­ felagnum verður dømi um, hvussu list og samfelag spæla saman, tá fimm lista­ kvinnur fara at sýna fram í sam bandi við Altjóða Kvinnudagin 8. mars. List og súltaði seyðarhøvd Listaframsýningarnar hjá felagnum hava seinnu árini ment seg til rættilig mentanarkvøld við kjakum, fyrilestrum og tónleiki og ikki minst serligum før­ oyskum mati á skránni. Til dømis hevur bæði marinerað hvala tvøst og ingiferflísar afturvið turr um fiski verið á matarskránni. Og í fjør borðreiddi sniðgevin Marin Hentze við súltaðum seyðarhøvdum og marinerðaum nátalørum, meðan Marianna sjálv stóð fyri eini serligari turr fiska súpan. Hetta kvøldið seldu tey ikki færri enn 300 døgurðar, so væl mundi smakkað. – Síðani Hans Petur í Brekkunum bleiv leiðari í Føroyahúsinum eru tón­ leika tiltøkini eisini vorðin rættiliga fjøl­ táttað og nútímans, so her hendir nógv nýtt kring Listafelagið og Føroyahúsið, sigur Marianna Andreassen, sum eisini fegnast um at síggja so nógv ung fólk í fel agnum. Seinnu árini hevur felagið nevniliga lagt seg eftir, at fáa fleiri ung fólk við í arbeiðið, og tað sær út til at vera eydn ast heilt væl, heldur Marianna Andreassaen. Í øllum førum eru eis ini fleiri ung nú við í nevndini hjá Lista­ felagnum, sum í dag telur 125 limir. – Tey ungu skulu sjálvandi eisini sleppa at seta sín dám á tiltøkini, tí við listaframsýninunum vilja vit fegin finna eina góða javnvág millum tey nýggju og tey meir etableraðu før­ oysku listafólkini, sigur Marianna Andreasen. Hon leggur afturat, at málið hjá Lista felagnum fyri 2010 er at fáa fram­ søkin og nýskapandi listafólk fram á listarliga pallin. Við framsøkin og ný­ skapandi skal skiljast listafólk, sum á ymiskan hátt vísa nýggj element, lið ella signal, sum kunnu gera sítt fyri at gera rák, sum eru í føroyskari list, sjónligari. Ynski um smærri málningar Vaksandi áhugin millum útisetar fyri føroyskari list sæst ikki bara aftur í væl vitjaðu framsýningunum, har tað er heilt vanligt, at eini 60­70 fólk koma á gátt. Ofta hava tey nevniliga eis ni onkran málningin við sær, tá tey fara avstað aftur, fortelur Marianna Andreassen. – Føroyingar keypa heilt nógva list á okkara framsýningunum, men tey vilja helst hava smærri málningar, sum tey fáa pláss fyri í lítlu kollegiuíbúðunum. Tað ynskið plaga vit eisini at nevna fyri listafólkunum, uttan at seta krøv um tað, men tey flestu listafólkini vilja fegin eftirlíka ynskjunum um smærri málingar, sigur Marianna Andreassen, formaður í Listafelagnum í Keyp­ mannahavn. Ungir útisetar í Keypmannahavn hava rættiliga tikið listamálaran Arnold Vegghamar til sín á ein hátt, so hann mest sum er vorðin teirra nýggi Kári P, veit formaðurin í Listafelagnum í Keypmannahavn at siga fakta Listafelagið í Keypmannahavn hevur sínar framsýningar í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn. framsýningin við verkum eftir arnold Vegghamar verður at síggja fram til 4. mars. 7. mars letur upp ein nýggj framsýning í sam­ bandi við Altjóða Kvinnudagin har føroysku lista kvinnurnar Beinta av Reyni, Elisabeth Pike, Hansina Iversen, Jórun á Dul og Lena Nicolajsen fara at taka lut. Gestir á listaframsýning í Føroyahúsinum royna marinerað hvala tvøst í tartelettum.