fríggjadagur 22. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
13
VIKUSKIFTI
SoSIalurIn hevur hITT TeIr
báðar FólKaTIngSlImIrnar
Høgna Hoydal og Edmund
JoEnsEn á ChrISTIanSborg
TIl KjaK um loySIng og
Samband í ljóSInum
av FíggjarKreppunI.
edmund joensen:
Ongar trygdarbrillur
Spaniólar duga at stuttleika sær. Teir brúka ikki
trygdarbrillur, renna undan heksaýlum ella spara
upp á krútið. Spaniólar berjast við tarvar, tá teir
keða seg. Og hesin maðurin ríður í gjøgnum eldin til
eitt tiltak fyri Sankt Anthony nú um dagarnar.
Hvørt ár, tá landið gevur mentan
ar virðisløn og heiðursgávu og
øll klappa og rósa og fagna og
syngja, hugsi eg um samvitskubit.
Uttan í 2004 og 2007. Tá var eing
in samvitska, tí tá vóru hvørki
virðislønir ella gávur frá okk um
skattgjaldarum.
Landið hevur ringa samvitsku,
hugsi eg. Tí fáa fólk, sum vóru á
listaliga tindinum fyri 20 árum
síðani, pengar frá landinum.
Peng ar, sum tey áttu at fingið frá
land inum tá, tað er fyri 20 árum
síð ani.
Ímyndi mær, at landið hevur
ein lista við fólkum, sum land
ið ikki vildi vita av tá. Nú er
sam vitskan farin at níva og
pína. So nú eru pengar at lata.
So lista fólkini ikki fara hiðani
uttan at fáa nakað sum helst frá
land inum. Landið keypir sær
sam vitskufrið.
Slíkar virðislønir og gávur eru
altíð ein viðurkenning fyri útint
verk og kanska fyrst og fremst
fyri áhaldni í nógv ár. Betri seint
enn ikki.
Tað er ein stór misskiljing, ser
liga her í Føroyum, at ikki ber til
at skapa nakað uttan pengar. Ikki
ber til at yrkja ein sang, skriva
eina bók, spæla ein sjónleik, gera
ein film, mála ein málning uttan
pengar.
Men tey, sum nú fáa mentan
ar virðislønir og heiðursgávur úr
landskassanum, skaptu teirra list,
tá tey ikki áttu klovið oyra.
Tað ber væl til at skapa stóra
list uttan pengar.
Filmslistaliga flogvitið,
týsk arin Rainer Werner Maria
Fass binder (1945–1982) segði, at
hevur tú hug at gera film, skalt
tú læna tær nakrar rullur av filmi
(hetta var í trýssunum), stjala eitt
films upptøkutól og so gera film.
Einki meira roks enn tað.
Tað gjørdi hann ivaleyst
sjálv ur í fyrstani. Og burtur úr tí
kom eitt meistaraverkið fyri og
annað eftir til hann doyði, bara
37 ára gamal, av tí at hjartað toldi
ikki eitt bland í sterkara lagi av
sovitablettum og kokaini.
Tá hevði hann, Fassbinder, í
15 ár gjørt 40 spælifilmar, tvær
sjónvarpsrøðir, tríggjar stutt film
ar, fýra videofilmar, 24 sjón leikir
og fýra útvarpsleikir. Har afturat
spældi hann 36 leiklutir í sínum
egnu filmum og í filmum hjá
øðr um. Hann skrivaði eisini, var
fotografur og meira afturat. Ófat
iligt, fullkomiliga ófatiligt, og bar
ikki til uttan rúsevnini, sum so
eis ini gjørdu av við hann.
Fassbinder setti seg ikki hend
ur í favn at bíða eftir peng um.
Hann lænti og stjól og skapti.
Nú er ógjørligt at siga, hvussu
nógv hugverk eru farin fyri
skeyt ið í Føroyum, ongantíð
vorð in til, vrakað á hálvari
leið ella løgd á skuffubotnin av
penga loysi.
Men pengar eru júst tað orðið,
sum oftast er sagt og skrivað í
før oyska kjakinum um kor lista
fólks.
Kanska kunnu listafólk læna
pengar við landskassaveðhaldi.
Tað vil siga í teirri vón, at tey
eru á listanum hjá landinum,
list anum við fólkum, sum fáa
mentanarvirðisløn ella heiðurs
gávu um 20 ár. So kunnu tey
gjalda lánið aftur tá.
Annars hevur landið eisini
pengar til listafólk, sum eru á
veg uppeftir, so tey kunnu fáa
arbeiðs náðir, kalla tey tað. Men
treyt in er tann sama, nøkur verða
vald burturúr.
Landið hevur ringa samvitsku,
tí tað forsømdi og gloymdi síni
skapandi fólk og ikki sýndi teim
um aðra virðing enn van virð ing,
meðan tey royndu at fóta sær.
Um knappliga eitt ár taka tey
listan fram aftur. Hvør skal nú
fáa?
Tey, sum høvdu gávur tá, fáa
gávur nú.
Men, sum sagt, pengar eru
ikki alt teir eru bara 99 prosent
av øllum.
UmaftUrafturum
høgni djurhuuS
Nýggjur spælari
Nýtt Mesti-met í Barcelona
Sportal.fo
Hvat við lønini í tí høga?
Ólavur Rasmussen prestur og
Jógvan Fríðriksson biskupur, vegna
Mentamálaráðið, eru samdir um, at
Ólavur verður loystur úr embætinum
sum sóknarprestur í Hvalba 1. februar
í ár. Tríggjar árslønir fylgja við.
Kringvarp.fo
Nýggj ætt
Høgravindur yvir Chile
Dimma
Útlendsk arbeiðsorka
Tveir írar landa í Fuglafirði
Olivant.fo
Størri spælarar næstu ferð
Hondbóltsmenninir gjørdust ov stuttir
Kringvarp.fo
Í hesum kuldan?
Torres úti í seks vikur
Sportal.fo
Summi taka ein dag í senn
Egil tekur eitt ár afturat
Dimma
Nei, tað er farligt
Mugu ikki ganga við bindi fyri eyguni
Sosialurin
Bilar upp á barrikadurnar
Saab mótmælisgonga
Olivant.fo
Hvat hava tey so
gjørt øll hesi árini?
Havsbrúk er til reiðar at keypa fisk
Sosialurin
ranga
í
strúpan
Shopping í Afghanistan
hendan kvinnan hevur góðan hug á einum nýggjum turriklæði, sum hon sær í
handilsvindeyga á einum marknaði í jalalabad í Afghanistan. Spurningurin er
bara, um tað sæst nakað aftur til turriklæði, tá ið hon er farin í tað.
sum
Kaj leo
Ein japanskur yvirmaður
kannar eftir, at allir hansara
menn standa í rættari røð, nú
japanski forsætisráðharrin
skal leggja leiðina framvið.
Hetta minnir okkum mest
um, hvussu tað gongur fyri
seg, tá ið løgmaður syrgir
fyri, at landsstýrisfólk og
samgongufólk standa lið
um lið í beinari linju.
mynd: pOlfOTO
mynd: pOlfOTO
mynd: pOlfOTO
Samvitskufriður