fríggjadagur 22. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
15
VIKUSKIFTI
Túsundtals livandi ljós kunnu
tendrast við einum ljósi, og
lívið hjá ljósinum verður ikki
styttri fyri tað. Gleðin veður
ikki minni, um tú deilir hana.
Buddha
10 tIng um mERYL STREEP
Mest heiðraði sjónleikarin
Í hesum døgum er hon aktuell í skemtifilmi, men
hon vann fram og er kend fyri teir álvarsomu
leiklutirnir, hon hevur havt Í kendum hollywood
filmum. her eru nakrir upplýsingar um meryl streep
KvívíKarpreSTur theodor
e. d. olsen leSur euroMan,
”Tann líTlI prInSurIn” og
vIl hoyra SaMa FólK leSa
øll andláT upp hvørT eFTIr
annað.
miðlarnir og Eg
lagt tIl rættIs: eyðun Klakstein
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
í nýggja táttinum siga kendir og ókendir
persónar frá síni miðlanýtslu.
Mary louise Streep varð borin í heim í Summit í
new Jersey. Forfedrarnir hjá henni stava úr Sveis,
írlandi, onglandi og hollandi.
- Tað var eyðsýnt, at hon fór at gerast ein stórur
sjónleikari, segði rektarin á yale School of drama,
tá i hann skuldi meta um avrikini hjá Meryl Streep á
skúlanum.
Hon spældi fyrstu ferð sjón leik
í 1971, tá ið hon var við í leik inum
the playboy of seville. í 1977 var
hon fyrstu ferð við í spælifilmi.
Stóra gjøgnumbrotið kom við filmunum The deer
hunter og Kramer vs. Kramer frá 1977 og 1978.
hon var tilnevnd til oscar virðisløn fyri báðar leiklutirnar
og vann fyri seinna filmin.
eingin annar sjónleikari er tilnevndur til oscar og
golden globe viðirslønir sum hon. hon hevur verið
15 ferðir uppskoti til oscar og hevur vunnið tvær. hon
hevur verið tilnevnd til 25 golden glove og hevur vunnið
sjey.
Meryl Streep hevur vart væl um privatlívið hjá
sær, og er kend sum ein sjónleikari, sum fer heim
eftir loknan arbeiðsdag.
í 1990’unum vóru filmar við Meryl Streep
ikki so væl umtóktir, sum teir plagdu at vera.
rithøvundin Karen hollinger heldur, at ein orsøk til
hetta var, at Meryl Streep hesa tíðina royndi at finna
lættari leiklutir í eitt nú skemtifilmum.
Meryl Streep hevur sagt, at áhugin fyri einum
kvinnuligum sjónleikara hvørvur, tá ið hon kemur
upp í 40’ini.
Hon hevur eisini verið á hitt
list um sum sangari, eftir at hon var
við í filmatiseringini av mamma
mia. Okay, víst var tað bara í portu
gal, men tað má telja við.
Meryl Streep giftist í 1978 við
myndahøggaranum don gummer.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
Mítt blað - dag og VIKUblað
Dimma, Sosialurin, Trúboðin, Norðlýsið, Politiken og Kristeligt
Dagblad.
Mín heIMasíða
Byrjunarsíðan er portal.fo –
og so surfi eg haðani…
Mín tónleIKUr
Allur góður tónleikur.
Alt frá Händel til Herbie
Hancock og Hanus..
Mítt sosIala
netVerK (td
FacebooK)
Facebook og Skype. Eri
ikki nýfikin, men taldist
helst millum fyrstu
føroyingar, sum fingu
sær Facebook.
Mín dVd
Nógvar. men ”Das
Leben Der Anderen” og
”Fanny & Alexander” kann eg altíð venda aftur til.
Mítt MagasIn
Sera breitt. Alt frá Euroman til Teol-information.
Mín sjónVarpsrøð
Dagur og vika, um tað kann
kallast ein sjónvarpsrøð.
Fawlty Towers, Klovn og
Frasier kunnu eisini vera
undirhaldandi.
Mín bóK
Sera torført at siga. men
”Det forsømte forår” og
”Tann lítli prinsurin” gloymi
eg aldrin.
Bíblian kann sjálvandi
heldur ikki undirmetast á
míni lívsleið.
Mítt útVarp
Útvarpið, Rás 2, Lindin. Viðhvørt lurti eg eftir P1 og P3 á DR.
Mín teleFon
Nokia eitt ella annað. Bara eg kann ringja og sms’a við henni.
hVat VIl tú IKKI brúKa MIðlatíð Uppá?
Tað er munur á at lurta og hoyra. Útvarpssendingar, sum ikki eru
vælgjørdar, kann eg hoyra í bakgrundini. Eru tær góðar, lurti eg.
Haldi tað var spell, at konseptið við Rás Tórshavn hvarv, og at tað
nú er neyðugt at keypa heilar pakkar við fleiri ræsum, um tú t.d.
bert ynskir at síggja public-service rásir sum DR1 og DR2.
hVat IrrIterar teg í MIðlUnUM?
Leiðandi spurningar, bendingarvillur og ov tætt kliptar
útvarpssendingar. Síðan alt bleiv talgilt, hoyrir tú næstan
ikki fólk anda inn longur, áðrenn tey svara onkrum av lívsins
stóru spurningum. Tað hevði eisini verið gott, um ein og sama
útvarpsrøddin las øll andlát upp hvørt eftir annað.
hVat VIl tú haVa MeIrI aV í MIðlUnUM?
Dyggar sendingar sum t.d. ”Scannaran” og ”Tilveru”. Sendingar við
teologiskari tyngd sum t.d. ”morgunlesturin”.
Vælgjørdar tónleikasendingar sum t.d. ”Rót og rútma”, ”Turné” og
”Bolero”.
og hvar blivu fyrilestrar, hoyrispøl og upplestur av nýggjum
bókmentir av í útvarpinum?