Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 15 · 22. januar 2010 16 VIKUSKIFTI Ølkennari letur væl at Føroyskum øli Undir yvirskriftini »NordatlaNtisk øl í topklasse« dygdarmetir danski ølUmmælarin erik lüthje FraNdseN fleiri av ølUnUm hjá Føroya Bjór. Og Ummælini erU yvirhøvUr rættiliga góð ØLUMMÆLI leo poulsen leo@sosialurin.fo Fleiri og fleiri føroyingar eru vorðnir áhugaðir í øli sum smakkdrykk. Og tað eru eisini fleiri føroyingar, sum nú eru limir í teimum alsamt vaksandi donsku ølklubbunum. Ein teirra er Bjarni Juul Petersen, sum er limur í Selskab for Vestjydsk Øl kultur. Hann hevur heitt á Erik Lüthje Frandsen, ið hevur verið limur í klubbanum í mong ár, harav fleiri í nevndini, um at meta um nøkur av øl­ sløgunum hjá Føroya Bjór. Erik Lüthje Frandsen sigur soleiðis um uppgávuna: Føroya Bjór hevur aftur gjørt vart við seg við at bryggja nýggj ølsløg, ið vekja smakkleykirnar til gleði og frøi. Tað hevur verið ein sonn frægd at royndar smakka hesar nýggju, gyltu drop arnar frá frálíka bryggjarínum í Klaksvík. Eg tók ímóti avbjóðingini av roynd­ arsmakkingini við ikki sørt av eyðmýkt. Hetta er ein avbjóðing ið sjálvandi krevur ein ávísan fakkunnleika, men kort ini ikki meiri enn at tað eru matligu smakkleykirnir, ið skulu njóta gylta bryggið. Eg gjørdi tí av, at mínir góðu ølvinir, Ivan Læbel og Tonny Birkekjær, skuldu vera mínir hjálparar. Vit skipaðu smakkingina, so hvør øl varð rættvíst mett og út frá somum kriterium. Tilsamans royndar smakk aðu vit átta øl. Ikki allar eru nýggjar, men all­ ar eru mettar út frá líka stigi, so til ber at saman líkna. Gull Ein veruliga deilig, traditionel øl, flott og góðan fullan smakk. Hon er ljós á liti, kanska eisini ov ljós í mun til smakkin, men tað skal takast sum ein subjektiv viðmerking. Hon fyllir væl í munninum við góðum beiskum eftirsmakki – ein veruliga góð øl, sum ein gulløl traditionelt skal vera. Hetta er ein øl, ið eg við stoltleika borðreiði fyri góðum vinum eitt hugnakvøld. Ein øl, sum heilt klárt er ein sukkse. Classic Ein øl, ið ikki fær toppkarakter. Hon virkar fløt og keðilig. Um hon ikki er fremsta søluvøra, fara vit ikki at sakna, um hon verður tikin úr ølúrvalinum til fyrimunar fyri meiri spennandi ølsløg. Vit hava eina kenslu av, at hendan Classic er bryggjað, bert tí flestu onnur bryggjarí hava eina Classic øl, men her kunnu vit bara siga, gangið ikki í fótasporunum hjá øðrum. myNdir: jens kristian vang Erik Lüthje Frandsen KeðIlIgt