Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 22. januar 2010 15 Kistan við Reynhold Nielsen fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 18 í Salem. Jarðarferðin verður leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Reynhold, kunnu lata Salem eina gávu, konta í peningastovnunum. Hjalti Joensen, Hvannasund, fer til gravar úr Her­ mon í Norðdepli, fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Hjalta, kunnu lata Hermon eina peninga­ gávu, konta í Norðoya Sparikassa. Jógvan av Kák, búsitandi í Ålborg, ættaður úr Havn, andaðist 21. januar, 48 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga vit øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu og sýndu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma og omma Hanna Elena Waag Jacobsen Tvøroyri andaðist og varð jarðað. Tøkk til Annu Mariu og Fróða Nyby fyri alt, sum tit vóru fyri okkum, tá vit komu heim til Føroya. Árni Súsan, Elin og Oddmar Tøkk Øllum tykkum, sum mintust meg á 60 ára føðingardegnum tann 7. november 2009, takki eg hjartaliga. Somuleiðis takki eg børnunum við familju, sum gjørdu dagin so væleydnaðan. Heilsan Óli A. Johansen, á Tanganum, Tvøroyri Mikudagin 20. januar 2010 gjørdist Mikaela D. Høj­ gaard, Tórshavn, 60 ár. Mikaela er fødd 20. januar 1950. Foreldur henn­ ara vóru Kamma og Jógvan Debess á Tinghúsvegnum í Tórshavn. Í 1968 giftist hon Hanusi Højgaard, sonur Louis og Ásu Højgaard, Yviri við Strond í Tórshavn, og saman eiga Mikaela og Han­ us 4 børn, Louis, Maiken, Jógvan og Hanus. Ommu­ og abbabørnini eru 8 í tali. Mikaela hevur í mong ár starvast á lønardeildini á Landssjúkrahúsinum. Dagurin verður hildin leygarkvøldið saman við familjuni í heimi teirra Yviri við Strond. Vit ynskja Mikaelu hjarta­ liga til lukku við degnum og takka henni hjartaliga fyri alt tað, hon er fyri okkum øll. Børn og svigarbørn Mikaela 60 ár 13. januar í ár hevði Frank kunnað hildið sín 60 ára føðingardag, men soleiðis skuldi ikki verða. Hervilig sjúka, ið skjótt fekk yvir­ takið, rakti hann, og lívið fjaraði spakuliga burtur. Frank andaðist 57 ára gam­ al tann 20. oktober 2007. Frank vaks upp í Sanda­ vági, var sonur Elias og Helgu Dam og elstur av trimum systkjum. Hann fór sum ungur til sjós og sigldi í nógv ár sum maskinmeist­ ari, og eitt sum eyðkendi hann, vóru hansara góðu hendur til hetta arbeiði. Evnini á hesum økinum komu eisini til sjóndar, tá hann seinni keypti sær bát og gjørdist útróðrarmaður. Báturin, hann keypti, var í ringum standi, men tá Frank var liðugur at um­ væla, var hann sum nýggj­ ur. Frank arbeiddi eisini á landi, m.a. var hann í fleiri ár hjá J.K. Joensen & soni. Á yngri árum var Frank ítróttarmaður. Hann róði kapp, spældi fótbólt og var ein framúr góður hondbólts­ málverji. Frank giftist Jónu úr Mið­ vági, og bygdu tey sær hús í Miðhjøllum í Sandavági. Frank og Jóna fingu 4 børn ­ Tórdis, Oddmar, Helgu og Eyðstein. Saknurin eftir Frank er stórur, og torført er at fylla út tómrúmið eftir hann. Serliga minnast vit Frank fyri hansara hjálpsemi og ikki minst hansara skemti­ ligu viðmerkingar. Friður verið við minnin­ um um Frank. Systkini Elly og Martin Minningarorð um Frank Dam f. 13.01.1950 - d. 20.10.2007 Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum komu at vitja, og somuleiðis takki eg fyri blómur og gávur, sum eg fekk á mínum mínum 75 ára føðingardegi 9. januar. Hjartans tøkk til øll tykkara, sum hjálptu til, soleiðis at vit fingu ein góðan dag. Vinarliga Johannes Simonsen