fríggjadagur 22. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 15 - 22. januar 2010
nøvn
“Hevur tú fingið nakað at eta ...
døgurða ... náttura”. Hetta vóru
at kalla síðstu orðini frá mammu
– orð, sum vit so ofta høvðu
hoyrt áður. Hon hevði eitt ómeta
liga stórt umhugsni og stóra
umsorgan fyri okkum og øllum
øðrum. Eftir stutta sjúkralegu
andaðist hon 30. mars 2009 – 94
ára gomul.
Mia, sum var dóttir Ingu fødd
Jacobsen og Gunnar Danielsen í
Vági, var fødd 28. juli 1914. Árið
eftir, at hon var fødd, fluttu
foreldrini úr Søldarfirði suður til
Vágs. Tá var stórt og vaksandi
virksemi í Vági, og Gunnar fekk
skiparakjans í reiðaravirkinum
hjá J. Dahl á Gørðunum. Gunnar
var sonur D. J. Danielsen – gamla
sýslumann – úr Søldarfiri. Sostatt
var hann beiggi Victor Danielsen,
og syskinabarn við menn sum
Dollan – missionerin og Magnus
á Kamarinum, og pápabeiggi
hansara var C. C. Danielsen post
meistari og sparikassastjóri. Inga
var úr Niðaragerið í Søldarfirði.
Pápi Ingu – Jóhan Dávur – og
pápabeiggjarnir vóru hegnismenn
til handverk, og vóru m.a. við til
at byggja Vágs kirkju. Onkur av
teimum flutti til Vágs at búgva og
húsini hjá Gunnar og Ingu stóðu
klár at flyta inn í, tá ið tey fluttu
suður. Mamma Ingu var Sunneva
Maria fødd Kjærbo úr Sumba,
sum Mia var uppkallað eftir, og
Gunnar hevði mangar raskar sum
bingar við sær til skips. Heimið
stóð altíð opið fyri teimum, og
har komu mong fólk á gátt.
Mia var næstelst av 7 systkjum
og hevði ein góðan og tryggan
barndóm í heiminum í hugnaliga
umhvørvinum á Skálabø saman
við Lenu, Gunnari, Trúgva, Eigil,
Ingolf og Elmari, sum doyði sum
lítil smádrongur, og hon helt, at
tað var í so langt millum húsini í
Tippinum, tá ið hon saman við
Andrew fluttu út hagar. Miu vant
aði hvørki hands ella andsevni,
og sum stór smágenta gekk hon út
at hjálpa til í ymiskum húsum –
serliga við at røra kakur. Tá vóru
jú eingir elpískarar ella rørumask
inur. Eftir loknan skúla gekk Mia
við posti. Tær báðar – hon og vin
konan Ruth Smith – býttu bygdina
millum sín. Seinni fór hon at
arbeiða í handlinum hjá Jaspur
Hjelm á Løghamri til hon fór á
húsarhaldsskúla í Keypmanna
havn. Haðani fór hon at tæna hjá
kenda
bakarameistaranum
og
kongaliga hofleverandørinum van
Hauen, meðan Andrew gjørdi seg
lidnan við skipsføraraskúlan.
Komin aftur til Vágs giftist hon
Andrew Godtfred – Andrew hjá
Diasi. Tey bygdu sær hús í Tipp
inum og búðu har næstu 30 árini.
Tey fingu 4 børn – Andrew, Gunn
vør, Bergur og Bogi. Andrew førdi
skip undir øllum krígnum og hevði
heilar 650 dagar á sjónum í hesi
vandatíð. Tá segði tú farvæl við
stórum møguleika fyri, at tað var
seinastu ferð, tit sóðust. Hetta sleit
nervarnar og ávirkaði huglagið.
Seinni fór hann í land og var stjóri
á hvalastøðini í Lobra og var
umboðsmaður fyri oljusøluna hjá
Shell í Vági.
Bæði komu tey frá opnum
heimum við stórum gestablídni,
og hetta kom at seta dám á heimið.
Andrew dugdi enskt mál, og
undir krígnum høvdu tey stundum
enskar yvirmenn búgvandi, og í
50’unum og 60’unum var sjáldan
vika, at ikki skotskir ella norskir
fiskimenn vóru gestir í húsinum.
Andrew fór altíð oman á keiðina
at bjóða teimum heim og/ella á
møti í Bethel. Hetta kundi hann
gera, tí hann visti, at hann í Miu
hevði fullan stuðul heima. So var
prát, sangur, tónleikur og gott lag.
Hesa tíðina høvdu tey avgreiðsl
una hjá Shell í Vági, og Mia
hjálpti til í virkinum. Arbeiðs og
ábyrgdaruppbýtið var natúrliga
kynsuppbýtt og siðbundi fyri
tíðina, so Mia mest hevði ábyrgd
innanveggja, meðan Andrew mest
hevði ábyrgd uttanveggja, men
tað sýntist sum um, at tey vildu
kappast at geva hinum partinum
tað besta og tæna hvørjum øðrum
á bestan hátt. Tað sást aftur á hús
unum og á umhvørvinum inni og
úti, tí snøggari hús var neyvan í
bygdini hesa tíðina. Mia man
vera besta prógvið um, at aftan
fyri ein góðan mann, stendur ein
góð kona.
