fríggjadagur 22. januar 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 15 · 22. januar 2010
14
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í september í 2009 byrjaði Jóngerð
Martindóttir Nielsen í starvinum sum
fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi
í Føroyum.
– Longu, tá eg søkti starvið, hugs
aði eg, at mín høvuðsuppgáva skuldi
vera at seta meiri fokus á at upplýsa
børn og ung um vandarnar við rús
drekkaog rúsevnamisnýtslu. Eg vildi
gera starvið meiri sjónligt, so tey, ið
hava við børn og ung at gera, skuldu
vita, at Blái Krossur hevur ein fyri
byrgingarráðgeva, ið kann gera mun.
Jóngerð, sum gjørdist útbúgving
sjúkrarøktarfrøðingur á heysti í 2001,
hevur í øðrum størvum, sum vit fara
at venda aftur til, arbeitt bæði við rús
drekkaog rúsevnamisnýtarum, sálar
sjúkum og við børnum og ungum.
– Nú las eg til sjúkrarøktarfrøðing
í Danmark, men heldur ikki eftir at eg
kom heimaftur og byrjaði at arbeiða í
Føroyum, hevði eg hoyrt, at Blái Krossur
hevði ein fyribyrgingarráðgeva, sum
kann ferðast kring landið og upp lýsa og
rá ðgeva børnum, ungum, avvarð andi og
øðrum, sum á ymiskan hátt hava við
hesi at gera. Heldur ikki í mín um starvi
sum leiðari fyri barna vernd artænastuna
visti eg, at vit kundu leita okkum hjálp
og ráðgeving um eitt nú tey sereyðkenni,
ið børn hava, sum veksa upp í heimi,
har foreldur ikki megna at stýra sínari
rúsdrekkaella rúsevnanýtslu.
Góð barlast
Jóngerð hevur tað lyndi, at hon smæðist
ikki burtur, har hon er. Hon er ikki ein
av teimum, sum biður umskylda, at
hon er til, men hevur lætt við at stýga
fram, reisa seg og siga nøkur orð, um
tað skal vera. Hon er gløgg, væl skorin
fyri tungubandinum, og aftanfyri orð
hennara er skil og vekt.
Útbúgvingin, áhugaverdu ar beiðs
royndirnar og hennara leiðaraevni
skapa virðing aftanfyri fjølbroytta per
sónin, sum eisini gevur sær stundir til
ymiskt ítróttarog frítíðarvirk semi.
– Tað fyrsta, eg gjørdi, tá eg í fjør
heyst byrjaði í starvinum hjá Bláa
Krossi, var at venda mær til allar prest
arnar í Føroyum, sum høvdu næmingar,
ið skuldu fermast. Í brævinum læt eg
teir vita, at eg gjarna vildi sleppa at
undirvísa næmingunum, sum gingu
at lesa.
Jóngerð sigur, at hon fekk fleiri
afturmeldingar, men tað undraði hana
ikki so lítið, at tað eisini vóru prestar,
sum ikki lótu við seg koma.
– Í fyrsta lagi vildi eg upplýsa hesum
ungu um vandarnar við ovurnýtslu
av rúsdrekka og annars um nýtslu av
rúsandi evnum. Í øðrum lagi vildi eg
gera vart við, at Blái Krossur hevur ein
fyribyrgingarráðgeva, so bæði næm
ingar og prestar, sum á hvørjum ári
hava ungdóm, ið gongur at lesa, vita,
at eg eri til.
Fyribyrgingarráðgevin fekk soleiðis
høvi at vitja nógvar næmingar kring
um landið, bæði á meginøkinum,
Klaksvík, Sandoy og úr Suðuroy.
– Í flestu førum var eg á staðnum,
har prestarnir hava sína undirvísing,
men næmingar úr Suðuroy komu
norður um fjørðin til ein hugnadag,
og her møttust vit á kaféini hjá Bláa
Krossi í Havn.
Jóngerð sigur, at hon gjørdi sær eitt
konsept og eina lítla spurnarkanning,
har hon eitt nú spurdi, um tey høvdu
roynt rúsdrekka, um tey høvdu verið
ávirkaði, og hvat tey halda kann gerast
fyri at fáa ung at drekka minni – og
kanska lata vera við at drekka.
– Eg hevði ta kenslu, at ungdómurin
tók væl ímóti mær. Summi spyrja
meiri, onnur minni, og ymiskt er, hvat
tey vita um vandarnar við rúsdrekka
og nýtslu av rúsandi evnum. Um ung
dóm urin ikki er upplýstur um vand
arnar, vita tey sjálvandi heldur ikki,
hvat tað er, tey siga ja ella nei til.
Eitt annað stig, ið Jóngerð M. Niel
sen eisini tók beinanvegin í sínum
starvi sum fyribyrgingarráðgevi, var
at venda sær til skúlarnar í Føroyum,
sum hava næmingar í 6. flokki og
eldri.
– Eg vendi mær eisini til skrivstovuna
hjá Gigni, sum er sjálvstøðugur stovn
ur undir Heilsumálaráðnum, ið veitir
heilsufrøði til børn, ung og familj ur.
