Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2010 13 Ístaðin fyri at skerja, átti heimahjálpin at verið mun­ andi útbygd, so okkara gomlu kunnu vera sum longst í egnum bústaði – hetta er tað tey ynskja, og hetta er ein bílig loysn Heldur enn at skerja stuðul og hækka gjøldini til heimahjálpina, so átti landsstýrið heldur at miða ímóti at útbyggja heima­ hjálpina, so møguleiki verður hjá okkara gomlu at vera í egnum bústaði. Hetta átti at verið ein sjálvsagdur partur av eldrapolitikki landsins. Sambýlispláss Viðvíkjandi hækkingini av gjaldinum til eldrasambýli er at siga, at ein hækking á 2000 kr um mánaðin er alt ov stór. At prísirnir ikki eru hækkaðir í nøkur ár er ong­ in umbering fyri at hækkað gjaldið so nógv í einum. Tað er ein sannroynd, at kostnaðurin á vørum og tænastum er hækkaður, tískil kann grundgevast fyri, at gjaldið skal hækkað nakað, men ikki so nógv sum skotið verður upp. Havast skal í huga, at á sambýlum hevur búfólkið munandi meir útreiðslur enn t.d. á einum ellis­ og røktarheimi, tí kann tað ikki vera eins dýrt at búgva á einum sambýli sum tað er á einum ellis­ og røktarheimi. Hækkingin skuldi í mesta lagi verið 200 kr um mánaðin, og síðani kundi verið ásett, at prísirnir vera javnaðir við 2% um árið ella kundi kostnaðurin fyri eitt sambýlispláss fylgt prísvøkstrinum. Áðrenn nøkur hækking verður framd áttu land og kommur at samst um ein leist fyri sambýlini, og hvussu prísirnir skulu vera og hvussu eitt møguligt hægri gjald skal býtast millum land og kommunur. Inntøkumarkið Viðvíkjandi ætlanini at lækka inntøkumarkið áðrenn fólk rinda fyri heimahjálp, so mæla undirritaðu staðiliga frá at gera hesa broyting. Tað er alt ov nógv, at lækkað inntøkumarkið fyri hjún úr 75.000 kr niður í 1500 kr og fyri støk úr 50.000 kr niður í 1000 kr áðrenn tú rindar fyri heimahjálp. Markið áðrenn fólkapensjónistar rinda fyri heimahjálp eigur at standa í stað, og møguliga vaksta við prístalinum. Tað er í lagi, at javna gjaldið fyri heimahjálp við 3%, men mælt verður staðiliga ímóti, at hækkað gjaldið við heilum 15 kr um tíman. Gjaldið fyri heimahjálpin Um landsstýrið ger hesar broytingar kann tað hugsast, at fólk ið hava alneyðugan tørv á heima­ hjálp noyðast at skerja hetta og/ella hesar broyt­ ingar fara eisini at skunda undir, at fólk flyta skjótari úr egnum heimi, hóast hetta er ímóti teirra ynski. Tað átti at verið partur av eldrapolitikki landsins, at stuðla fólki sum mest at búgva í egnum heimi, um ynski er um tess. Hetta var eisini eitt av aðalendamálin­ um við heimahjálpini, tá ið hon í síni tíð varð stovnað. Undirritaðu taka undir við Landsfelag Pensjónista og mælir til, at tað al­ menna heldur enn at skerja eigur at styrkja munandi um heimahjálpina hjá teimum heimabúgvandi og ikki leggja enn størri gjøld fyri heimahjálpina. Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag Tíðindaskriv Tórshavnar Rotary klubbi avgjørdi herfyri at fara und­ ir at stuðla einum tiltaki hjá Rotary International nevnt »Shelterboxes«. Ein »shelterbox« er ein liðugtpakkað minibingja. Í henni er eitt sterkt og gott tjald, sum kann hýsa 10 fólkum. Í bingjuni er ann­ ars: vatntangi, tablettir at reinsa vatn við termo­ seingjaklæði, amboð, kóki­ útgerð, ein lítil komfýrur, sum kann sláast saman og brúka ymisk sløg av brenni­ evni og mangt annað. Útgerðin verður lagað til alt eftir í hvørjum øki av heiminum útgerðin verður nýtt. Tey, sum »búgva« í tjaldinum, hava góðar møguleikar at lívbjarga sær í einar 6 mánaðir har. Ein slík bingja kostar á leið 5.000,­ dkr. Shelterboxir hava í fleiri førum víst sítt virði í verki. Rotary hevur klubbar í flest øllum londum í heimi­ num og er tí lætt at koma í samband við fólk á staðn­ um, og hjálpin kemur tí skjótt og bíliga fram. Sum dømi kann nevnast, at tá melduródnin rakti Burma í mai 2008 noktaði hernaðarstýrið av politisk­ um ávum nógvum hjálpar­ felagsskapum at koma inn í landið, hóast eini 100.000 fólk høvdu latið lív, og enn fleiri vóru vorðin heimleys og høvdu tørv á hjálp. Rotary slapp inn í landið beinavegin við sínum smáu bingjum, tí Rotary hevur klubbar í Burma. Í sambandi við jarðskjálv­ an á Haiti og teir ræðuligu avleiðingar hann hevur havt við sær hevur Rotary Danmark, sum hevur 280 klubbar í danska ríkinum, sett sær fyri at senda í minsta lagi 300 Shelter­ boxes til Haiti. Tær fyrstu boksirnar komu fyri nøkrum døgum síðani til Port au Prince og koma fleiri boksir inn hvønn dag.. Mark Pearson úr Ong­ landi, sum hevur verið á Haiti síðan hósdagin í seinastu viku greiðir frá, at tað, sum tørvar mest beint nú, eru hospital, so fólk kunnu fáa viðgerð, og verða tí tey fyrstu teltini brúkt til hetta endamál. Í dag ­ hósdag ­ var upp­ hæddin hjá Rotary Dan­ mark komin uppá kr. 1.4 mió. kr. og hevur Tórshavn­ ar Rotary klubbi higartil savna saman 17.000,­ dkr. Meira kann lesast um hetta á www.rotary.dk og um onkur hevur hug at stiðja tiltakinum, kann tað gerast við at senda pening á Konto 6460 166.702.7 merkt »shelterbox« Súsanna Danielsen, Forseti Tórshavnar Rotary Klubbi Tórshavnar Rotary Klubbi sendir »Shelterboxir« til Haiti Útbygg heldur heimahjálpina