Tá ið Gunnar var farin, og Inga,
systkinini hjá Miu og børnini við
vóru flutt heimaní frá, tóku Mia
og Andrew teltpelarnar upp og
fóru til Havnar at búgva. Tey
keyptu hús ovast í J. Paturssonar
gøtu og búðu har næstu 30 árini.
Andrew fór aftur til skips og var
eitt tíðarskeið tollari, og Mia fór
at arbeiða á Hafnia og nøkur ár
seinni á nýggju Frímerkjadeildina.
Har var hon, til hon gavst fyri
aldur. Tey nutu síðan eitt virkið
eftirlønarlív. Andrew var vaktar
maður á Skipasmiðjuni og hevði
sín síðsta arbeiðsdag 79 ára gam
al, og harafturat róði hann ofta út
øll árini til hann gjørdist lamin.
Mia var um hann tey nærum
tíggju næstu árini – eins og hon
áður hevði verið um pápa sín – til
tey um 90 ára aldur sum tey fyrstu
fluttu á Tjarnargarð. Andrew and
aðist 16. februar í 2005, og Mia
helt í sorgblídni fyri, at hann
kundi havt bíða við at fara, til tey
høvðu hildið krúndiamantbrúd
leyp í november sama ár.
Mia hoyrdi til tey stillu í landin
um, og gjørdi einki hóvasták burt
ur úr sær sjálvari. Hinvegin setti
hon sær sjálvari ein høgan standard
fyri alt, ið hon gjørdi, og hennara
uppmerksemi og gestablídni er
víðagitið, og mangur hevur sitið
sera væl inni hjá teimum. Mia var
um gestirnar við mati og drekka
og Andrew við práti – og øll hugn
aðu sær og vóru glað. Mia hevði
gingið á húsarhaldsskúla og legði
doyin á at gera dygdargóðan og
vælsmakkandi mat, og hon elsk
aði at geva húsfólki og gestum tað
besta, ið húsið kundið bjóða. Hon
var eisini ein frálíkur bakari. Hon
hevði til frægd at lesa bøkur og
bløð um mat, men tá ið hon fór til
verka, broytti og tillagaði hon upp
skriftirnar, sum tað hóvaði henni.
Ofta nýtti hon als onga uppskrift,
men komponeraði sjálv sum ein
annar virtuosur.
Mia hevði eitt stórt hjarta fyri
øðrum – ikki minst fyri teimum
veiku og smáu í samfelagnum.
Hon hevði altíð eina fína kenslu
av, hvør var í farvatninum, sum
hon kundi bjóða inn, og hvør ið
hevði tørv á onkrum, har ið hon
kundi leggja okkurt til. Hon
hjálpti og stuðlaði samkomum
og felagsskapum við tí, ið hon
dugdi at gera og hevði møguleika
fyri at hjálpa til við. Hon hevði
lítlan tørv á uttan orsøk at skifta
út lutir og keypa nýtt, so mangar
gávur fóru óútpakkaðar til onnur,
ið hon helt høvdu meira brúk
fyri teimum.
Mia var løtt av lyndi, og henni
dámdi væl lættan sang og tónleik.
Mia hevði avgjørdar meiningar
um mangt og hvat og segði, hvat
ið hon helt, men hon dugdi eisini
at lurta eftir øðrum og virða
meiningarnar hjá hinum. Hon las
nógv og fylgdi til tað síðsta væl
við í fjølmiðlunum og í viðurskift
um, sum hon hevði áhuga fyri.
Nú er Mia ikki longur, og ættar
liðið, ið hon hoyrdi til, er við at
doyggja út. Við henni og teimum
er ein partur av føroyskum siða
arvi og mentan við at fara í søg
una. Mia var ein av teimum, ið
legði til í familjuni, nærumhvørv
inum og í samfelagnum. Sjálvt
um tað fyri onnur og samfelagið
sum heild ikki tykist um meira
enn ein lítil dropi, so var tað fyri
okkum, ið nutu gott av hennara
avriki, sum eitt heilt hav.
Ærað veri minnið um mammu
mína.
Bergur
Minningarorð um mammu okkara
Miu Godtfred
28.07.1914 – 30.03.2009
Bilasølan Nordcar, sum selur bilmerkini BMW, Fiat
og Mini, og bilasølan Norðbil, sum selur bilmerkini
Hyundai,
Skoda
og
Honda
hava
gjørt
ein
sponsorsáttmála við Havnar Bóltfelag, um at teir fáa
ein spildurnýggjan Honda Accord árgang 2010 at
koyra í.
Honda til HB
Á myndini eru f.v.: Andrew av Fløtum frá HB,
Jens Petur Jensen, stjóri á bilasøluni Nordcar,
Kristján Guðmundsson venjari hjá HB og Birgir
Dam Jacobsen, stjóri á Norðbil
Mynd: Jens Kristian Vang