Gigni veitir eisini ráðgeving til starvs
fólk á stovnum og til allar skúl ar í
Føroyum, eins og tað áliggur stovn
in um at hava eftirlit við heilsuog
trivn aðarviðurskiftum á stovnum og
skúlum. Eg læt tey vita, at eg fegin
vildi í samstarv við stovnin og helt, at
eg við mínari servitan um rúsdrekka
og rúsevnamisnýtslu kundi vera við
til at geva børnum og ungum ein
førning. Jú, tær vóru við upp á slíkt
samstarv, soleiðis at vit í felag kunnu
veita upplýsing og ráðgeving kring um
á skúlunum.
Jóngerð sigur, at hon í samstarvi
við Gigni soleiðis vendi sær til 33
skúlar kring landið og bað um fund
við leiðslurnar um, hvussu tey í felag
kundu finna út av, hvussu upplýsingin
kundi skipast best.
– Sum fyribyrgingarráðgevi hjá
Bláa Krossi havi eg vitjað á skúlum,
og soleiðis er hetta arbeiði nú komið
í gongd. Eg eri ikki úti saman við
starvsfólkunum hjá Gigni, men við
tí samstarvi, vit hava fingið í lag
millum partarnar, vita vit av hvørjum
øðrum.
Høvuðsdenturin í upplýsingini
hjá Jóngerð á skúlunum snýr seg um
rúsdrekka og rúsevni í síni heild.
– Men eg tosi eisini við næmingarnar
um sjálvsvirði, sjálvsálit og bólkatrýst.
Tað eru tey, sum eiga lívið og kunnu
velja, hvør lívsleiðin verður. Eg tosi
eisini um sereyðkenni, ið eru hjá børn
um, sum veksa upp í heimi, har rús
drekka hevur tikið yvirhond. Hetta
geri eg, soleiðis at bæði næmingar og
lærarar kunnu halda eyguni við, hvør
møguliga dettur niður ímillum av hesi
orsøk.
Jóngerð sigur, at tá hon hevur verið
á skúlum og hevur undirvíst um hesar
trupulleikar, tekur hon um kvøldið
eisini ein foreldrafund, har foreldrini
fáa kunnleika um tær avbjóðingar og
freistingar, ið børn teirra kunnu koma
út fyri á ungdómsárum.
– Hetta verður eisini gjørt fyri at
koma á tal við foreldrini, sum sjálv
andi eru ein týðandi partur í fyri
byrgingararbeiðnum, sigur hon.
Áhugaverdar royndir
Áðrenn vit enda hesa samrøðu, fara
vit at venda aftur til byrjanina, sum
er bakgrundin og barlastin hjá Jóngerð
M. Nielsen í hennara nýggja starvi.
– Eftir at eg var liðug at lesa til
sjúkrarøktarfrøðing, starvaðist eg eitt
skifti í avloysarastarvi á Blá kross
heiminum, har eg í fyrsta lagi hevði
við rúsdrekkaog rúsevnamisnýtarar
at gera, samstundis sum eg hevði
neyvt samstarv við hini starvsfólkini
á heiminum og læknan, sum var
til knýttur heiminum. Av Blá kross
heiminum fór eg út á føðideildina á
Landssjúkrahúsinum, og haðani aftur
á Blákrossheimið.
Nú bar leiðin hjá Jóngerð á Psyki
atriska Depilin á Lands sjúkra húsinum,
har hon gjørdist deildarleiðari á Deild
1.
– Her starvaðist eg í nøkur ár,
til eg tók farloyvisstarv sum leið ari
fyri barnaverndartænastuni í Norð
urstreymoy og Vágum. Í fjør summ
ar søkti eg so um starvið sum fyri
byrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi, sum
eg havi stóran áhuga fyri og haldi meg
hava eina góða bakgrund og góðar
førleikar at røkja til lítar, sigur Jóngerð
Martinsdóttir Nielsen.
Um ungdómurin ikki er UpplýstUr, vita tey sjálvandi heldUr ikki, hvat tað er, tey
siga ja ella nei til, sigUr Jóngerð m. nielsen, fyribyrgingarráðgevi hjá bláa krossi
Upplýsir og ráðgevUr um rús
Jóngerð Martinsdóttir Nielsen hevur góða barlast í sínum starvi sum fyribyrgingarráðgevi
mynd: jens kristian vang
til arbeIðIs
Navn: Jóngerð Martinsdóttir Nielsen
starv: Fyribyrgingarráðgevi
besta við starvinum: At møta nýggjum fólkum
ringasta við starvinum: Tað havi eg ikki funnið enn
størsti dreymur við starvinum:
At fáa ítøkilig tilboð til børn hjá foreldrum við
rúsevnistrupulleikum
størsta frambrot: At gera mítt arbeiði sjónligt
starvstíð: Síðan 15. september 2009
lívsstarv: Øll mín størv eru lívsstørv – á hvør sín hátt
starvsfólk: 3
staður: Um alt landið
stjóri: Hjalmar Hansen, aðalskrivari
fakta Jóngerð